mánadagur 3. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
Ítróttarblaðið
B36 - B71 2-1 (0-1)
VÓNANDI EITT UMRÁÐANDI MÁL
Jákup á Borg kann ikki svara fyrr enn tann 22. oktober, um hetta var
hansara týdningarmesta mál nakrantíð. – Men vónandi fer hetta
at hava við sær, at vit vinna føroyameistaraheitið, sigur hann.
2,42 STIG FYRI HVØNN DYST
B36 hevur nú 58 stig fyri 24 dystir. Tað gevur
2,42 pr. dyst. NSÍ hevur metið við 61 stigum,
tá runavíkingar vunnu meistaraheitið í 2007.
B36 60 SEKund
FRÁ VANLUKKUNI
vodafonedeildin Tað hevði verið ein beiskur biti at svølgt hjá hvítu og svørtu
viðhaldsfólkunum í høvuðsstaðnum, um B36 misti oddasessin á heimavølli
móti B71. Tað var á málstrikuni, at B36 fór framvið botnproppinum
Uni Holm Johannesen
Stóru og hvítu tølini á máltalvuni
í Gundadali vísa 90.03. Talvan
steðgaði sum vanligt, tá farið var
um vanligu leiktíðina. Gott og
væl tveir minuttir eru spældir
av teimum fýra minuttunum,
dómarin hevur lagt afturat.
Viðhaldsfólkini í fullsetta B36-
húsinum hava býtt upp í tveir
bólkar. Nøkur rista við høvdinum
og staðfesta, at meistaraheitið er
rokið. Tey væntaðu, at B36 fór
at koma spákandi til stórsigur.
Hini eru meira bjartskygd. Hesir
algoystu
áskoðararnir
stuðla
framvegis sínum fótbóltshetjum
við rópi og sangi.
Støðan er 1-1. Hetta væntaði
eingin. Eingin væntaði, at vána
ligasta fótbóltsliðið higartil í
kappingini fór at standa seg so
mikið væl í borgini hjá besta
liðnum higartil. B36, sum hevur
verið á bóltinum næstan alla
tíðina, er 60 sekund frá vanlukk
uni, snøgt sagt. At fáa eitt stig
burturúr, tá B71, sum skal spæla
millum teir næstbestu næsta ár,
er ein vanlukka. Rætt og slætt.
Men. »Einki er liðugt fyrr enn
alt er liðugt«, er ein av mest ússa
ligu og slitnu fótbóltsklisjéunum.
Tað sigur seg sjálvt. Øll vita eisini,
at mál kunnu koma burtur úr
ongum. Tí er eingin orsøk at
kasta frá sær.
Lukasz Cieslewicz ger enn eina
roynd. Pólski framherjin hevur
verið ágandandi í seinna hálvleiki.
Tað gav úrslit, tá hann hamraði
bóltin í netið eftir uppspæl frá
innskifta Mahmud Suleiman. Tá
restaðu átta minuttir í. Nú royna
Cieslewicz og Suleiman, sum
báðir hava eina fortíð í danska
Brøndby, aftur. Teir spæla væl
saman, og hvirluvindurin úr
Póllandi setir beina kós móti
málinum. Einmansherðurin er
komin upp í ferð og smoyggir
seg framvið serbiska Bojan Zivic.
Miðverjin nær ikki at byrja renni
teinin av. Zivic veit, at hann má
steðga honum, annars fær B36
sigursmálið um tvey sekund.
Hann toyggir seg í hvørjari
lykkju. Cieslewicz fer um koll.
Dómarin er knappur og floytar.
Brádliga skera ídnu viðhalds
fólkini í B36-húsinum í eitt ýl.
Fagnaðurin fær ongan enda. Alt
er á gosi. Sangur og gleðisróp
allastaðni.
Sandoyingar vóru drúgvir
Jákup á Borg var aftur fremsti
maður undir liðini á Lukasz
Cieslewicz. Teir hava staðið seg
væl í hesum kappingarárinum,
men hesa ferð gekk ikki serliga
væl at sparka lítlu leðurkúluna í
málið hjá mótstøðuliðnum.
Arbeiðssomu sandoyingarnir
vardu seg sum frægast. Tvørir
og treiskir, hóast bara æran er
at spæla fyri. Tað stóð eisini
væl til hjá gestunum í hálvleik-
inum. Miðskeiðis í fyrra um
farinum tók Mohammed Tijani
av einum upplagdum møguleika,
tá hann var fríur í brotsteiginum
og stýrdi bóltin í málið eftir
innlegg úr vinstru frá Høgna
Midjord. Gudmund Nielsen var
sera nær at økja um leiðsluna
stutt eftir.
Jákup á Borg heldur, at sand
oyingar vóru serliga raskir á mið
vøllinum.
– Eg dugi ikki at siga, um
nervarnir plágaðu okkum. Vit
fáa ongantíð ferð á spælið, men
einki skal takast frá teimum.
Teir góvu okkum sera lítið pláss
at spæla á, og teir søktu eisini at
okkara máli eftir snarálop. Vildi
væl til hjá teimum, fingu teir
eitt mál afturat í seinna hálv
leiki, ásannar Jákup á Borg, sum
misnýtti ein upplagdan møgu
leika eftir steðgini. Tað var ein av
fleiri møguleikum, sum stungu
seg upp, tá B36 áhaldandi spark
aði bóltin inn í brotsteigin hjá
B71.
– Í hálvleikinum taka allir
undir við venjarunum, at vit
skulu taka okkum saman. Vit
róptu nógv býtt eftir hvørjum
øðrum í fyrra hálvleiki, tí vit
vóru frusteraðir. Tað skuldu vit
gevast við, og heldur hugsa um
at spæla fótbólt. Tað gav úrslit,
sigur Jákup á Borg.
Brotssparkið
Ransin N. Djurhuus, dómari,
hevur bríkslað fyri brotssparki
í seinastu sekundunum. Avtalan
er, at verður brotssparkið framt
móti Lukasz Cieslewicz, vil hann
ikki skjóta. Jákup á Borg kennir
sín leiklut sum liðskipari, nú
Klæmint Matras er útskiftur.
Jákup á Borg og liðfelagarnir
eru um at missa tað, teir hava
knossast fyri alt árið, á gólvið.
Meistaraheitið. Fær B36 ikki øll
stigini, kann EB/Streymur vinna
seg upp á tindin, tá bara trý um
før resta í. Tað stendur nógv upp
á spæl.
– Eg hugsaði bara um at full
føra sparkið, sum eg havi gjørt
so ofta fyrr. Tað ráddi um at
smekka kúluna til eina síðu. Alt,
sum eitur meistaraheitið, steyp
og gull, varð skúgvað til viks. Tað
riggaði. Eg var púra kaldur, tá
eg rann til bóltin, sigur Jákup á
Borg.
Framherjin
við
eyðkenda
9-talinum á rygginum er tryggur.
Hann sendur bóltin til sína
vinstru síðu, meðan málverjin
Símin Rógvi Hansen stendur
og hyggur at. 2-1. Ger so væl.
Nú brøla øll viðhaldsfólkini í
B36-húsinum av gleði. Jákup á
Borg fer stórleypandi móti hvítu
og svørtu fjepparunum, sum
tykjast hava gloymt seg sjálvan
eina løtu. Jákup á Borg fer upp
frá og buldrar sín høgra arm
upp í loft, sum slær hann eftir
onkrum í luftini. Hetta var ein
stórur lætti.
Bóltar:
B36-áskoðararnir vóru í øðini,
tá Gudmundur Nielsen, B71,
varð
útskiftur
leygardagin.
Ikki tí. Álopsmaðurin spældi
væl og var ein støðug hóttan.
Tað tók eisini broddin av
álopsspælinum hjá sandoy
ingum, at hann fór út. Tá
Gudmundur Nielsen var á
veg av vøllinum, fór hann úr
síni gulu spælitroyggju. Hann
bar bara eina undirtroyggju,
har hann hevði skrivað »EB/
STREYMUR« á við myrkabláari
týssj, meðan hann klappaði at
B36-áskoðarunum. Við hesum
vildi
Gudmundur
Nielsen
vísa, hvør vónandi fer at vinna
føroyameistaraheitið. Tá var
1-0 til B71.
Setningar sum »tín idiot!« og
»ósportligi fani!« skolaðu oman
yvir hann sum ein flóðalda.
Jákup á Borg, B36, ásannar,
at Gudmundur Nielsen hevur
rætt at provokera, men hann
ivast samstundis í, um tað
sømir seg.
– Eg haldi, at hatta var tápu
ligt. Tá eg skeyt sigursmálið,
hevði eg hug at renna yvir
hansara fyri at svara aftur. Eg
vildi heldur hugsa um okkum
og fagna málið saman við okk
ara áskoðarum, sigur Jákup á
Borg.
Símin Rógvi Hansen, B71, ger
greitt, at tað var Gudmundur
Nielsen, sum argaði, og ikki
fótbóltsfelagið B71. Hann sigur,
at sandoyingar fara at gera alt
fyri at fáa stig við Margáir, tá
EB/Streymur og B71 spæla
tann 16. oktober.
Gudmundur Nielsen hevur
fyrr spælt við EB/Streymi.
Ransin N. Djurhuus gav honum
gult kort fyri provokatiónina.
»Tín idiot!«
Hóast B36 var á bóltinum mest sum
allatíðina og spældi seg til fleiri upplagdar
møguleikar, so var tað við bit og slit,
at oddaliðið vann á botnproppinum.
Sigursmálið kom í seinastu løtu
Mynd: Álvur Haraldsen