mánadagur 3. oktober 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Kí - B68 5-3 (3-1)
Fyrstu málini
17 ára gamli Philip Djordjevic er sonur KÍ venjaran Aleksander. Leygarkvøldið
spældi Philip fyri trettandu ferð landskappingardyst á besta KÍ liðnum. Hann
skoraði tvey mál, og hetta vóru fyrstu málini hjá Philip á besta KÍ liðnum.
Eingin úrtøka hesaferð
Í Klaksvík leygardagin var tað triðju ferð, at B68 í ár hevur
skorað trý mál á útivølli, men hetta var fyrsta ferðin, at trý
mál á útivølli onga úrtøku hava borið við sær fyri toftamenn.
skjóta
við
skørpum
vodafonedeildin
Tveir sigrar á rað og tíggju
mál í eina viku boðar frá,
at tað eru nýggjar tíðir
hjá klaksvíkingum, sum
rættuliga hava funnið stílin
Jóannes Hansen
Tveir sigrar í tíggju royndum. Tað
var fasittið hjá KÍ á heimavølli
undan næstsíðsta vikuskifti, tá
ið tað framvegis luktaði av niður
flyting í Klaksvík.
Í tíggju teimum fyrstu roynd
unum í landskappingini á heima
vølli í ár megnaði KÍ at skora
ellivu mál, og úrtøkan var sjey
stig – sigrar á B68 og ÍF og javn
leikur ímóti HB.
Tølini tala, og hesa síðstu vik
una siga tey, at tað eru komnir
heilt aðrir bollar á suppuna hjá
sigursvanda felagnum. Eftir eyð
mýkjandi tap á heimavølli ímóti
eitt nú 07 Vestur og B71, sum hava
kós ímóti næstbestu deildini,
hevur KÍ reist seg úr øskuni sum
fuglurin Føniks.
Í tveimum dystum í seks dagar
hava klaksvíkingar vunnið seks
stig og harvið flutt seg burtur frá
niðurflytingini. 5-1 ímóti NSÍ og
5-3 ímóti B68.
Og hesi bæði avrikini hava
borið íblástur, sjálvsálit og fagna
millum áskoðararnar við sær.
Unga liðið hevur ímóti teimum
báðum liðunum av Skálafjøðr
inum skorað tíggju mál, og hóast
klaksvíkingar í verjuni vóru fittir
og blíðir ímóti toftamonnum, so
er tað eingin ivi um, at ein ikki so
lítil partur av stóru fjøldini, sum
í góða veðrinum leygarkvøldið
vóru festligur karmur um hend
ingarríku uppgerðina, fara at
koma aftur.
Kanska ikki allir, tí tað var
tunnilsdagur leygardagin, og tí
vóru heilt nógv KÍ viðhaldsfólk,
sum búgva í høvuðsstaðnum
og aðra staðni, í Klaksvík. Men
undirhaldið og úrslitið bera við
sær, at áhugin fyri KÍ av álvara
er kyknaður.
Eisini tí tað kennist vera per
spektiv í bláa liðnum, sum hevur
rist hóttanina av niðurflyting
av sær, og nú kann brynja seg
til næsta kappingarár, tá ið
ambitiónirnar og málið heilt víst
verður at røkka hægri enn so.
Avrikið leygarkvøldið vísti,
at tað næsta ár væl ber til at
ímynda sær álopsspæl, sum kann
bera úrtøku til altjóða luttøku við
sær. Konseptið er agressivitetur
frammarlaga á vøllinum, tá ið
mótstøðuliðið hevur fingið fatur
á vøllinum.
Álvur F. Christiansen mennist
við
risa
fetum,
Kristoffur
Jakobsen hevur eftir aldudal
funnið sjálvsálitið og máltevið
aftur, Hjalgrím Elttør heldur
framvegis
støðið,
og
Nenad
Stankovic tykist eisini at vera
komin fyri seg aftur.
– Móti B36 og EB/Streymi her í
Klaksvík vóru vit rættuliga verju
kendir. Ímóti NSÍ og B68 hava vit
lopið á, og tað hevur riggað væl.
Hóast góðu gongdina, so hugsa
vit fyrst og fremst at halda tørn
um plássið í deildini. Alt annað
síggja vit sum eykavinning,
segði Álvur F. Christiansen eftir
dystarlok.
Treiskir toftamenn
Eftir at KÍ var komið framum við
tveimum málum var tað ongantíð
ivi um, at øll stigini fóru at vera
eftir í Klaksvík.
Fyritreytirnar hjá B68 vóru
einki serligar. Fleiri av bestu
málskjúttunum og framrættaða
skjútsinum higartil í ár vóru ikki í
ferðalagnum til Klaksvíkar. Hóast
henda veruleikan, so megnaði
B68 at vera við til at syrgja fyri
undirhaldinum. At toftamenn
skoraðu trý mál, sigur frá, at teir
hava gott tak á álopssælinum,
skipað av liðformanninum Jann
Inga Petersen og Ndende, men
tað sigur eisini, at unga KÍ liðið
framvegis hevur nógv at læra í
verjuspælinum.
Tí tað er einki at taka seg
aftur í, at ein ikki so lítil partur
av teimum átta málunum, sum
áskoðararnir fingu í leygarkvølds
undirhaldinum, spurdust burtur
úr persónligum mistøkum. Bæði
frammanfyri Gunnar á Steig í KÍ
málinum, og Tórð Thomsen í B68
málinum.
– Vit spældu ímóti einum
góðum liði, men vit geva teimum
fleiri av málunum, og so verður
tað tungt. At vit skoraðu trý
mál í Klaksvík átti at verið nóg
mikið, men tað sigur nakað um
verjuavrikið hjá okkum, at tað
ikki var nóg mikið hesa ferð, stað
festi André Olsen hjá B68.
Ein partur av setninginum
hjá ábyrgdarmonnunum í báð
um legunum verður at skipa
verjuspælið betri. KÍ venjarin,
Aleksander Djordjevic, er farin
undir ta royndina. Við at flyta
markanta Høgna Madsen aftur
í miðverjuna, hevur hann býtt
royndu kreftirnar betri millum
keturnar, enn tær higartil hava
verið.
Nú er tað ilt at ímynda sær
annað, enn at bæði KÍ og B68
næsta ár fara at spæla í bestu
deildini, og hjá toftamonnum
er spurningurin, um eyðsýndi
Christian Stokholm framvegis
verður í miðverjuni, ella um hon
skal skipast heilt av nýggjum.
Men tá snýr tað seg um fram
tíðina. Í dag kunnu øll tey, sum
leygarkvøldið vóru í Klaksvík,
skriva undir uppá, at klaksvík
ingar rættuliga eru farnir at
skjóta við skørpum, eftir at tað
leingi hevur verið lítið krút í
teimum!
joannes@sosialurin.fo
Bóltar:
Myndir: Álvur Haraldsen