mánadagur 3. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Símun sum
skarp-
rættari
HB - 07 Vestur 4-1 (2-0)
HB og KÍ fram
Í 24. landskappingarumfari vóru bara tvey lið, ið tóku seg fram á stigatalvuni.
Tað vóru HB og KÍ, sum fóru ávikavist eitt og tvey pláss fram. KÍ hevur
mestsum tryggjað seg og HB næstan tað sama, nú trý umfør eru eftir.
Skorar bara heima
Við sínum 11 málum er Símun Samuelsen toppskjútti hjá HB
og hevur skorað í átta av teimum 22 dystunum, hann hevur
spælt í ár. Øll málini hjá Símuni í ár eru skorað á heimavølli!
vodafonedeildin Tríggjar ferðir var
Símun Samuelsen á rætta staðnum í røttu
løtuni, og tað gjørdist tann stóri munurin
á havnarmonnum og vágamonnum í
botnuppgerðini, ið kanska avgjørdi alt
Hilmar Jan Hansen
Framvegis eru trý umfør eftir og
nógv kann henda aftrat, áðrenn
hetta kappingarárið er lokið.
Men tað, sum hendi í Gundadali
seinnapartin í gjár, kann saktans
fara at vísa seg at vera bjargingin
hjá HB og endin hjá 07 Vestur. Í
øllum førum skal HB bara hava
trý stig aftrat í teimum trimum
írestandi dystunum fyri at bjarga
sær, meðan 07 Vestur hevur fýra
stig upp til bjargingina.
Longu frá fyrstu løtu í dyst
inum sást, at teir í HB veruliga
høvdu lisið skriftina á vøllinum
og vistu, hvat skuldi til. HB-
ararnir vóru grammir og ágang
andi, og ikki gjørdi tað støðuna
verri, at Hallur Hansson longu
í fimta minutti gjørdi eina ella
tvær fintur, áðrenn hann úr 16
metrum bankaði bóltin í málið
til 1-0.
Hetta var fult í tráð við
ta fyrstu løtuna, og HB helt
fram í sama stíli, so tá Símun
Samuelsen
trettan
minuttir
seinni fekk eina góða sending
frá Hanusi Thorleifsson og økti
til 2-0 við einum innleggi, sum
fór á stongina og inn, var tað
framvegis fult uppiborið. Hartil
var tað eisini ein grov strika í
rokningini hjá 07 Vestur, sum
hevði ætlað tað øðrvísi:
– Í dag skuldu vit vinna trý
stig, so vit kundu sleppa eitt stig
fram um HB. Ætlanin hjá okkum
var at leggja trýst á frá byrjan
fyri at fáa eitt skjótt mál, men
í staðin var tað HB, sum kom á
odda, so tann ætlanin helt ikki
hjá okkum, segði Dánjal Rói
Olsen, sum beint fyri dystarlok
gjørdist málskjútti fyri 07 Vestur,
men bara við einum málið, ið
pyntaði eitt sindur.
Klára at lyfta liðið
Bæði í fyrra og seinna hálvleiki
átti 07 Vestur ta síðstu løtuna,
men uttan at fáa stórvegis burt
urúr. Í fyrra hálvleiki vóru kjans
irnir rættiliga tilvildarligir, men
eitt nú megnaði Clayton Soares
sjálvur at skapa sær einar tveir,
ið kundu givið vágaliðnum eitt
mál og harvið eisini eitt sindur av
luft til síðstu trý korterini. Men
í øðrum førinum bjargaði Teitur
Gestsson og í hinum fór skotið
uppum.
Tá so Símun Samuelsen var
upp á spæl aftur longu fimm
minuttir inn í seinna hálvleik, var
dysturin í roynd og veru liðugur.
Teitur gyppaði bóltin langt fram
á vøllin, har bara Símun sá út
til at trúgva, at tað bar til at fáa
hann – og tað gjørdi hann eisini.
Temjingin var fullkomin og
skotið næstan eisini, og so var
3-0.
At enda var tað so innskifti
Kristin Restorff Mouritsen, sum
úr høgru sendi innfyri til Símun
Samuelsen tvær ferðir. Fyrru
ferðina kláraði Símun at skjóta
uppum úr fýra metra frástøðu,
men seinnu ferðina var hann
tryggur og sett bóltin í málið til
4-0.
– Jú, tað gekk væl hjá mær
persónliga og eisini hjá liðnum,
men enn er eitt petti eftir, áðrenn
vit eru tryggir. Nú eru fimm stig
niður, men vit skulu syrgja fyri at
vinna ein dyst aftrat, tí so eru vit
tryggir, sigur Símun, ið var øgiliga
glaður fyri sigurin í gjár, eftir at
tað gekk so illa í Fuglafirði síðst.
– Tað var ein øgiligur dystur,
sum kom eftir ein javnleik ímóti
Víkingi og eitt tap í evstu løtu
ímóti EB/Streymi. ÍF-dysturin
eisini sum eitt sjokk fyri okkum,
tí vit hildu okkum vera á veg
uppeftir, men fingu alt sligið
niðuraftur í einum dysti. Í dag
sóu vit hinvegin nakrar menn,
sum klára at lyfta liðið upp, og tí
trúgva vit framvegis uppá, at vit
skulu klára tað.
Trúgva enn upp á tað
Sum í endanum á fyrra hálvleiki,
gjørdi 07 Vestur aftur ein vørr
ímóti endanum á seinna, men
hóast eitt mál kom burturúr, sum
Dánjal Rói Olsen skjeyt, eftir at
Jákup Sveinbjørn Olsen hevði
sent innfyri, vóru vágamenn
ongantíð nøkur verulig hóttan
fyri HB.
– Kanska gjørdu vit ikki nóg
nógv við at royna eftir málinum,
hóast vit endaðu báðar hálvleik
irnar væl. Tað gjørdist sjálvandi
eisini torført fyri okkum, tá teir
komu upp á 2-0, og hóast upp
leggið í hálvleikinum var, at vit
skuldu spæla meira álopskent,
spurdist ov lítið burturúr, sigur
Dánjal Rói, ið kortini ikki vil vera
við, at allar vónir eru slóknaðar,
hóast støðan á stigatalvuni ikki
sær so álvulig út.
– Vit vita væl, at sjálvandi
kann tað eydnast, og tað er tað,
vit skulu hyggja at. Vit skulu ikki
hugsa um nakað annað, men taka
næsta dyst og fara eisini tá eftir
trimum stigum.
Bóltar:
MÁLREVURIN
Símun Samuelsen – ið her
verður fagnaður av Kristini
Restorff Mouritsen, ið legði upp
til triðja málið hjá vágbinginum
– var skarprættarin, ið gjørdi av
við 07 Vestur í Gundadali í gjár
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Jú, tað gekk væl hjá mær persónliga
og eisini hjá liðnum, men enn er eitt
petti eftir, áðrenn vit eru tryggir
Símun Samuelsen, HB