Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 Sosialurin Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Næstsíðsta umfarið í bestu kvinnudeildini hevur verið sein­astu dagarnar. Longu miku­ kvøldið vann KÍ á heimavølli 6-0 ímóti Skála, og í vikuskiftinum vunnu silvurvinnararnir í AB og bronsuvinnararnir í B36 trivaligar sigrar. Metið í stigum eigur KÍ. Tað varð sett í 2008, tá ið tær í Klaksvík vunnu FM heitið við 58 stigum. Undan síðsta umfari hevur KÍ 55 stig. Í síðsta umfari, sum verður nú leygardagin, fer KÍ til Havnar at taka ímóti steypi og gullkrónum. Tað verð­ ur handað eftir dystin ímóti HB. Alt bendir á, at KÍ henda dagin fer at røkka stigatalinum frá 2008. FM røðin hjá teimum í Klaks­vík hevur verið síðani 2000. Tríggjar ferðir hevur FM heitið verið vunnið við fullum stigatali: í 2003 vann KÍ allar 16 dystirnar, og í 2002 og í 2004 vunnu tær allar 10 dystirnar. Í Sarpugerði reið tað leingi um snarið, áðrenn tað koppaði bronsuvinnarunum í B36 til fyrimunar. Á Argjum var eingin ivi, tí AB skoraði øll trý málini í 1. hálvleiki. Dystirnir í síðsta umfari, sum verður leygardagin 8. oktober: Skála-Víkingur, B36- AB og HB-KÍ. Í ár er Suðuroy als ikki umboðað í bestu fótbóltsdeildini. FC Suður­ oy flutti síðsta ár niður í næst­ bestu deildina, har TB var framm­ anundan. Saman við FC Suðuroy flutti AB niður úr bestu deildini. Bæði í FC Suðuroy og í AB hava tey arbeitt hart fyri, at talan skuldi verða um stuttan steðg í næstbestu deildini. Eftir rimmar sigur í Leirvík leyg­ ardagin er tað mest sum greitt, at FC Suðuroy flytir upp aftur í bestu deildina. Hjá AB stendur ikki so væl til. Nú er lagnan hjá argjamonnum í hondunum á tvøramonnum. Tað eydnaðist TB leygardagin at vinna tøttu toppuppgerðini á heima­vølli ímóti AB. Úrslitið var 1-0, og málið skoraði TB í evstu løtu. Málskjútti var miðverjin Dmitrije Jankovic, sum við høvdinum stýrdi bóltin dygst inn við stólpanum, eftir at serbiski landsmaður hans­ ara, Bojan Zimic, hevði sent fríspark fram í brotsteigin, har bólturin ferðaðist høvd av høvdi, áðrenn miðverjin skoraði og harvið syrgdi fyri, at tað nú er upp til TB at gera av, um eitt ella tvey feløg úr Suðuroy skulu spæla í bestu deildini í 2012. AB hevði í 2. hálvleiki fleiri góðar møguleikar at skjóta mál, men Ivan Stoikovic var sannur brandur í TB málinum. Nú tað resta trý umfør er TB trý stig og eitt mál frammanfyri AB. Hjá toppliðnum FC Suðuroy var eingin slingur í valsinum. Í Leirvík vann oddaliðið 6-1 ímóti Víkingi. Tríggir spælarar skoraðu tvey mál í part: toppskjúttarnir David Asare og John T. Poulsen og liðformaðurin Palli Augustinussen. Hjá Víkingi var tað liðformaðurin Ingi Sørensen, sum umsetti brotsspark til mál. Botnliðið 07 Vestur legði rygg til 8-1 tap á heimavølli ímóti Skála, sum hevði Brian Jacobsen sum fýra faldan málskjútta. Í Gundadali var grannauppgerð millum FC Hoyvík og HB. Talan var so at siga um niðurflytingarfinalu, sum HB vann 3-1. Báðir partar um­ settu brotsspark til mál, og FC Hoyvík misnýtti eitt brotsspark. Úr­slitið ber við sær, at FC Hoyvík nú er undir strikuni. Við 2-1 heimasigri á NSÍ lyfti EB/ Streymur seg upp um nið­ur­flyt­ ingarstrikuna. Arnar Dam skoraði sigursmálið í síðsta minutti, og tað málið kann um nakrar vikur fara at vísa seg at vera munurin millum 1. og 2. deilarfótbólt í 2012. 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 19 18 1 0 75 10 65 55 2 AB 19 14 2 3 56 19 37 44 3 B36 19 8 4 7 27 31 -4 28 4 Víkingur 19 6 2 11 39 46 -7 20 5 Skála 19 3 3 13 18 54 -36 12 6 HB 19 1 2 16 9 64 -55 5 Víkingur-FCS 1-6 (1-3) 0-1: David Asare 18. 0-2: Palli Augustinussen 21. 1-2: Ingi Sørensen br 33 1-3: John T. Poulsen 34. 1-4: John T. Poulsen 66. 1-5: Palli Augustinussen 69. 1-6: David Asare 88. FC Hoyvík-HB 1-3 (0-1) 0-1: Bogi Reinert Petersen br 30. 0-2: Rói av Fløtum 64. 0-3: Páll Holm Jacobsen 80. 1-3: Jan Mølvard Laursen br 90 TB-AB 1-0 (0-0) 1-0: Dmitrije Jankovic 90. EB/Str.-NSÍ 2-1 (1-0) 1-0: Poul G. Olsen br 31. 1-1: Rógvi Højgaard 70. 2-1: Arnar Dam 90. 07 V.-Skála 1-8 (1-2) 1-0: Jóhan Selfoss 14. 1-1: Brian Jacobsen 16. 1-2: Brian Jacobsen 28. 1-3: Jákup Johansen 55. 1-4: Brian Jacobsen 62. 1-5: Brian Jacobsen 67. 1-6: Markus Olsen 84. 1-7: Teitur R. Joensen 89. 1-8: Olaf Ellingsgaard 90. Hagtølini eru frá faroesoccer.com KÍ upp á síðuna á metinum Kvinnufótbóltur: Alt bendir á, at stigatalið hjá meistarunum í Klaksvík verður eins høgt, og tað var fyri trimum árum síðani Mikudagin 28. september KÍ-Skála 6-0 (3-0) 1-0: Eyðvør Klakstein 12. 2-0: Malena Josephsen 34. 3-0: Sigrid Jacobsen 37. 4-0: Randi Wardum 52. 5-0: Rannvá B. Andreasen 85. 6-0: Rannvá B. Andreasen 87. Víkingur-B36 1-3 (1-1) 0-1: Birita Mortansdóttir 4. 1-1: Heidi Sevdal 36. 1-2: Anja Maria Weyhe 63. 1-3: Maria S. Mikkelsen 78. AB-HB 3-0 (3-0) 1-0: Ásleyg Súnadóttir 21. 2-0: Doris í Garði Olafsdóttir 29. 3-0: Elin Maria Isaksen 44. 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 FC Suðuroy 24 19 4 1 75 22 53 61 2 TB 24 17 4 3 64 22 42 55 3 AB 24 16 4 4 64 23 41 52 4 NSÍ 24 11 2 11 56 54 2 35 5 Skála 24 10 4 10 44 40 4 34 6 Víkingur 24 9 4 11 45 49 -4 31 7 EB/Streymur 23 8 1 14 38 54 -16 25 8 HB 23 7 3 13 34 50 -16 24 9 FC Hoyvík 24 7 2 15 35 57 -22 23 10 07 Vestur 24 1 0 23 18 102 -84 3 1.deild Nú er tað greitt, at FC Suðuroy verður partur av bestu deildini, og eftir tepra TB heimasigurin á AB er góður møguleiki fyri, at Suðuroy verður umboðað av tveimum liðum í bestu deildini Suðuroy í stórum stíli