mánadagur 3. oktober 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Undan vikuskiftinum varð tosað
um, at kvinnudysturin í Klaksvík
var ein styrkiroynd, og so var eisini.
Og helst fekk hann eisini ta vend og
tað úrslit, tey flestu høvdu roknað
við.
Kvinnurnar hjá Neistanum, sum
endaðu ovast av øllum síðsta vetur,
eru ikki viknaðar nevnivert, meðan
tað sær út til at vera støðan hjá
øllum teimum liðunum, ið skuldu
verið avbjóðarar, nú kappingin
aftur er farin í gongd.
Eitt
av
hesum
liðum
er
Stjørnan, sum sunnudagin tók
ímóti Neistanum, men mátti lúta
– helst, tí kreftirnar ikki rukku og
venjingarstøðan ikki var so góð
sum hjá gestunum.
Mitt í fyrra hálvleiki hevði
Neistin hug at fara avstað, men
Stjørnan hálaði tað mista innaftur
og fekk javnað beint fyri steðgin.
Men tá so Neistin mestsum
beinanvegin í seinna hálvleiki setti
ferð á, kláraði Stjørnan ikki at fylgja
við meira, og tað endaði við einum
sannførandi sigri, tí Neistin vann
við 10 málum.
Spurningurin er so, um nakað av
hinum liðunum kann metast sum
ein sterkari avbjóðari, tí Stjørnan
tapti á útivølli við einum máli fyri
VB, og enn hevur Tjaldur ongan
dyst spælt, men er viknað minst
líka nógv sum hini.
Enn kann tó nógv henda, men nú
kappingin er farin í gongd, eru tað
altso kvinnurnar hjá Neistanum, ið
eru komnar nógv best frá byrjan
við tveimum greiðum sigrum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
2
58
43
15
4
2 KÍF
2
54
40
14
4
3 VÍF
1
18
15
3
2
4 Team Klaksvík
0
0
0
0
0
5 StÍF
1
22
32
-10
0
6 Kyndil
2
34
45
-11
0
7 H71
2
42
53
-11
0
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
2
69
35
34
4
2 VB
1
21
20
1
2
3 Kyndil
1
20
20
0
1
4 VÍF
1
20
20
0
1
5 Tjaldur
0
0
0
0
0
6 Stjørnan
2
42
53
-11
0
7 StÍF
1
13
37
-24
0
Stjørnan - Neistin 22-32 (12-12)
Dómarar: Magnus í Króki & Thomas Juul Thomsen
Stjørnan: Simona Petersen 9, Annika Ljósstein 5, Louisa Andreasen 3, Una Olsen 3, Bára Skaale Klakstein 1, Ella
Petersen 1
Neistin: Barbara Brauer 13 (2), Marjun Danberg 7, Nicoleta Radu Hansen 3, Jenny Kragesteen 3, Nanna í Stórustovu
2, Annika Thomsen 2, Jacklin Durhuus 1, Birita Wardum 1
Brotstkøst: Neistin 2
Útvísingar: Stjørnan 3
H71 - Neistin 21-26 (10-11)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen
H71: Blagoje Buha 6 (3), Rúni Højgaard 5, Sigmundur Nolsøe 3, Bogi Davidsen 2, Bogdan Florea 2, Dánjal Tórgarð
2, Hallur Biskopstø 1
Neistin: Josef Abrahamsen 8 (4), Heini Hanusarson 5, Teitur Magnusson 5, Jugoslav Djumic 2, Jón Ludvík 2, Andrias
Nielsen 2, Johan Kristiansen 1, Sjúrður Thomassen 1
Brotskøst: H71 5, Neistin 4
Útvísingar: H71 4, Neistin 4
Kyndil-KÍF 19-27 (11-13)
Dómarar: Karstin Joensen & Kári Hansen
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 7 (3), Kristoffur Kristoffersen 3, Miroslav Vladrov 3, Andrias Sólsker 2, Regin
Fossaberg 1, Suni Johannesen 1, Julian Johansen 1, Hans Arni Thonsen 1
KÍF: Nicklas Selvig 7 (4), Niklas Reginsson 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe 5, Ási Dam 2, Teitur Joensen
1, Pætur Johansen 1
Brotskøst: Kyndil 4, KÍF 4
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 3
Hilmar Jan Hansen
Hoyvíkingar høvdu føroya
meistararnar í Neistanum á
vitjan, men hóast H71 fekk bitið
eitt sindur frá sær, rakk tað ikki
til meira enn eitt heiðurligt
úrslit ímóti teimum bláu.
Neistin legði bragdliga fyri
og kom á odda 5-0, men so
treiskaðust teir á heimaliðnum,
so leiðslan hjá Neistanum bara
var eittans málið í hálvleiks
steðginum.
Í seinna hálvleiki kom H71
tó ongantíð so nær, og Neistin
kundi trygt koyra sær sigurin
heim.
KÍF basti Kyndli
Hin dysturin í Atlantic Airways-
kappingini hjá monnum var á
Hálsi í Havn millum Kyndil og
KÍF, og her gjørdi KÍF av við
heimaliðið í seinna hálvleiki
og vann við átta málum.
Her fylgdust liðini tað mesta
av fyrra hálvleiki, og Kyndil
hekk uppi í kollfirðingum inn í
hálvan seinna hálvleik, men so
rakk tað ikki longur.
KÍF setti ferð á tað síðsta
korterið og vann at enda stórt,
so alt bendir á, at kollfirðingar
aftur í vetur eru eitt lið, roknast
skal við.
Trý verða fremst
Enn er ov tíðliga at meta um,
hvussu tey ymsu liðini fara at
standa seg í vetur, men í øllum
førum sær út til, at Neistin og
KÍF fara at vera við heilt har
frammi.
So er spurningurin, um VÍF
ikki eisini kann bjóða av, tí vest
menningar hava havt rímiliga
stóra og góða tilgongd av spæl
arum, so kanska tað verður ein
kapping millum trý lið.
Í løtuni sær ikki út til, at
nakað av hinum liðunum kann
gera seg galdandi, men fyri tað
kann kappingin saktans fara
at líkjast henni síðsta vetur, tá
stórt sæð øll kundu taka stig
frá øllum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin og
KÍF væl fyri
mansHondbóltur Hóast øll liðini
ikki hava spælt líka nógvar dystir,
síggja bæði Neistin og KÍF út til at vera
væl fyri, og bæði vunnu á útivølli í gjár
Hondbóltur
BJARTUR NEISTI
Í dystinum í Klaksvík í gjár var Neistin bjartari enn Stjørnan og vann ein sannførandi sigur,
samstundis sum tær bláu síggja út sum sterkasta liðið hjá kvinnunum higartil
Mynd: Norðlýsið
Neistin fer avstað
KvunnuHondbóltur Ikki óvæntað hava føroyameistararnir
í Neistanum fingið bestu byrjanina í Sunset-kappingini
hjá kvinnum, og hesa ferð stóð Stjørnan fyri skotum