mánadagur 3. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Eik-ligan hjá kvinnum er aftur í
vetur væl mannað við átta liðum,
so longu nú fyrstu dystirnir skuldu
spælast, var talan um fult umfar.
Um samanborið verður við,
hvussu tað sá út síðsta vetur, góvu
úrslitini í hesum fyrsta umfarinum
ikki ábendingar um, at tað verður
stórt øðrvísi í vetur.
Mjølnir, Fleyr, SÍ og ÍF vunnu øll
sínar dystir, og hóast enn er nakað
tíðliga at meta um, hvussu alt fer at
enda næsta vár, vóru hetta helst tey
úrslitini, roknast kundi við.
Um kappingin í vetur fer at
minna um hana síðsta vetur, verða
tað Mjølnir, Fleyr og SÍ, ið fara at
kappast heilt har frammi, men
kanska onnur eisini kunnu blanda
seg, eitt nú ÍF.
Fyrsti fimmsettarin
Hjá monnunum var bara tann eini
dysturin hetta fyrsta umfarið, og
hann var í Sørvági millum SÍ og ÍF.
Her gjørdist tað bæði dramatiskt og
spennandi, tí tá avtornaði, skuldu
fimm sett til.
SÍ fekk eina fína byrjan og vann
tey bæði fyrstu settini við fýra
og fimm stigum, men í triðja setti
fekk ÍF hildið fast og vann 29-27,
umframt at fuglfirðingar eisini
tóku fjórða sett við fýra stigum.
Nú skuldi so alt avgerast í fimta
setti, og har royndust fuglfirðingar
drúgvari og vunnu við trimum
stigum, 15-12, og harvið fóru teir
eisini við sigrinum.
Hini trý liðini í Eik-liguni hjá
monnum, Mjølnir, Fleyr og TB, hava
ikki spælt enn.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Fleyr
1
1
0
3
0
3
2
2 Mjølnir
1
1
0
3
0
3
2
3 SÍ
1
1
0
3
0
3
2
4 ÍF
1
1
0
3
1
2
2
5 Dráttur
1
0
1
1
3
-2
0
6 KÍF
1
0
1
0
3
-3
0
7 TB
1
0
1
0
3
-3
0
8 Ternan
1
0
1
0
3
-3
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
1
1
0
3
2
1
2
2 Fleyr
0
0
0
0
0
0
0
3 Mjølnir
0
0
0
0
0
0
0
4 TB
0
0
0
0
0
0
0
5 SÍ
1
0
1
2
3
-2
0
Eik-ligan kvinnur
TB-Fleyr 0-3 (4-25, 15-25, 15-25)
Dráttur-ÍF 1-3 (19-25, 28-26, 10-25, 21-25)
Ternan-SÍ 0-3 (19-25, 21-25, 13-25)
KÍF-Mjølnir 0-3 (13-25, 13-25, 7-25)
Eik-ligan menn
SÍ-ÍF 2-3 (25-21, 25-20, 27-29, 21-25, 12-15)
flogbóltur
Flogbólturin
aftur á flog
Flogbóltur Um vikuskiftið byrjaði landskappingin
í flogbólti hjá kvinnum og monnum, og hetta fyrsta
umfarið mundu úrslitini vera sum væntað
FIMMSETTARI
Longu í fyrsta mansdystinum í vetur spurdist ein fimmsettari burturúr, tá ÍF á útivølli í Sørvági vann 3-2 á SÍ
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Mangan hava føroysku lands
liðini
verið
í
kappingum
uttanlands, men tað er meira
forkunnugt, at eisini okkurt
av feløgunum sendir lið av
landinum til eina av teimum
stóru kappingunum.
Men tað ger ÍF nú, tí
flogbóltsmenninir, sum síðsta
vetur vunnu greipuna í stórum
stíli, skulu fyrsta vikuskiftið
í november mánaði spæla
í
kappingini
um
NEVZA-
meistaraheitið fyri meistaralið.
NEVZA, sum er samgongan
av flogbóltslondum í Norður
europa, er ein undirdeild hjá
europeisku
flogbóltssam
gonguni, CEV, og kappingin
um NEVZA-meistaraheitið er
fastur táttur á hvørjum ári.
Henda kapping er skipað
soleiðis, at 13 lið úr fimm
londum
spæla
sínamillum
í
fýra
bólkum.
Tveir
av
bólkunum verða avgreiddir
í Svøríki, ein í Norra og ein í
Íslandi, og liðini, sum vinna
hesar bólkar, koma víðari til
sjálvt endaspælið, sum verður
spælt í døgunum 27. til 29.
januar í 2012.
ÍF kemur at spæla í bólki
1, sum verður avgreiddur í
Íslandi, og har skal ÍF kappast
við HK úr Íslandi og Middelfart
úr Danmark. Bólkur 2 verður í
Bergen í Norra millkum norska
Nyborg, svenska Örkelljunga,
danska Hvidovre og norska
Koll.
Teir báðir bólkarnir, sum
verða avgreiddir í Svøríki,
eru bólkur 1 við svenska
Falkenberg, danska Gentofte
og
norska
Randaberg,
og
bólkur 2 við svenska Linköp
ing, norska Førde og danska
Marienlyst.
Eisini
hjá
kvinnum
er
kapping um NEVZA-meistara
heitið, sum hesa ferð er skipað
í tveir innleiðandi bólkar við
fýra liðum í hvørjum, men har
er einki av føroysku kvinnu
liðunum við.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur Menninir hjá ÍF,
sum vunnu greipuna síðsta
kappingarár, fara um ein mánað
at royna seg í norðureuropeiskari
kapping ímóti sterkum liðum
ÍF út um
land
oddarnar