mánadagur 3. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Goodison Park
Fyri nógvar av fótbóltshyggjarunum
kring heimin eru tað uppgerðirnar
millum Liverpool og Manchester
United, ið telja mest. Men í býnum
Liverpool, er tað ein grannauppgerð,
ið hevur størri týdning. Tað er
uppgerðin millum Everton og
Liverpool.
– Hetta er sanna grannaupp
gerðin í Liverpool, men tað er
sjálvandi nógv broytt síðani Man
chester United byrjaði at vinna so
nógv og Everton misti stevið, sigur
David Dowie.
Íðni Everton viðhaldsmaðurin
er høgur av vøkstri, fyllur nógv og
minnur í nógvar mátar um eina
stereotýpu av einum enskum hooli
gans. Hann er tó blíður av sinni og
arbeiði hjá honum sum ítóttar
vertur á Radio Merseyside hevur
fingið hann at balansera sínar
meiningar í mun til fyrr.
– Um Everton var einsamalt
lið í einum býi, so hevði Everton
verið eitt stórlið í Onglandi. Vit
hava fjórðríkastu søguna í enskum
fótbólti, men av tí at vit deila býin
við Liverpool, so síggja fólk okkum
sum eitt lítið lið, forklárar David
Dowie at sindur argur á málinum.
Everton ongar pengar
Rundan um Goodison Park er
gjørd ein myndarøð, sum avspegl
ar søguna hjá Everton. Fram til 1987
eru myndir av enskum meistara
heitinum og teimum stóru sigrinum
úti í Evropa. Síðani eru bara mynd
ir av metkeypum – frá Daniel
Amokachi í 1992 til Marouane
Fellaini í 2008 – og døgum tá
Everton í evstu løtu hevur bjargað
sær undan niðurflyting. Í nógvar
mátar hevur Everton ikki megnað
at umstillað seg til Premier League
fótbólt og øllum tí sum fylgir við.
– Vit vunnu meistaraheitið so
seint sum í 1985 og 1987, men nú
hava vit ongar pengar. Núverandi
eigarin, Bill Kenwright, roynir at
selja felagið. Tað er bara ikki sum
at siga tað. Hygg bara eftir eitt
nú Portsmouth, Notts County og
Liverpool við seinastu eigarinum,
tey eru øll farin í hundarnar eftir
sølu, sigur David Dowie heldur upp
gevandi á málinum.
– Fleiri meta ikki Bill Kenwright
verða rætta mannin at selja felagið,
men tað haldi eg. Hann er hóast alt
ein Everton viðhaldsmaður. Ella
tað velji eg at trúgva, sigur David
Dowie.
Vilja hava nýggjan leikvøll
Everton hevur í fleiri ár roynt at
fingið ein nýggjan leikvøll, men
hvørja ferð er okkurt komið í vegin.
Fyrst í hesi øldini var talan um
»Kings Dock« leikvøllin, ið skuldi
byggjast á kenda Albert Dock
økinum í Liverpool. Fyri fáum árum
síðani skuldi Everton lata leikvøll
byggja í Kirkby, men eisini hendan
ætlanin var steðga av býráðnum.
– Eg dugi ikki at síggja, at
Everton verður selt fyrr enn teir
hava bygt ein nýggjan leikvøll, sigur
David Dowie, sum undan granna
uppgerðini hevur gjørt samrøðu
við fleiri Everton og Liverpool leik
arar.
Reytt kort ávirkar dystin
Til sjálvu grannauppgerðina er
ongin kærleiki millum vinir og
kenningar, um teir ikki eru í somu
litum. Dysturin er ikki byrjaður tá
síðumaðurin gevur ilt av sær.
– Hasir idiotarnir skulu taklast
frá byrjan, ýlur hann frá »Top
Balcony« sum ovasti parturin á
aðru langsíðuni eitur.
Løtu seinni hoyrast Liverpool
viðhaldsfólkini syngja eyðkenda
You’ll Never Walk Alone sangin,
men hann er illa nokk byrjaður, so
svara øll í bláum aftur við sínum
sangi.
Fyrstu løtuna er dysturin og
stemningurin so intensur sum hann
kann blíva. Hvør takling, avlevering
og døming verður vigað, og dómurin
skralaður út yvir vøllin.
Um miðjan fyrra hálvleik fær
Everton miðvallarin, Jack Rodwell,
reytt kort fyri at takla Luis Suarez.
Heilt frá Top Balcony er greitt, at
talan als ikki er um takling, ið skal
geva reytt kort. Her eftir er nokk
best ikki at umseta ella endurgeva
nakað av tí, sum dómarin fær
omanyvir seg frá Everton viðhalds
fólkunum.
Liverpool avgerð
Stutt fyri hálvleik fær Liverpool
brotsspark og aftur er tað Luis
Suarez, ið verður taklaður. »Snýtari«
brøla øll tey í bláum eftir Liverpool
framherjanum. Amerikumaðurin
í Everton málinum, Tim Howard,
bjargar brotssparkinum og so brøla
tey; USA, USA!
Everton megnar at standan ímóti
til seinni hálvleikur er hálvrunnin.
José Enrique leggur bóltin innfyri
til útskeldaða Andy Carroll, sum
skorar. Hann rennur framvið bak
linjuni við armunum út til síðuna,
meðan Everton viðhaldsfólk í øðini
kasta bæði fløskur, hotdog pappír
og annað eftir honum. Eisini seinni
í dystinum fær Luis Suarez somu
viðferð. Hetta er ikki so vanligt at
síggja í enskum fótbólti, men hetta
er nú heldur ikki nakar vanligur
dystur.
Liverpool vinnur dystin 2-0. Luis
Suarez økir eftir at Everton verjan
ikki fæ rrudda burtur.
Framtíðin hjá Everton
– Eg havi tol at bíða í nøkur ár
afturat eftir røttu loysnini, tí tað er
torført at selja eitt felag. Eg velji at
huga positivt, sigur David Dowie at
enda.
Í Manchester hevur Manchetser
City av álvara bjóða grannunum úr
United av. Hetta eftir eigaraskifti
og nýggjum kapitali, kann Everton
gera tað sama í Liverpool býi?
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester United
7
6
1
0
24-5
19
2
Manchester City
7
6
1
0
23-5
19
3
Chelsea
7
5
1
1
17-8
16
4
Newcastle
7
4
3
0
9-4
15
5
Liverpool
7
4
1
2
10-8
13
6
Tottenham
6
4
0
2
11-10
12
7
Aston Villa
7
2
5
0
9-5
11
8
Stoke
7
2
3
2
4-8
9
9
Norwich
7
2
2
3
7-10
8
10 Swansea
7
2
2
3
6-9
8
11 Queens Park Rangers
7
2
2
3
5-13
8
12 Fulham
7
1
4
2
10-7
7
13 Everton
6
2
1
3
6-8
7
14 Wolverhampton
7
2
1
4
6-10
7
15 Arsenal
7
2
1
4
10-16
7
16 Sunderland
7
1
3
3
9-8
6
17 West Bromwich
7
1
2
4
5-10
5
18 Wigan
7
1
2
4
5-11
5
19 Blackburn
7
1
1
5
8-17
4
20 Bolton
7
1
0
6
9-21
3
Premier league
Flest reytt kort
Grannauppgerðirnar millum Everton og Liverpool eru teir dystirnir, ið
hava givið flest reyð kort í Premier League. 20 samanlagt. Av teimum
eru 11 komin í teimum seinastu 14 uppgerðinum.(optajoe – Twitter)
Uppleggjarin Samri Nasri
Síðani skifti til Manchetser City hevur Samir Nasri lagt upp til
seks mál. Hann legði samanlagt upp til sjey mál í Premier League
fyri Arsenal árini hann var har. (www.soccernet.com)
Fótbóltur Tað sigur Radio Merseyside tíðindamaðin og íðni Everton viðhaldsmaðurin,
David Dowie, um dystin millum Everton og Liverpool leygardagin. Í bakandi sól vann
Liverpool 2-0, meðan Everton viðhaldsfólkini vóru í øðini inn á dómaran
Hetta er sanna grannauppgerðin