mánadagur 3. oktober 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
8. juli andaðist fyrrverandi
vegamálastjóri í Danmark,
Per Milner.
Í donskum minningar
orðum verður hann m.a.
nevndur sum størsti danski
byggiharri, síðan kirkjurnar í
sínari tíð vórðu reistar kring
landið.
Heitið stendst av tí stóra
“H”-
skapaða
motorvega
kervinum, ið fevnir um alt
landið, og sum frá luftini
líkist einum H.
Ætlanin kom longu fram
í 1936; men av ávísum or
søkum, eitt nú av krígnum
og fíggjarligum umstøðum,
varð hon ikki framd fyrr
enn undir tíðini, Per Milner
sat sum vegamálastjóri og
hátíðarliga saman við kongs
húsinum í 1994 opnaði sein
asta strekkið við Århus.
Sjálvur minnist eg Per
Milner serliga sum arbeiðs
felaga fyri meira enn hálvari
øld síðan í vegagerð í gamla
Persia undir hansara hátign,
Mahmad Reza Shah Pahlevi,
hjá danska felagnum KAMP
SAX, tá vit í áravís húsaðust
í tjaldi, mátaðu upp lendið,
teknaðu kort at leggja veg
in eftir, prosjekteraðu tey
strekki, gerast skuldu og
fingu strekkini lutað sundur
í umleið 50 km til hvønn at
hava eftirlit við, til vega
gerðin var liðug.
Borin í heim, 25. nov. 1926,
sum sonur tiltikna “kongin
av Bornholm”, Christopher
Milner, amtsvegamálastjóra,
hevði Per lyndi til at vera
heldur enn ikki ráðaríkur,
og við hvørt stóð hart ímóti
hørðum; men trúgvari starvs
felaga verður leingi at leita
eftir, og okkum í føroysku
vegagerðini
var
hann
í
norrønum høpi av sonnum
hollur stuðul, m.a. annað
eydnaðist Mikkjali Helmsdal,
landsverkfrøðingi, Jógvani
Nolsøe og Per Milner at fáa
okkara
oyggjafelag,
sum
tað einasta, limaskap sum
serstak tjóð í NVF – Nordisk
Vejteknisk Forbund.
Honum og eftirmanni
Mikkjals, Henningi Jacobsen,
landsverkfrøðingi, fyri at
takka var gongd við at
koma í føroyska luttøku í
alheims vegagerð eftir sama
leisti sum Per Milner hevði
lagt til rættis og við góðum
úrsliti roynt í Danmark;
men tann inntøkukeldan
varð sum kunnugt, so løg
ið tað ljóðar, turrløgd, tá
Landsverkfrøðingsstovnurin
av politiskum ávum í 1998
varð skorin niður frá fram
skygdum framherja til hald,
ábøtur og eftirlit, alt gott
annars um tað at siga.
At Per Milner ikki lá á tí
latu síðuni, sæst sambært
“bláu bókini” av, at hann,
eftir lokna útbúgving og
hertænastu, í 2 ár starvaðist
hjá Kbhs. Amtsvejvæsen, 2
ár í ráðgevandi felag í San
Fransisko, 6 ár hjá KAMPSAX
í Persia og í tíðarskeiðinum,
1962 – 1996, í Dansk Vej
direktorat, tey seinastu 24
árini sum vegamálastjóri.
Í 1967 var hann fyri heims
bankan gjøgnum KANPSAX
leiðari av eini kanningarferð
til Brasilia at gera yvirlit yvir
støðu landsins í vegahøpi.
Per Milner var nevndar
limur og/ella stýrislimur í
29 feløgum og fyritøkum og,
í flestu av teimum teknisku,
ávís skeið sum formaður.
Hann var heiðurslimur
í Rådet for større Færd
selssikkerhed, Nordisk Vej
teknisk Forbund og Dansk
Vejhistorisk Selskab. Frá
farin fyri aldur tók hann í
2003 prógvið Bachelor of
Arts (KbhsUnivers.) í eystur
europiskari søgu.
Per Milner legði eisini
eftir seg nógv søguligt tilfar
frá drúgvum royndum, og
kundu bøkur verið skrivaðar
um mannin sjálvan; men tað
ber ikki til í stuttum minn
ingarorðum, og fari eg vegna
mongu verandi og farnu
vinfólk hansara í Føroyum
við hesum fáu orðum í sam
kenslu við øllum hansara
at lýsa frið yvir minnið um
føroyavinin Per Milner.
Á ólavsøku 2011
Heini Olsen
Per Milner in memoriam
– ein føroyavinur farin
Nøvn
Jona Jacobsen á Glyvrum
andaðist leygarmorgunin á
Landssjúkrahúsinum, 69 ára
gomul.
Jona var gift við John
Oluf Jacobsen, og tey eiga
børnini Flóvin, Elnu, Oluffu
og Johan. Ommubørnini eru
7 í tali, Morten og Villiam,
Bergur og Ólavur, Sonja og
John og Lív Helena.
Jona var dóttur Elinu og
Jákup Hansen á Glyvrum og
var triðelst av 7 systkjum.
Systkini vóru Emilia, Sonja,
Byrgerð, Eydna, Mads og
Kristian Martin. Emilia and
aðist í 1999.
Jona var trúgvandi og
legði stórt arbeiði í Missi
óns- og ungdómshúsið á
Glyvrum. Hon var við í tí
mesta arbeiðinum har, mill
um annað byrjaði hon, sam
an við øðrum, Blá Kross
arbeiðið har, og eitt av teirra
hjartamálum var ungdóms
møtini. Í stýrinum fyri Missi
ónshúsið sat hon í nógv ár.
Sunnudagsskúla
hevði
hon eisini, og at syngja í
streingjakórinum var henni
ein stór gleði.
Í Leguhúsinum í Nesvík
var Jona eisini virkin; við
barnalegum tey fyrstu árini
og seinni við bygdalegum.
Jona
starvaðist
sum
heimahjálp í nógv ár, og
seinnu árini, hon arbeiddi,
var hon á Vesturskyn á Toft
um.
Jona Jacobsen farin