mánadagur 3. oktober 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
28
Sosialurin
Nøvn
Hósdagin tann 10/03-2011
andaðist Karl Joensen á
Ryggi í Miðvági 96 ára gamal.
Karl var føddur tann 12/02-
1915. Hann var sonur Onnu
Elisabeth (f. Niclasen 13/05-
1884 til 28/02-1966) og Heina
Joensen (15/10-1884 til 15/06-
1973).
Tey vóru 6 systkin, hini
vóru: Jógvan Erland (29/10-
1913 til 05/10-2006), Johan
(15/01-1917 til 06/03 - 2009),
Sámal ( 02.02.1919 til 28/03-
1942 ), Godtfred (25/02-1921)
og Valborg (26/04-1923)
Hóast høga aldurin kann
eg ikki siga, at Karl var
mettur av døgum, nú hann
fór heim. Heldur var hann
møddur av sjúku.
Karl var ein sjáldsama
raskur maður og gott var í
honum. Jákup á Tormans
bakka plagdi at siga, at hann
sum skipari hevði sproytað
mangan mannin, men eingin
var so seigur sum Karl, har
vóru bara vøddar, so tú fekst
ikki eina nál í hann.
Karl arbeiddi longri enn
fólk flest. Tá hann var 87 ára
gamal kom hann at biðja meg
pløga við sær. Karl helt sjálv
ur plógnum, meðan eg koyrdi
traktorin. Hann pløgdi til
hálvaaðru tunnu, og ságt var
lendið.
Tá hann var 88 ár, bað
hann meg hjálpa sær at
seta stiga upp á takið. Hann
skuldi festa antennuna, sum
var losna. Antennan stendur
heilt upp móti mønuni, so
mær dámdi illa at lata hann
fara upp. Spurdi, um eg ikki
heldur skuldi fara. Fekk at
vita, at um eg tordi upp,
kundi eg fara, men at hann
mundi fara at klára tað. Eg
slapp tó at festa antennuna.
Karl og systurin Valborg
høvdu stóran hava og var
hann sera væl røktur inntil
Karl bleiv sjúkur. Sera vakur
stóð hann um summari ser
liga tær mongu páskaliljur
nar vaktu ans.
Karl var sera birgur inntil
hann sum 91 ára gamal fekk
opið magasár. Hann var nokk
skorin nakað seint, og fekk
stórt afturstig av hesum.
Eftir skurðviðgerðina kom
hann ongantíð heilt fyri
seg aftur. Hann kom tí ikki
heimaftur á Rygg at búgva,
men fór á Sýnina.
Karl hevði heldur ynskt at
búð heima, men hevði tó alt
gott at bera starvsfólkunum
á Sýnini. Hann plagdi at siga:
“Eg geri einki til nyttu her
inni, so her er einki hjá mær
at vera til, ikki tí, legði hann
afturat, tær eru fittar allar.”
Og tað eru tær eisini, og tóku
sær væl av honum líka til tað
seinasta. Tøkk skulu tit hava
fyri tað!
Eg plagdi at koyra biltúrar
við Karli aftaná at hann
ikki longur hevði koyrikort.
Hann fylgdi sera væl við,
hvat fyrifórst í bygdini. Hann
legði merki til hvørt hús, sum
bleiv málað, vindeyga skift
ella onnur smáting, sum eg
ikki gáaði eftir.
Seinastu tíðina var hann
eitt sindur óklárur, tá hann
var inni á Sýnini, men tá
hann kom út og sá tey ymsu
húsini og støð, hann kendi,
klárnaði fyri honum. Hann
fór tá at greiða frá ymsum
hendingum og persónum,
so hvørt vit komu framvið
støðum ella húsum, har
hendingar vóru farnar fram,
ella hesir persónar høvdu
búð. Eg sá á honum, tá hann
kom fram á eina søgu. Hann
lýsnaði í andlitið, smílið kom
fram, og so fór hann at for
telja. Sinnalagið var gott líka
til tað seinasta.
Karli dámdi sera væl at
vitja Sunnivu í Bø. Maður
hennara Herluf og Karl vóru
systkinabørn og vinmenn.
Vit vóru mangan inni á gólvi
num hjá henni, tá vit vóru
biltúrar. Seinastu ferð vit
vitjaðu Sunnivu, var einar
tríggjar vikur áðrenn Karl
andaðist. Hann tók so hjarta
liga í hondina á henni, tá vit
fóru avstað aftur. Eg sá, at
hann var rørdur. Karl mundi
kenna á sær, at hana sáð
hann neyvan aftur í hesum
lívinum.
Karl fór, sum so mangir tá
á døgum, til skips sum hálv
vaksin. Hann sigldi í nógv
ár við fleiri skipum, bæði
trolarum og línubátum. Karl
var tó mest kendur, sum
handverkari. Hann lærdi hjá
pápa sínum á maskinsnikk
araverkstaðnum á Gjónni.
Eitt av stóru arbeiðunum,
sum Karl var við til, var
at byggja Miðvágs Kirkju.
Hesum arbeiði stóð pápi
hansara fyri. Kirkjan hevur
skifurtak, sum var vanligt í
teimum døgum, tá hon var
bygd. Karl dugdi sera væl
at leggja skifurtak á. Hann
var við til at umvæla hesi
tøk ymsastaðni í landinum,
inntil hann var omanfyri 80
ára aldur.
Karl var morgunmaður.
Hann fór altíð upp um 5-6
tíðina og so til verka. Hann
fortaldi, at ein morgunin var
hann sum vanligt farin tíð
liga upp, hann skuldi grava út
fyri nýggjum køsti til 4 neyt.
Tá onnur fólk komu upp,
var Karl liðugur at grava.
Tá segði Stewart við hann:
“You are a man for a work”.
Stewart var skotskur sak
førari, sum plagdi at ferðast
á Ryggi á hvørjum sumri
millum kríggini. Hann segði
seg vera arvingin til skotsku
trónuna.
Karli dámdi sera væl
at fiska síl. Hetta komst
møguliga av, at áðurnevndi
Stewart kom til Føroya mest
fyri at fiska síl. Stewart var
múgvandi maður, so hann
hevði ungar menn við sær
sum berarar, tá hann fór at
fiska. Ein av hesum berarum
var Karl. Karl gavst tó at fiska
síl, tá hann kom til mans. Í
1970 bað eg Karl gera mær ein
odd. Eg spurdi hann tá, um
hann ikki kom við at royna
oddin. Hann visti ikki, hann
hevði tá ikki fiska síl í eini 35
ár. Hann kom tó við. Vit fingu
99 síl. Nummar 100 vildi
ikki býta á, tó at vit royndu
leingi. Tá birtist áhugin fyri
sílaveiðuni hjá Karli aftur
av álvara. Vit vóru nógvar
túrar á Fjallavatni saman. Tó
fiskaði hann mest saman við
Heina hjá Godtfredi.
Karl var sjálvstýrissinn
aður maður. Sjálvbjargnis
hugsjónin stóð honum nær.
Honum dámdi sera illa argu
mentini hjá sambandsfólk
um. Hesi vóru av fáu ting
unum, sum kundu øsa Karl.
Karl hevði sera gott minni.
Serliga var tað familju, sum
hann visti nógv um. Hann
kendi flestu familjur í Vágum
fleiri ættarlið aftur í tíðina,
og dámdi væl at greiða frá.
Tá onkur bók kom út, sum
greiddi frá familjum í Vág
um, og feilur var í, var Karl
harmur.
Karl var ikki bert kropsliga
sterkur, men eisini sálarliga.
Hann var út fyri nógvum
skakandi hendingum.
Sum ungir fóru Karl,
Jógvan Erland, Hassi og
Sigurd á Urðina at fleyga
lunda. Karl gekk aftastur og
Jógvan Erland næstaftastur.
Mitt um bergið var Jógvan
Erland áhaldsin og datt. Tá
segði Karl stillisliga við hinar:
“Nú fall bróðir”. Fleiri høvdu
nokk rópt við. Teir fóru so at
hyggja útav og sóu, at Jógvan
Erland var støðgaður á einum
rókarskapilsi longur niðri.
Hann fekk sjálvur komið sær
aftur á gøtuna, og teir hildu
áfram niður á Urðina.
Tað minniligu ferðina, tá
Kaj hjá Sørini knústi lærið í
Nýggjabergi, var Karl eisini
við. Hann var júst komin
upp á eggina, tá róp kom í
niðri í berginum. Ein steinur
var dottin og hevði rakt
Kaj í lærið, sum fór í knús.
Jóannes Norði í Stovu var
einsamallur niðri saman við
Kaj. Bratt var, og Jóannes
hevði nokk við at halda Kaj,
so hann ikki datt oman.
Karl lesti seg niðuraftur, teir
bundu beinið á Kaj til, sum
teir kundu best, og fingu
hann við mikið strev upp á
Eggina og heim í Fjallhúsið,
har teir yvirnáttaðu í ring
asta ódnarveðri. Dagin eftir
fór Kaj á sjúkrahúsið.
Ein morgunin í 1967 var
Karl sum vanligt til arbeiðis
á Gjónni áðrenn kl. 0700.
Tá brestur hurðin upp og
Martin Berg kemur inn, elds
login stendur um hann. Karl
var skjótur og fór í ánna
við honum at sløkkja eldin.
Martin hevði fingið dánilsi
og var dottin yvir opnan eld,
tá hann var í ferð við at gera
sær morgundrekka. Hann var
vaknaður við aftur av pínu.
Hann var so illa brendur, at
hann doyði fáar dagar seinni
á sjúkrahúsi í Danmark.
Á sumri í 1992 stóð Karl
uttanfyri handilin hjá Jákup
Magnussen og tosaði við vin
mannin Niels Paula Hansen,
tá Niels Pauli knappliga
dettur deyður niður. Karl
dámdi ikki at tosa um hetta
seinni.
Í 1942, tá Nýggjaberg fórst,
skuldi Karl sjálvur havt
verið við tann túrin, men
ein vinmaður hansara, sum
hevði familju at forsyrgja,
bað lova sær við ístaðin.
Karl játtaði hesum. Eitt tað
seinasta hesin maður segði,
áðrenn teir fóru avstað, var:
“Karl hevur mangan verið
mær góður”. Nýggjaberg kom
ongantíð aftur. Millum teir,
sum fórust, var eisini bróður
Karl: Sámal.
At Karl hevði latið annan
mann fara fyri seg, nívdi
hann so leingi, hann livdi. Tá
modell av “Nýggjaberg” kom
í kirkjuna at standa, spurdi
Karl meg, um hann skuldi
havt gjørt ørvísi. Hann tosaði
eisini um hetta sama seinni.
Karl var ikki bert við at
byggja Miðvágs kirkju, hann
var eisini ein sera trúgvur
kirkjugangari. Hann gekk
í kirkju hvønn sunnu- og
halgidag, so leingi hann ork
aði. Karl var eitt sera gott
fólk, altíð stillur og blíður.
Hann var eisini góður við
síni, serliga var tað Heina
og børnini hjá honum, sum
stóðu Karli nær.
Friður verið við minninum
um Karl.
Georg
Nøkur orð til
minnis um
Karl Joensen
á Ryggi
í Miðvági