mánadagur 3. oktober 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
Kjak
Tíggjundi partur
Tá ið vit koma til 15. Kap. í
Ápostlasøguni, lesa vit, at
har aftur gjørdist ósemja
um umskeringina og lógina.
Tað vóru nakrir í kravdu
at teir heidningarnir, sum
høvdu tikið við trúgv, skuldu
umskerast og fáa boð um
at halda lógina. Tað bleiv
síðani ein fundur um hetta,
har Pætur og Jákup (vanliga
hildin at verða beiggi Jesusar)
høvdu orðið. Hetta førdi til
eina semju, men eg haldi
tað líkist eini neyðsejmju,
tá ið man hugsar um tað,
sum Paulus skrivar og lærir
seinni. Paulus lærir greitt,
at vit, sum trúgva á Kristus
eru fræls og hava einki at
gera við Móselóg. Lógin var
skuggin av Kristusi.
Hesin fundur er áhuga
verdur. Teir trætast fyrst
nógv um hetta, síðani tekur
Pætur orðið og hann sigur
m.a. hetta:
Hví freista tit tá nú Gud
við at leggja ok á háls læri
sveinanna, sum hvørki fedr
ar okkara ella vit hava verið
mentir at bera! Vit trúgva jú,
at vit verða frelstir av náði
Harrans Jesusar - vit líka væl
sum teir!" Áp. 15,10-11.
Hann leggur also einki
boð á heidningarnar. Men so
fer Jákup upp. Jákup tykist
at vera ein, sum hevur verið
heftur nakað av lógini. Vit
lesa í Galatiabrævinum, har
Paulus stríðist fyri, at fáa
ta samkomuna frá aftur
lógini, sum teir eru farnir
undir aftur. Har sigur hann,
at Kefas, sum er tann sami
sum Pætur, hyklaði. Tí fyrst
át hann saman við teimum
trúgvandi heidningunum,
sum har vóru, men tá ið
nakrir komu frá Jákupi, dró
hann seg undan og skilti
seg út, tí hann ræddist teir
av umskeringini. Vit hava
fyrr sæð, at teir sokallaðu
umskornu høvdu at Pæturi,
tá ið hann fyrstu ferð fór
inn hjá einum heidningi,
nevniliga Kornelius. Tað
tykist at Jákup hevur veri
merktur av lógini og ikki
hevur verið so frælsur sum
Paulus, og tað er helst tað,
sum kemur fram her. Tí tá
ið hann hevur havt orðið,
koma brøðurnir til hesa
niðurstøðu, sum vit lesa í
versi 28-29:
Heilagi Andin og vit hava
tá gjørt av, onga aðra byrði
at leggja á tykkum enn hetta
- sum neyðugt er -: At tit
halda tykkum frá tí, ið ofrað
er til avgudar, frá blóði, frá
tí, sum kvalt er, og frá sið
loysi. Táið tit halda tykkum
frá hesum, skal tykkum
gangast væl. Livið væl!"
So kunnu vit spyrja:
Gongur Heilagi Andin við
til neyðsemjur? Ja, tað
tykist so. Vit síggja av tí,
sum Paulus lærir seinni, at
hann lærir, at vit kunnu eta
alt. Hygg hvat hann sigur í
Róm. 14:
Ein hevur trúgv at eta alt
... v. 2. Eg veit og eri í Harran
um Jesusi vísur í, at einki er
í sær sjálvum óreint; bert
honum, ið roknar nakað
fyri óreint - honum er tað
óreint. V. 14.
Legg til merkis hvat,
hann sigur: Honum, ið
roknar nakað fyri óreint –
honum er tað óreint. Paulus
trumlar ikki, um man so
kann siga, fram, men lærir,
at vit mugu hava fyrilit og
hugsa um onnur, sum hava
eina aðra fatan hesum
viðvíkjandi. Tað skulu vit
koma til í næsta parti.
Hetta, sum eg skrivi nú,
skal takast við fyrivarni, eg
kann taka feil, eri bara eitt
menniskja, men vit mugu
hava loyvi at royna at fáa
tann lærdóm fram, sum
skriftirnar læra okkum, tí
tað er tað tær eru givnar
okkum til.
Framhald
Hugleiðingar úr
Ápostlasøguni
Richard Danielsen
Men um so er, at vit eiga
nakað, so skulu vit seta virði
av hesi ogn upp á okkara
árligu ognaruppgerð.
Eg havi ikki sett nakað
slíkt tal á ognaruppgerðina.
Orsøkin er tann, at eg haldi
tað vera skeivt at siga, at eg
eigi nakran part í hesi ogn.
Eigarin er ein sjálvstøðugur
grunnur, og hann skal ráða
yvir ognini eftir teimum
reglum, sum lóggávuvaldið
setur.
Tað sum nú er hent, er
tað, at hesin grunnur fær
ov
lítið
samfelagsgagn
burtur úr ognini.
Hetta hevur álvarsligar
avleiðingar fyri land okkara.
Nú vóru tveir skilamenn í
fjølmiðlunum samdir um, at
alt ov illa gongst við okkara
vinnulívi, og at vandi er fyri
hópfráflyting.
Allar royndir vísa, at tað
hjálpir upp á vinnulívsmøgu
leikarnar at almenna jørðin
gerst óðalsjørð. Tann skipan,
vit hava innan okkara jarðar
viðurskifti, er okkum øllum
ov dýr, tí halda vit fram við
henni, fara vit so singlandi
eftir taparabreytini.
Siga vit at vit eiga ta
almennu jørðina, so hava
vit skyldu til at gera tað
rætta við henni. Gongdin í
landinum hevur prógvað,
at tað hava vit ikki gjørt.
Tí noyðast vit at taka
upp annan tátt og leita
óðalsleiðina.
Eg sigi fyri meg sjálvan,
at um so var, at eg átti ein
part av tí almennu jørðini,
so hevði eg einki petti
havt ímóti at hesir teigar
gjørdust óðalsjørð eins og
tað grundstykki, sum eg
búgvi á. Hetta er tí at eg
haldi, at vinningurin av
hesi broyting kemur at
vera ovurhonds stórur, ikki
bert fyri verandi festarar
og traðarmenn, men eisini
fyri meg og øll onnur sum
liva í landinum. Men verður
hetta ikki gjørt, so koma vit
til at gjalda høgan prís fyri
okkara stuttskygda gírni.
Við at vísa stórsinni og
gera ta almennu jørðina til
óðalsjørð gerast vit tí ikki
fátækari, men øll somul
ríkari.
Zakarias Wang
Verða vit
fátækari
av at gera
ta almennu
jørðina til
óðalsjørð?
Eitt av tí, sum verður ført fram,
nú festarar og traðarmenn
hava vent sær til tingið fyri
at fáa somu rættarstøðu sum
óðalsmenn, er at vit øll eiga
ta almennu jørðina, og verða
festarar og traðarmenn óðals
menn, so gerast vit øll fátækari
Eina Andreasen
Forkvinna í
Ergoterapeutfelagnum
Ber til at økja um lívsgóð
sku og samstundis spara
pengar?
Jú hetta er prógvað í
londunum rundanum okk
um, og svarið er gerandis-
rehabilitering. Í Fredericia
hava tey roynt hetta síðani
2008, og lesast kann meira
um tað á: www.fredericia
kommune.dk/EgetLiv/
topmenu/forside/
Umboð fyri Ergotera
peutfelagið hava verið til
tað árliga Nordic Forum
fyri formenn og næstfor
menn úr norðurlendsku
Ergoterapeutfeløgunum,
hesaferð í Reykjavík. Hetta
gevur okkum gott innlit í,
hvat gongur fyri seg í lond
unum rundanum okkum,
tá vit tosa um møguleik
ar og rættindi hjá øllum
borgarum at liva eitt virkið
lív, hóast niðursettar førleik
ar vegna sjúku ella brek.
Rehabilitering er ikki
eitt nýtt fyribrigidi her
hjá okkum, og tað er fleiri
ferðir varpa ljós á evnið,
men enn verður tað ikki
útint í verki.
Endamálið við gerandis-
rehabilitering er at økja
um førleikarnar hjá borgar
anum, so hann kann klára
meira sjálvur. Tað verður
gjørt við at bjóða venjing
áðrenn varuga hjálp. Hetta
gevur borgaranum øktan
lívskvalitet,
samstundis
sum pengar verða spardir.
Og tá vit tosa um venjing,
er tað ikki einans kropsliga
venjing, men eisini venjing
í at útinna dagligar upp
gávur, sum hava týdning
fyri tann einstaka borgar
an. Eitt dømi, har gerandis-
rehabilitering
kann
út
innast í verki, er tá borgarin
ella avvarðandi seta seg í
samband við Heimatænast
una fyri at fáa heimahjálp,
tí borgarin ikki maktar
gerandisdagin sjálvur.
Í dag ber til hjá eldri at
fáa
heimahjálp
(varuga
hálp) og so er næsta stigið
at koma á røktarheim, sum
er ein sera dýr loysn fyri
samfelagið. Heimatænas
tan kann í dag ikki bjóða
at stuðla einum eldri fólki
í at vera virkin í egnum
heimi. Eitt dømi er, at
heimahjálpin ikki hevur
møguleika fyri at keypa
inn og gera mat saman
við borgaranum, men døg
urðin kemur útifrá, og ann
ar matur verður býlagdur
í handlinum. Hetta má
metast at vera varug hjálp,
tí her er eingin venjing í
tilboðnum, sum kann gera,
at borgarin verður sjálvstøð
ugur aftur. Harafturímóti
ger hendan varuga hjálpin
borgaran passivan, og í
longdini missir hann teir
førleikar, sum skulu til fyri
at klára gerandisdagin, og
fær hann tørv á enn meira
hjálp og verður harvið
eisini dýrari fyri samfelagið
í nógv ár.
Sjálvandi skal borgarin
hava
varuga
hjálp,
tá
tørvur er á hesum, men
tað hevur týdning at bjóða
venjing áðrenn. Tað er júst
her pengarnir eru spardir
og
borgarin
fær
økta
lívsgóðsku. Men tað krevur,
at tað verður hugsað øðrvísi
í tænastunum til eldri,
enn tað verður í dag. Um
gerandis-rehabilitering skal
útinnast í verki, krevur tað
at arbeitt verður tvørfakliga
í øllum liðum í skipanini,
eisini á leiðslustigi.
Og gerandis-rehabilite
ring snýr seg sum nevndt
ikki einans um spardan
pening, men um at øll í
hesum samfelagnum hava
rætt til at liva eitt virkið lív
hóast niðursettar førleikar
vegna sjúku ella brek. Øll
hava eisini rætt til at vera
við til at avgera, hvat er
eitt gott lív fyri tey, so tey
“sum longst kunnu vera
í egnum lívi”. Og hendan
rættin kann tann føroyska
skipanin ikki tryggja borgar
anum í løtuni.
Niðurstøðan má vera,
at tað ber til at fáa meira
fyri minni. Men tað krevur
nýhugsan.
»Sum longst í
egnum lívi«