mánadagur 3. oktober 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
30
Sosialurin
Heitið á hesum sangurin
frá 1994, hjá írska bólkinum
D-Ream, gjørdist eyðkennis
sangur undir valstríðnum
uppundir bretska parlaments
valið í 1997, og var ein roynd
at vísa á tørvin á politiskum
broytinum í Bretlandi tá.
Men
heitið
á
hesum
sanginum er júst líka aktuelt
her í Føroyum í dag, eftir
18 ára polariseringsstríð í
føroyskum politikki, millum
Tjóðveldi
og
Sambands
flokkin.
Eitt
stríð
sum
hevur køvt og tikið burtur
allan politiskan áhuga fyri
at fokuserað uppá tørvin
hjá vanligu borgarunum og
vinnulívinum her á landi.
Tí
hava
vit
nú
eitt
amputerað
heilsuverk,
eitt uppstøðga lógarverk á
almannaøkinum, heimsins
hægsta skatta- og avgjalds
trýst á vinnu og borgarar,
og eitt løgting sum fólk ikki
hava áhuga í longur.
Tíðin er komin, har tørv
urin hjá vanligum føroy
ingum og vinnulívi skal
raðfestast framum polari
seringsstríð.
Tí bjóði eg meg fram sum
løgtingslim, fyri har at verða
við til at stilla kumpassina av
nýggjum og ”venda skútuni”,
tí “Things Can Only Get
Better”
“Things Can
Only Get Better”
Aibritt á Plógv
valevni Fólkafloksins
LØGtingsvalið 2011
Tað hevur verið tosað í rúma
tíð um at fáa orðað lóggávu
og meginreglur fyri útbjóðing
av almennum arbeiðum og
verkætlanum, men meðan
vit bíða eftir hesum politikki,
verða alsamt fleiri uppgávur
hjá tí almenna als ikki bodnar
út. Um hetta er eitt tilvitað
val til tess at fáa høvi til at
seta almennar verkætlanir í
gongd sum skjótast uttan út
boð, nú val stendur fyri dur
um, skal eg lata vera ósagt,
men tað er als ikki nøktandi
fyri menningina og framburð
in innan føroyskt vinnulív.
Tað eru fleiri fesk dømi
um, at landsstýrið skúgvar
til viks útboð av almennum
verkætlanum. Nevnast kann
m.a. nýggja skattaskipan fyri
25 mió. og prosjekteringin av
nýggja psykiatriska deplinum
á landssjúkrahúsinum til
góðar 300 mió., har pro
jekteringsupphæddin er áleið
10-15 % av hesari upphædd.
Hetta leggur eina køvandi
hond yvir KT-vinnuna eins
og ráðgevaravinnuna.
Tað kann sjálvsagt vera
sera freistandi at fáa upp
gávurnar gjørdar í skundi og
at leypa tung prosjekterings
umfør um og at sleppa undan
at gera útbjóðingartilfar v.m.,
men politiska skipanin hevur
eina skyldu til at umsita
skattaborgarans pening á
ein skynsaman hátt. Allar
størri almennar verkætlanir,
um tað eru vegir, bygningar,
KT- skipanir, prosjekteringar
av ymsum slagi eiga at
verða bodnar út, soleiðis at
tryggjað verður, at vit fáa
bestu
verkætlanina
fyri
minst møguligan pening,
umframt at tryggjað verður
kappingarførið í vinnuni.
Vit tosa øll um, at vit skulu
hava onnur bein at standa á
enn bara fiskivinnuna, men
við førda politikkinum í
løtuni køva vit menningina
av okkara privata vinnulívi,
sum kundi givið landinum
tær eyka inntøkurnar, sum
vit veruliga hava tørv á.
Meðan vit bíða eftir almennu
reglunum um útbjóðing, hava
vit ein almennan útbjóðingar
politikk, har tilvildin ræður,
og har hugsjónin til útbjóð
ing er tengt at hugburðinum
hjá tí einstaka landsstýris
manninum mótvegis vinnuni.
Hetta er ikki røktandi og má
og skal broytast, um vit vilja
forða fyri, at enn fleiri fólk í
vinnuni rýma av landinum.
Undir
heitinum
öEitt
sterkt vinnulív û eitt sterkt
samfelagö verður árligi vinnu
dagurin settur í morgin.
Hóast nógv bendir á, at
politiska skipanin ikki tekur
hesi orðini í tí álvara tey eru
søgd, so skal tað verða mítt
ynski, at politiska skipanin
tekur hesi orð til sin, og setir
øll segl til fyri at menna og
stimbra føroysku vinnuna
til frama fyri tann føroyska
búskapin.
Góðan vinnudag
Vantandi útbjóðingar
politikkur er ein
meinbogi fyri
føroyskt vinnulív
Annika Olsen
Løgtingskvinna
LØGtingsvalið 2011
Javnaðarflokkurin vil virka
fyri, at fátækramark verður
ásett í Føroyum – tað er tann
inntøkan, sum í minsta lagi
skal til hjá einum húsarhaldi
fyri at kunna hava sámilig
livikor.
4.169 kr. um mánaðin
– tað er óoffisiella føroyska
fátækramarkið í dag! Tað
nýtist ongin forkláring um,
at hetta røkkur hvørki til
eitt ella annað – tað røkkur
ikki til helvtina av tí, tú
hevur brúk fyri til lívsins
uppihald.
Men hesar 4.169 kr. – tað
er upphæddin, sum Almanna
stovan sambært forsorg
arlógini skal leggja sum tann
sosiala grundupphæddin, ið
ein borgari í Føroyum í 2011
hevur krav uppá.
Hetta er so, tí at í for
sorgarlógini er ásett, at tað
er grundupphæddin í fólka
pensjónini, sum skal vera
grundleggjandi veitingar
eindin í sosialu tryggingar
skipanini í Føroyum. Hend
an grundupphæddin er í
dag 4.169 kr. fyri ein stakan
og 3.313 kr. fyri ein giftan
pensjonist.
Hetta var eisini upp
hæddin fyri 12 árum síðani, tá
tásitandi fullveldislandsstýri
setti prístalsreguleringina av
grundupphæddini úr gildi.
Grundupphæddin varð fryst
fast til 1999-støðið, og er tað
sama enn tann dag í dag.
Í sama tíðarskeiði er
prístalið hækkað 25%. Tvs.
at tann sosiala grundeindin,
sum í 1999 hevði eitt virði
uppá 4.169 kr., í dag skuldi
verið 5.211 kr. fyri at fylgt við
prísgongdini. Men sjálvt tað
røkkur onga leið.
Tí skulu vit nú áseta eitt
vælgrundað fátækramark,
sum ein rímilig minstaupp
hædd, ið eitt húski í dagsins
Føroyum hevur fyri neyð
uni, fyri at kunna liva eitt
sámiligt lív.
Vit fáa neyðuga vitan
um
inntøkugrundarlagið
úr nýggi livikorskanningini,
sum Hagstova Føroya leggur
síðstu hond á í hesum
døgum.
Nú skulu vit fáa hesa
vitan inn í eina endurskoðan
av
okkara
forsorgarlóg.
Hetta nýtist á ongan hátt at
merkja, at útreiðslurnar til
forsorgarhjálp skulu økjast
samsvarandi. Tí tað eru
veitingar, sum í dag verða
veittar øllum, uttan mun
til inntøku, tí ríka eins og tí
fátæka. Tað eiga vit í ávísan
mun at gera upp við, so tey
ríka kunnu gjalda fyri seg
sjálvan,
meðan
hjálpin
verður betri og kann gera
størri mun hjá teimum,
sum veruliga hava hana fyri
neyðuni.
Sosialt fátækramark
skal ásetast !
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
LØGtingsvalið 2011
TAKS er ein almennur stovn
ur sum vit borgarar mugu
hava fult álit á. Sum støðan
er í dag, eru nógv dømi um,
at útisiglarar ikki hava álit
á TAKS, tí viðgerðin tykist
verða so ymisk frá persóni
til persón. Tað má verða
eitt krav at øll verða líka
viðgjørd.
Tað eigur ikki at koma
fyri at fólk fáa ymiska við
gerð frá TAKS, bara tí onkur
ger vart við. Hetta skapar
órógv, misnøgd og sáar iva
um trúvirðið hjá hesum
almenna stovni. Skattligu
viðurskiftini mugu verða
greið og ongin ivi eigur
at verða hvørki hjá TAKS
ella skattgjaldara, hvat og
hvussu nógv TAKS skal inn
krevja. Hetta má fáast uppá
pláss, annars er vandi fyri,
at hesir menn taka avleiðing
arnar og flyta av landinum.
Um orsøkin er at lógir
nar
og
kunngerðirnar
kunnu tulkast ymist, alt
eftir hvør lesur tær, so má
Fíggjarmálaráðið bera so í
bandi at hetta kemur í rætt
lag skjótast.
Um hetta ikki er trupul
leikin, so má leiðslan í TAKS
taka stig til at hesi viður
skifti koma í rættlag.
Tað verður tosað nógv um
at fáa fólk heim til land okk
ara eftir lokna útbúgving.
Samtíðis leggja vit so stórar
skattabyrðar á tey sum
arbeiða í Føroyum, at fólk
flyta av landinum, ja flýggja
undan skattabyrðini.
Her má koma vend í.
Eitt
komandi
landsstýri
má
broyta
skattaskipan
okkara. Fólkaflokksins boð
er at fara yvir til eina flat-
tax skipan har tú ongantíð
verður skattaður meir enn
40% av tí sum tú vinnur.
Tey sum í dag vinna meir
enn 20.000 um mánaðin
gjalda toppskatt uppá 68%,
umframt gjøld og annað.
Vit mugu gera tað liviligt
hjá fólki her í landinum. Tað
skal loysa seg at arbeiða. Vit
mugu gera alt fyri at fólk
ikki stingur í sekkin orsakað
av lógum, sum taka hugin
frá fólki at arbeiða.
Hetta má fáa hægstu
raðfesting í eini komandi
samgongu.
Útisiglarar og TAKS
Jákup Mikkelsen
løgtingsmaður
LØGtingsvalið 2011
Valgreinar