mánadagur 3. oktober 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
So er bríksla, dysturin er
liðugur fyri hesaferð. Hvat
var so úrslitið. 10-0 til okkum
sigur onkur, ja vit vunnu 10-
0 sigur ein annar. Ein triði
rópar eisini 10-0, ja allir 33
leikarar renna við armunum
yvir høvd siga seg hava vunn
ið 10-0. Men trupulleikin at
eingin hevur vita, hvør hevur
verði í parti. Leikarar á øllum
liðunum hava, tá tað hevur
passa teimum, blakað floks-
troyggjuni, og spælt solo.
Hetta hevur verið sum at
sæð ein fótbóltsdyst í smá
piltadeildini. Her hevur eing
in taktikkur veri, eingin leik
ari hevur hildið seg á sínum
plássi á vøllinum. Allir hava
tuska eftir bóltinum, og tá teir
er komnir til bóltin, so hava
teir bara smekka til hann, ikki
hugsa um at spælt bóltin víðari
til ein viðleikara, sum kanska
stendur púra fríður framman
fyri málinum. Tí hugsa tær
um hann fekk mál so kann tað
vera at viðkomandi ikki sleppi
á liðið næstu ferð.
Í øðini fyri at sleppa at
skjóta mál, so hava spælar
arnir skotið bóltin í málið
hjá Føroyum, so tað syrgiliga
úrslitið er ikki 10-0 men 0-10
til Føroyarland.
Men tað finnast tó eisini
góðir liðleikarar á øllum
liðum. Teir sum halda síni
pláss, sum hugsa um liðið,
hugsa
um
samanspælið,
hugsa um og vilja skapa
góð úrslit fyri Føroyar, men
alt verður oyðilagt av solo
leikarar sum ikki vilja av
aftur við bóltin tá teir fáa
hann. Ein leikari sum ikki
heldur disiplinina er nokk til
at oyðileggja eitt heilt lið.
Sum sagt, so er dysturin
liðugur. Hetta var næst sein
asti dysturin. Um 4 vikur
byrjar tann seinast og avger
andi dysturin. Tað avgerandi
dysturin um Føroyar koma
víðari til næsta umfarið.
Úttøku royndin er byrja.
Tað er tú veljarin sum skal
seta liðið. Avgerð hvør sleppur
at spæla tann avgerandi
dystin fyri Føroyar. Eitt lið
sum júst hevur tapt 0-10,
har eigur tað ikki vera nógv
leikarar, sum áttu at verði
úttiknir til næsta dyst.
Til henda seinasta og
avgerandi dystin hjá Føroy
um, er tað eitt nýtt fótbóltslið
sum bjóðar seg fram. Eitt
fótbóltslið sum vil fremja
samanspælið. Eitt fótbóltslið
sum vil skapa úrslit. Vit
vilja, skula og muga vinna
henda avgerandi dystin, so
at Føroyaland kann koma
víðari, og ikki flyta eina deild
niður har sum Grikkaland er
í dag.
So góði veljari. Tað er
tú sum er landsliðsvenjari.
Tað er tú sum avgerð hvør
skal spæla landsdystin fyri
Føroyar.
Vit eru eitt nýtt fótbóltslið
í appilsingulum troyggju,
sum standa og tryppa á
síðulinjuni, klár til at fara inn
á vøllin. Gev okkum álitið. Vit
skorað mál fyri Føroyar.
Dysturin liðugur, nú er kampurin byrjaður
um at verða úttikin til næsta dyst
LØGtingsvalið 2011
Karlot Hergeirsson
Valevni hjá Framsókn
(teimum appilsingulu)
1. oktober er altjóða eldra
dagur, og hesin dagurin
verður eisini hildin í Føroy
um í høvuðsstaðnum við
tiltøkum í Tórsgøtu 30.
september. Tað er gott at
fokus verður sett á tey
eldru í samfelag okkara
og tað er hugaligt at hoyra
at føroyskir pensionistar
yvirhøvur eru væl nøgdir
við støðuna.
Tað verður ofta tosað
um, at tað eigur at verða
javnvág í teimum fólkum,
sum umboða okkum á tingi
– javnrættindi skulu vera
millum menn og kvinnur.
Hetta er sjálvsagt. Tað er
eisini ein annar javnrættur,
sum vit eiga at hugsa um
og lata koma fram í verki,
og tað er rætturin hjá
teimum, sum eru eldri og
gomul. Hesi fólk hava eisini
politisk
og
samfelagslig
áhugamál og eiga tí eisini
at lata seg umboða á tingi,
tí á tinginum eiga at verða
umboð fyri alt fólki, teimum
ungu, sum eiga at sleppa
fram at og fyri tey eldru
sum ikki skulu lata seg
forfjóna. Eingin eigur at
halda seg aftur, tí veljarin
tekur avgerðina á hesum
eina degi. Valdagin eru øll
valevnini líka.
Tey eldru hava øll gjørt
sína skyldu í samfelagnum,
sum
arbeiðsmegi,
sum
mammur,
pápar,
abbar
og
ommur.
Samfelagið
alt hevur einaferð ligið á
herðum teirra, og vit kunnu
takka teimum fyri, at vit
eru komin higar vit eru.
Vit mugu ikki nakrantíð
gloyma hitan av hond
unum á teimum, nú politik
ararnir,
kanska
ikki
so
nógv hjá okkum sum aðra
staðni, eru farnir at tosa
um eldrabyrðuna. Hetta er
eitt sera ódámligt orð, sum
um tey eldru ikki einaferð
hava borið stórar byrðar á
herunum fyri okkum øllum,
byrðar koma altíð at skula
berast, eisini av teimum
børnum, sum fødd verða í
dag:
Ábyrgdini á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.
Øll vóna vit, at tey sum
koma aftan á okkum fara at
duga at bera byrðuna betri
enn vit – og tað eydnast
fyri tað mesta hjá teimum
eisini, men fyri tað eiga
eldri og gomul fólk ikki
at halda seg aftur, men
eiga eisini – um heilsan er
til tað – sjálvandi at gera
vart við síni politisku ella
samfelagsligu
sjónarmið,
so tey ikki verða fyri van
býti, tí tað er so skjótt at
verða burturgoymdur og
marginaliseraður í øllum
meldrinum í tí modernaða
samfelagnum um ein ikki
ger vart við seg.
Tað
eru
nógv
eldri
fólk, sum hava ein góðan
knokk,
grundleggjandi
vitan og royndir, og sum
kunnu gera mun bæði so
og so um vit lurta eftir
teimum, og tað eiga vit at
gera.
Meginparturin
av
tí sum eg havi fingið av
skafti og skrivað um sum
fólkalívsfrøðingur, byggir á
tað, sum ikki minst eldri fólk
hava sagt mær. Tað eri eg
teimum inniliga takksamur
fyri, tí tey hava hjálpt mær
at gera land og fólk okkara
munandi størri í orðum og í
søgu. Takk fyri tað.
Vit skulu liva sum eitt
ár var sum túsund ár og
túsund ár sum ein dagur.
Jóan Pauli
Joensen
LØGtingsvalið 2011
Tey eldru og
samfelagið
Vit hava verið fleiri, ið hava
roynt
at
fingið
okkara
ávirkan galdandi, at fáa vent
gongdini í flokkinum áðrenn
valstríðið
byrjaði.
Hetta
hevur ikki eydnast, tí leiðslan
í flokkinum hevur drálað
sum longst við at áseta bæði
aðalfund og eykaaðalfund.
Tíverri hevur flokkurin mist
okkurt gott fólk av hesum
kleyvarskapi.
Eg harmist um, at ynskini
frá
landsnevndarlimum
og 38 flokslimum ikki vóru
gingin á møti. Tað er tó
eingin loysn at stinga halan
millum beinini. Heldur mugu
vit kempa fyri at fáa flokkin
aftur á beina kós, og tí stilli
eg upp til løgtingsvalið.
Ásetti
eykaaðalfundur
tann 20. oktobur gevur onga
meining. Tí er bert eitt at
gera og tað er at lata veljaran
tala.
Eingin loysn
at stinga
halan millum
beinini
Løgtingsvalið 2011
Eftir at hava lisið greinina: Skattainntøkur
- landskassin í Sosialinum fyri mikudagin
28. sep. eftir Henry Mellemgaard er bert eitt
at krevja. og tað eru kollveltandi broytingar
innan skattaskipanina skjótast tilber, so
tær hundraðtals mill., ið sleppa skattafrítt,
undir núverandi asosialu skattaskipan,
verða skattaðar og nýttar til skattalætta
og til at minka um landskassahallið. Tað, ið
fyrigongur nú, er fullkomuliga hol í høvdið.
Kunnu ella vilja politikararnir ikki fremja
neyðugu broytingarnar, so mugu fólkið gera
tað við neyðugum aktiónum.
Dagfinnur Danbjørg
Krevji kollvelting á
skattaøkinum beinanvegin
Kristina T. Larsen
næstf. í landsnevndini
LØGtingsvalið 2011