Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 32 Sosialurin Eitt dýrabart land, ivaleysa stórt til okkum føroyingar og ríkiligt av møguleikum.. Tað er alneyðugt at vit, ið bjóða okkum fram at standa á odda, taka ábyrgd og taka støði í okkara veruleika og menna okkum har frá. • Vit eiga at fyriskipa so­ leið­is, at tað fólk, ið veksur upp her kennir at tey hoyra til her og at brúk er fyri teim­ um og at tey gera mun. • Vit eiga at menna útbúgv­ ingar møguleikar, ikki bara á setrinum, men eisini í fyri­ siting, í handverksvinnuni eins og sjóvinnuni og skapað møguleika fyri arbeiðspláss við nýhugsan, so okkara unga fólk kennir, at tað er brúk fyri teimum her á landi, teirra arbeiðsorku og hugskotum og at tey gera mun. • Vit eiga ein ungdóm við ítróttarligum potentiali, og eiga at orða ítróttapolitikk. • Vit eiga ein ungdóm við tónleika, sjónleika, og skaldagávum. • Vit eiga at skipa bú­stað­ armøguleikar soleiðis at øll, eisini mammur við børnum kunnu búleikast her á virðiligan hátt. • Vit eiga dýrabarar møgu­ leikar at menna ferða­vinnuna. • Vit eiga ríkiligt tilfeingi í havinum og hava drúgvar royndir, men nógv at læra. • Vit eiga nógvar møgu­ leikar á landi til framleiðslu, ið ikki eru framkallaðir enn. • Vit eiga dýrabart um­ hvørvið, ið vit eiga at fara væl um og menna burðardygt. • Vit eiga eldri fólk, ið eru gull verd. • Vit eiga at stemma av og gera upp leypandi so vit hava javnvág í samfelagnum. • Vit mugu skipa so fyri, at Føroyar eru fyri øll, at fólkið vil verða her og kann brúka sína vitan og orku her á landi. • Vit mugu skapa karmar, so fólkið kann liva sítt lív fult út her í Føroyum. Vit mugu taka ábyrgd. Føroyar mugu verða fyri øll. Katrin Joensen LØGtingsvalið 2011 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Vit eiga ..... Katrin Joensen LØGtingsvalið 2011 Vit íðka ítrótt. Vit hava yvir 100 ítróttafeløg í landi­num, skipað undir Ítrótta­sambandi Føroya í 16 sersambond, og teljast út ímóti 15.000 limir í hes­ um felagskapi, ja størsti felagskapur í landinum. Ítrótturin er sjálvboðin felagsrørsla og ein av grund­ súlunum í samfelagnum. Ítrótturin er samlandi, menn­andi og byggir á demokrati. Ítróttur hevur altíð verið, ja, men umráðandi og neyð­ ugt er at viðurkenna ítróttin fyri tað, sum hann er. Ítrótturin hevur í sær grundleggjandi eginvirði fyri einstaklingin, lokal­sam­ felagið og tjóðina, tað at møtast til venjing, kapp­ast her heima og úti í heimi, seta sær ítróttalig mál, sam­starva og fyriskipa. Hetta o.a. eru eginvirði í ítróttinum. Umframt eginvirði, so hevur ítrótturin nógv hjávirði fyri samfelagið. Meir enn einaferð er vísinda­ liga staðfest, at rørsla og innlæring hanga neyvt sam­ an, og tí er ikki líka­mikið um vit hava ítrótt í skúlunum. Ítróttur hevur eisini við sær vinning fyri samlaðu heilsustøðuna hjá fólkinum, og tí er ítróttur góður fyri samfelagið. Við støði í hesum eigur politiski myndugleikin at viðurkenna ítróttin fyri tað, hann er, og raðfesta ítróttin í samfelagnum við at økja um játtanina til ítróttin. Onkur hugsar kanska meir játtan, ja alt kann ikki gerast upp í krónum, og um ítrótturin skal menna síni tilboð til børn og ung á virði­ligan hátt, skapa fortreytir fyri okkara úrvals­ ítróttafólkum umframt røkja og menna altjóða lima­­skap, so er umráðandi at landið rað­festir umstøð­ur­nar, so hugurin til sjálv­bodna arbeiðið støðugt mennist. Vilja vit ítrótt í Føroyum, og tora vit at viðurkenna ítróttin fyri tað, hann er Kjak Sjúrður Skaale boðaði frá, at hann meldaði seg úr tjóðveldi, tí hann var grundleggjandi ósamdur við førda politikkin stýrdur av leiðara floksins. Við seinasta løgtingsval var Sjúrður millum topp­ skorðararnar. Tað má skiljast soleiðis, at veljar­arnir høvdu álit á honum! Bogi Andreasen hevur nú boðað frá, at hann tekur seg úr tjóðveldi, tí hann er so ósamdur við førda politikk floksins stýrdur av leiðara floksins. So vítt kunnugt var Bogi topp­skorðari hjá tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavn seinast. Hetta má væl skiljast so­ leiðis, at veljararnir høvdu álit á honum. Sjálvur seti eg mær spurn­ ingin: Hví gera hesir persónar soleiðis? Ivist ikki í, at báðir eru loysingarsinnaðir. So tað má vera sosialistiski politikkurin, ið hesir ikki vilja vera við til at styðja og gjøgnumføra. Javnaðarflokkurin hjá Sjúrði hevur jú slept sosialist­ isku linjuni, tá Jóannes Eides­ gaard boðaði frá á sinni, at "klassastríðið" er ein farin tíð! Bogi hevur havt fleiri greinar í bløðum og portalum um, at privata initiativið eigur at hava rúmar ræsur, so vinnulívið megnar at breyðføða landið! Nú rekur onkur tjóð­ veldismaður framundir, at javnaðar- og fólkaflokkurin trola inni í tjóðveldi fyri at fáa valevni-atkvøður! Eg vóni ikki, at so fram­ standandi tjóðveldis­menn sum Sjúrður og Bogi uttan nakað lata seg fanga av nøkrum "troli" hjá øðrum, men heldur er her talan um innanhýsis trupulleikar hjá tjóðveldi við sínari leiðslu og ideologi! Hví rýma tjóðveldismenn heimanífrá? Eyðun Mohr Viderø Sjálvsagt skelkar tað ábyrgdarfólk í tjóðveldi, tá tveir framstandi floksmenn melda seg út úr flokkinum