mikudagur 5. oktober 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
4
Sosialurin
í meldrinum
– Upp á ein máta er tað gott at
steðga eitt sindur á nú. Hóast
tað var heldur fyrr, enn eg hevði
ætlað sjálv. Eg hevði ongantíð
ætlað mær at verið stjóri í
Nærverkinum fyri lívið. Í mun til
heimalívið er tað nokk til gagns, at
eg ikki bleiv stjóri á samanlagda
stovninum, sigur Mary í Garði
Hvørji ráð hevur tú at geva fólki,
sum verða søgd úr starvi?
Eg haldi, at tað er umráðandi at loyva sínum kenslum
framat og ikki múra seg inni, men tosa opið um tað,
eisini, hvussu tað kennist. Tað ger tað eisini lættari
hjá »umgevilsunum« at takla og hjálpa einum at
koma víðari. Og so at tosa við onkran serkønan,
sálarfrøðing ella líknandi, um tað stendur á. Tað er ikki
óvanligt, at arbeiðsgevarin bjóðar slíka hjálp, og eg
haldi, tað kann vera skilagott at taka av, og um ein ikki
fær tað í boði so at spyrja arbeiðsgevarin um tað. Flestu
fólk hava innbygd evni at koma sær víðari, og ofta
skal ikki so nógv til at fáa hesi evni í gongd aftur, tí
er umráðandi at taka ímóti tí hjálp, ein kann fáa.
Er tað øðrvísi hjá einum
stjóra at fáa uppsøgn?
Eg haldi, tað er ørðvísi hjá einum stjóra. Tað er kalt
á toppinum, og hann er einsamallur í støðuni. Eisini
er hann alment útsettur og til umrøðu í nógv størri
mun, enn vanlig starvsfólk eru. Men tá tað kemur
til tann menniskjansliga partin er ein stjóri ikki
annaðleiðis enn fólk flest, hóast man kann hava
varhugan av, at tað ikki altíð verður hugsað soleiðis.
Góð ráð