Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 Sosialurin Sum at verða hongd út á snór – Eitt stutt skeið er kanska gott fyri okkum, at eg taki mær av løttum, men eg dugi ikki við einki at gera, sigur Mary í Garði, sum varð søgd úr starvinum sum stjóri í Nærverkinum Mary í Garði Tekstur: Randi Jacobsen Myndir: Álvur Haraldsen Tá ið Mary í Garði var stjóri í Nærverkinum, kundi vera trupult at fáa orð á hana. Nú, hon er søgd úr starvi, hevur hon knappliga ríkiligt av tíð. – Hetta havi eg ongantíð áður upplivað, tí havi eg ikki arbeitt, havi eg verið í útbúgving, sigur hon. Hon gjørdist ikki beinleiðis kløkk, tá ið hon 29. august fekk ætlanar­skrivið um uppsøgn, tí alt árið hevur ligið í luftini, at Al­manna­stovan og Nærverkið skuldu leggjast saman. – Men tað kom óvart á meg, at eg ikki skuldi fylgja við saman­ leggingini. Tað var einki serliga stuttligt at koma heim tann dagin og skula siga frá, at hon var søgd úr starvi, tí tað hevði eingin væntað. Lagið var kanska ikki tað besta, men Mary í Garði tók ikki upp­søgnina sum so nógv onnur við at fara niður við flagginum. Lívið stegaði ikki upp fyri tað. Óvissan Tað var ein strævin tíð bæði fyri hana og hini starvsfólkini í Nær­ verkinum at liva í óvissu so leingi, áðrenn avgerðin var tikin. Óvissan hjá henni gjørdist ikki minni, tá ið boðini komu um, at ikki skuldi lýsast eftir stjóra til saman­lagda stovnin. – Tað upplivi eg sum, at eg og stjórin á Almannastovuni vórðu settar upp móti hvør aðrari sum í kapping. Eg upplivdi tað sum at verða hongd út á snór. Avgerðina um at leggja stovn­ arnar saman skilir Mary í Garði ikki rættiliga, tí eingin kanning er gjørd, sum undirbyggir, at tann saman­leggingin er skilagóð. – Tað var ein reint politisk av­ gerð, sum Rósa Samuelsen lands­ stýriskvinna hevur sagt, at flokk­ arnir vóru samdir um avgerðina. Grundgevingarnar hjá lands­ stýriskvinnuni vóru tær vanligu, betri tænasta, betri málsviðerð, burtur við dupultfunksjónum og at fáa meira fyri hvørja krónu. Mary í Garði ivast. Eingin kanning – Hetta er beint tað øvugta av tí, sum hendi, tá ið allur rakstur varð fluttur út av Almannastovuni. Áðr­enn tað varð gjørt, vóru kann­ingar gjørdar, sum vístu, at tað var rætt at skilja raksturin frá lógarbundnu peninga­veiting­ unum, sigur Mary í Garði. Hon veit einki um, at stórvegis misnøgd hevur verið við at hava bæði Almannastovu og Nærverk. Eftir hennara tykki hevur skip­ anin virkað væl – ongin álvarslig kreppa var á stovnunum báðum sum hevur gjørt, at tað var neyðugt at taka so víðfevnd stig - óundirbygt. – Eg segði mína hugsan við aðal­stjóran. Hvørki eg ella nøkur av starvsfólkunum hava fingið hoyr­ing, áðrenn avgerðin varð tikin, og harvið fingið møguleikan at siga sína hugsan og gera sínar metingar, sum vanligt er. Í hoyringsvarinum rak Mary í Garði framundir, at tað vóru gegnistrupulleikar í málinum og í samband við tilgongdina. Tað er farið Alt tað vil Mary í Garði í hesi sam­ røðuni ikki tosa meira um. – Nú er alt hatta farið, og eg havi fingið endaligu uppsøgnina. Eg sigi mína hugsan, tá ið hon skal sigast, og á rætta stað, og so er liðugt. Eg havi ongantíð rópt hart, bara roynt at fáa alt at ganga, og eg eri sera loyal og royni so langt sum gjørligt at samstarva og sam­ skifta virðiligt. Eftir mínum tykki eiga almennir stjórar ikki altíð at rópa hart, heldur at virka fyri at sleppa undan øllum tí neiliga. Mary í Garði arbeiddi fyrst í fleiri ár sum sjúkra­røktar­frøð­ ingur. Síðan var hon í fýra ár í starvi hjá sjúkrahússtjóranum, og aftaná tað var hon virkandi sjúkra­hússtjóri eitt skifti, meðan leiðslan varð umskipað. Í 1998 fór hon í starv sum fíggjarstjóri í Almanna- og Heilsumálaráðnum. Har varð hon í trý ár og fór so í starv í Fiskimálaráðnum. – Har dámdi mær eisini væl, og tað var áhugavert at fáa vitan um nakað annað, um onnur sam­ felags­viðurskifti, fiskiloyvi, trygd á sjónum, inntøkutrygd og alt tað, men eg longdist aftur til mítt fak­ øki, og í 2003 fekk eg starv sum stjóri fyri heimarøktina og ser­ forsorgina. Í 2006 varð navnið á stovninum broytt til Nærverkið, og tað heldur Mary í Garði vera eitt heppið valt orð, tað sum á donskum liggur næst tí, sum eitur primærsektor. Eftir at raksturin í 1999 varð fluttur út av Almannastovuni, vaks Nærverkið so hvørt sum Al­manna­stovan minkaði. Í Nær­verkinum eru umleið 1600 starvsfólk við øllum og á Al­ manna­stov­uni umleið 100. Farvæl Mary á Garði er nokkso avklárað við, at hon ikki fekk starvið, og hon hevur verið og sagt sínum nú fyrrverandi starvsfólkum far­ væl. – Tað var gott at kunna siga farvæl fyri at kunna siga góðan dag til nakað nýtt, sigur Mary í Garði. Hvat tað nýggja verður, veit hon ikki enn. Almannamálaráðið skal royna at finna henni nýtt starv, og hon hevur í hvussu er rætt til løn í 3 ár. Hon hevur eisini spurt seg fyri sjálv og fingið okk­ urt prei. – Eg dugi ikki at ganga fyri einki, tí tað havi eg ongantíð gjørt. Upp á ein máta heldur hon tað vera gott at steðga eitt sindur á nú. Hóast tað var heldur fyrr, enn hon hevði ætlað sjálv. Hon hevði ongantíð ætlað sær at verið stjóri – Hetta er beint tað øvugta av tí, sum hendi, tá ið allur rakstur varð fluttur út av Almannastovuni. Áðrenn tað varð gjørt, vóru kanningar gjørdar, sum vístu, at tað var rætt at skilja raksturin frá. í meldrinum