Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 6 Sosialurin í meldrinum Fakta Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og cand. merc. Ættað av Strondum Gift og eigur tvey børn í Nærverkinum fyri lívið. Í mun til heimalívið er tað nokk til gagns, at hon ikki bleiv stjóri á samanlagda stovninum. Óheppin avgerð Hon væntar, at tað verður trupult starvsfólkaliga at hava bæði Nær­verk og Almannastovuna undir einum, tí tá fer ikki at bera hjá fólki at flyta í annað starv, millum stovnar, sum onkuntíð er neyðugt. Skipanin á almanna­ økinum verður so afturlatin. Fyri Mary í Garði merkir saman­leggingin, at hon nú ikki slepp­ur at brúka allan sín fakliga før­leika á almannaøkinum. – Men eg eri so heppin, at eg eisini havi eina umsitingarliga út­búgving, og hon kann brúkast alla­staðni Tá ið Mary í Garði nú hyggur aftur um seg, er hon ikki sørt errin av Nærverkinum. Hon hev­ ur verið við til at gjørt fleiri upp­ tak, samstundis sum Nær­verkið er ment nógv sum stovnur hesi seinastu árini. Hon hevur eisini verið við til at givið fólkum sorg, tá ið hon noyddist at siga tey upp. Tað er ein sorg, sum hon nú sjálv stendur mitt í. – Men eingin skal taka synd í mær fyri tað. Eg havi arvað mítt ljósa lyndi, eri fegin um mítt arbeiðslív higartil og havi góðar vónir um at koma í gongd aftur skjótt. Og beisk er hon ikki. – Eg vóni, at alt spælir væl av hjá Nærverkinum, og at tað ikki skramblar saman, sigur Mary í Garði. Hóast Mary í Garði vanliga ikki rópar hart, kann hon tó væl býta frá sær. Tað sæst í hoyrings­skriv­ inum, sum hon læt frá sær, eftir at hon hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn. Í skrivinum sigur hon millum annað, at setanartilgongdin bara var lótir. Landsstýriskvinnan Rósa Samuelsen hevði alla tíð­ ina ætlað, hvør skuldi vera stjóri í nýggja stovninum. – Talan er um eina politiska avgerð, sum undir lótum av ein­ um setanarbólki er latin í ein fyri­sitingarligan ham, sigur hon. Mary í Garði nevnir eisini, at eitt persónsmál gjørdi sítt til, at hon varð vrakað. randi@sosialurin.fo Rósa Samuelsen ætlaði alla tíðina, at stjórin á Almanna­ stovuni skuldi útnevnast til stjóra á samanlagda stovninum, skrivaði Mary í Garði í hoyringssvari sínum Landsstýris­- kvinnan vildi tað so Tað er ein sorg, sum hon nú sjálv stendur mitt í. – Men eingin skal taka synd í mær fyri tað. Eg havi arvað mítt ljósa lyndi, eri fegin um mítt arbeiðslív higartil og havi góðar vónir um at koma í gongd aftur skjótt. – Tað var ein reint politisk avgerð, sum Rósa Samuelsen , landsstýriskvinna hevur sagt, at flokkarnir vóru samdir um Mynd: Álvur Haraldsen