mikudagur 5. oktober 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Mikkjal Sørensen er borgar
stjóri í Porkeris kommunu.
Hann sat eisini í undanfarna
bygdarráði og tók við sum
borgarstjóri í kommununi, tá
hetta skeiðið byrjaði. Mikkjal
hevur stóran áhuga fyri bæði
kommunal-og landspolitikki.
Tá fólkatalið í Porkeri var
størst, búðu 461 fólk í bygd
ini. Tað var í 1950. Eftir hetta
minkaði fólkatalið so líðandi,
til tað vaks aftur í sjeyti-og
áttatiárunum.
Á
heimasíðuni
hjá
kommununi verður víst á, at
í 1990 búðu 421 fólk í Porkeri,
men síðan er fólkatalið mink
að aftur, til tað í dag er komið
niður á umleið 320.
Mikkjal Sørensen vísir
á, at onkur einstøk sethús
verða bygd í Porkeri, men
talan er ikki um ta nógvu
byggingina.
- Fólk eru flutt inn í eini
hús í ár, og eini hús aftrat
standa í gerð, sigur hann.
Grundøki eru tøk
Borgarstjórin
sigur,
at
kommunan
hevur
nøkur
grundøki vesturi á Hólum, og
eisini eru nøkur Uppi á Fløtti,
tey rópa.
- Hetta er jørð, sum
kommunan hevur keypt frá
Jarðarráðnum, men grund
økini, sum liggja um stívliga
500 fermetrar hvørt, eru ikki
planerað. Eitt vanligt grund
øki kostar umleið 80.000
krónur, sigur Mikkjal Søren
sen.
Lægri inntøkur
Inntøkurnar hjá Porkeris
kommunu
eru
rímiliga
støðugar, men í løtuni eru
skattainntøkurnar
heldur
minni higartil í ár í mun til
somu tíð í fjør.
Borgarstjórin
sigur,
at
munurin serliga kom til
sjóndar í byrjanini av ári
num, men síðan er munurin
á árinum í fjør og í ár mink
aður.
- Hugsandi er tí, at verk
fallið
í
fiski-skipaflota
num er ein orsøkin til, at
skattainntøkurnar í byrjan
ini av árinum vóru lægri,
sigur Mikkjal Sørensen og
leggur aftrat, at sjóvinna
gjøgnum mong ár hevur
verið ein týðandi partur av
inntøkugrundarlagnum hjá
kommununi.
Fleiri sjófólk
Porkeri hevur altíð verið kent
fyri at hava nógvar sjómenn.
Í bygdini eru menn, sum sigla
við flakatrolarum. Aðrir sigla
við skipum norðanfjørðs og
onkur við skipum, sum eru
heimahoyrandi í Suðuroy.
Onkur siglir eisini í Noregi.
- Í bygdini eru eisini nakrir
útróðrarbátar úr glastrevju.
Menn royna serlig við snellu,
men onkur roynir eisini við
línu um heystarnar. Hetta
eru menn, sum hava róð út
gjøgnum nógv ár og hava liv
að av útróðri burturav.
Borgarstjórin
sigur,
at
bátar kunnu liggja á sjónum
í Porkeri alt árið.
- Porkeri eisini hevur fleiri
lærarar og fólk, sum starvast
innan heilsu-og sjúkrarøkt,
sigur Mikkjal Sørensen.
vilmund@sosialurin.fo
Hóast fólkatalið í Porkeri er minkað við umleið
100 fólkum seinastu 20 árini, er nógv virkið
fólk kortini eftir í bygdini. Porkeri eigur nógv
sjófólk og nakrar útróðrarmenn. – Vit hava
eisini fleiri lærarar og fólk, sum arbeiða innan
heilsu-og sjúkrarøkt, sigur borgarstjórin
Porkeri er
virkin bygd
Eini 8-10 fólk arbeiða í saltfiski
Í eini lutfalsliga lítlari bygd sum Porkeri
hevur hvørt arbeiðspláss sín týdning
Í Porkeri arbeiða eini 8-10 fólk
saltfisk í fyrrverandi roykivirki
num í bygdini.
Tað
er
vágbingurin,
John
Absalonsen, sum rekur virksemið,
og hann eigur eisini bygningin,
har saltfiskavirksemið er.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri
í Porkeris kommunu, veit at siga,
at tey, sum starvast á virkinum,
hava havt rímiliga støðugt arbeiði,
og hann fegnast um, at hetta virk
semi er í bygdini.
Stóran týdning
- Eitt og hvørt arbeiðspláss hevur
stóran týdning í eini bygd sum
okkara, og tað er hugaligt, at
eisini vit her í bygdini eru við til
at skapa okkara útflutningsvirði.
Borgarstjórin sigur, at tað
eru nøkur ár síðan, at John
Absalonsen fór undir saltfiska
virksemi í Porkeri.
Í Porkeri er saltfiskavirksemi í fyrrverandi roykivirkinum
í bygdini, og hetta virksemi hevur nú nøkur ár á baki
Mikkjal Sørensen sat í undanfarna bygdarráð í Porkeri,
og í hesum bygdarráðnum er hann borgarstjóri
Enn søkja útróðrarmenn sjógvin úr Porkeri. Einir fýra glastrevjabátar
royna við snellu – og onkuntíð verður roynt við línu
fólk eru
flutt inn í
eini hús í
ár, og eini
hús aftrat
standa í
gerð
MIKKJAL SØRENSEN