mikudagur 5. oktober 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Á løgtingisvalinum í 2008,
atkvøddu heili 97% av veljar
unum persónligt fyri einum
valevni.
Hetta er ein staðfesting
hjá nevndini, sum varð sett í
fjør at endurskoða vallógina.
Tað var formansskapurin
í Løgtinginum, sum setti
nevndina
at
endurskoða
vallógina. Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður,
hevði
vónað, at nevndi lukkaðist
at vera liðug við arbeiðið, so
at Løgtingið kundi viðgerða
málið og koma til eina niður
støðu longu til hetta løg
tingsvalið.
Men tað eydnaðist ikki,
tí Hergeir Nielsen kann ikki
annað enn staðfesta, at
nevndin er ikki liðug við
arbeiðið.
Men tá ið nevndin hevur
útvegað sær eitt støði at
byggja arbeiðið á, er hon
komin til nøkur úrslit, sum
løgtingsmaðurin heldur vera
forvitnislig.
Í eini frágreiðing, hann
hevur fingið frá nevndini,
verður staðfest, at á Løg
tingsvalinum
í
2008
at
kvøddu næstan 97% veljaru
num fyri einum ávísum
valevni og bara góð 3% at
kvøddu fyri einum flokki.
Tað eru eini 10% fleiri enn
tað vanliga hevur verið.
- Hetta hevur verið rákið í
føroyskum politikki í nøkur
val, tí politikkur er blivin
nógv persónligari, enn hann
hevur verið.
- Tá ið valevnini førdu
valstríð fyrr, heittu tey altíð
á veljaran um at velja tann
ávísa flokkin, hvørt einstakt
valevni stillaði upp fyri.
- Nú rópa øll valevnini í
kór: Vel meg!
Ein triðingur
uttangarðs
Nevndin, sum endurskoðar
vallógina, hevur eisini kann
að eftir, hvussu veljarin
hevur valt eftir valdømu
num.
Niðurstøðan er, at næstan
ein heilur triðingur av veljar
unum atkvøddu fyri einum
valevni í einum øðrum val
dømi enn har veljarin sjálvur
búði.
Hergeir Nielsen heldur,
at hetta er ein av avleiðing
unum av, at Føroyar eru bliv
nar eitt valdømi.
- Ein avleiðing av tí er, at
valfeløgini kring landið eru
við at bløða út, tí áhugin fyri
politikki er nógv fallin síðani
alt landið varð eitt valdømi.
Hann heldur eisini, at
politikkur er blivin nógv
meiri persónligur.
- Politikarar ganga í sjálv
drátti og føla als ikki sama
trúfesti móti flokkum sum
teir gjørdu fyrr.
- Nú á døgum himprast
politikarar ikki við at skif
ta flokk. Tað tykist fella
teimum líka lætt sum tað er
hjá einum fótbóltsspælara at
skifta felag, heldur hann.
Petur Zachariasen for
maður í nevndini sigur, at tað
er heilt týðiligt, at á seinasta
løgtingsvali vóru nógv færri
veljarar, sum atkvøddu fyri
einum lista, enn vanligt hev
ur verið.
Hinvegin vóru tað so
statt eisini væl fleiri, sum
atkvøddu fyri einum ávísum
valevni.
Tað er eisini áhugavert, at
ein triðingur av veljarunum
brúka hetta høvið til at seta
krossin fyri valevnum úr ein
um øðrum valdømi, enn velj
arin sjálvur býr í.
- Men tað er eisini stórur
munur á, tí sumi valevni
fáa atkvøður um alt landið,
men onnur fáa at kalla bara
lokalar atkvøður.
Má vera skjótt
Hergeir Nielsen heldur, at
skal vallógin broytast, hevur
tað týdning at fáa tað gjørt
sum skjótast.
- Fyri hvørt val, sum
gongur, verður størri og størri
partur
av
Løgtingimum
mannaður av politkarum
úr miðstaðarøkinum og tess
verri verður tað at broyta
vallógina aftur, heldur hann.
aki@sosialurin.fo
VELJARAR Gongdin seinastu árini er eitt dømi um, at
føroyskur politikkur er blivin meiri persónligur og meiri
miðsavnaður, heldur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður
Nevndin, sum er sett at
endurskoða
vallógina,
fer at leggja eina ávegis
frágreiðing fyri formans
skapin í Løgtinginum ein
av næstu døgunum
Petur Zachariasen, for
maður í nevndini, sigur, at
tað verður helst í næstu
viku, at nevndin leggur
eina frágreiðing fram.
- Tað verður ikki tann
fullfíggjaða frágreiðingin,
vit høvdu ætlað, men tað
verður kortini nakað at
hugsað um.
Hann sigur, at nevndin
fer so væntandi at halda
fram og at gera arbeiðið
heilt liðugt.
- Tað eru vit sinnað
til, men tað velds eisini
um nýggja Løgtingið og
nýggja formansskapin.
Orsøkin til, at nevndin
leggur eina ávegis frá
greiðing fram nú, er, at
tey vilja helst, at sami for
mansskapur, sum hevur
sett nevndinia, skal eisini
fáa eitt úrslit frá henni.
- Hetta verður beint
upp undir val, men fyri so
vítt hevur hetta onki við
hetta valið at gera, sigur
formaðurin.
Fáa okkurt
at hugsa um
í næstum
Hendan talvan vísir, hvussu stórur partur av atkvøðunum fór til listarnar
og, hvussu nógv atkvøddu fyri einum ávísum valevni á fýra valum frá 2004-
2011. Tað er týðiligt, hvussu nógv fleiri eru farin at velja persónliga
Føroyskir veljarar atkvøða
persónliga og uttangarðs
Nú á døgum himp
rast politikarar ikki við
at skifta flokk. Tað tyk
ist fella teimum líka lætt
sum tað er hjá einum
fótbóltsspælara at skifta
felag.
Skal vallógin
yvirhøvur broytast,
hevur tað týdning
at fáa tað gjørt sum
skjótast, heldur
Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður