mikudagur 5. oktober 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
Sosialurin
Leo Poulsen
Á fíggjarætlanini hjá Tórs
havnar býráð eru settar av
átta milliónir til nýggjan
Musikkskúla.
Skúlin
er
upprunaliga
staðsettur við síðuna av
Norðurlandahúsinum, men
tað forðar ikki fyri, at hann
kann byggjast aðrastaðni. Og
nú Mentamálaráðið so fegið
vil hava nýggjan Tjóðpall
á Skálatrøð, hevur tankin
verið uppi og vent eisini at
byggja Musikkskúlan har,
sigur
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu.
Hann sigur, at Skálatrøð
skal verða eitt stað, ið dregur
fólk at sær.
Verður bygt á Skálatrøð,
verður
tað
bygt
oman
móti keikantinum. Verða
Tjóðpallur og Musikkskúli
bygt har, kundi tað passa væl
inn í myndina, eisini at bygt b
ýarbókasavn og kanska eina
konserthøll har, sigur Heðin
Mortensen.
Enn hevur hetta tó ikki
fingið politiska viðgerð, men
endar hendan ætlanin sum
veruleiki, nýtist fólki ikki at
stúra fyri parkeringsviðursk
iftunum.
Verður
bygt
út
móti
keikantinum, so verður eitt
stórt parkeringshús bygt
aftan fyri, sum hevur pláss
fyri einum 500 bilum, sigur
Heðin Mortensen.
leo@sosialurin.fo
Hava tit hugskot ella viðmerkingar,
send ein sms til 225000
Leo Poulsen
Tað heilt nýggja í skatta
uppskotinum hjá Javnaðar
flokkinum er ein fólkatrygd,
har allir føroyingar skulu
gjalda 10% av inntøkuni.
Hetta er galdandi bæði fyri
føroyingar í Føroyum, og teir,
sum arbeiða og rinda skatt
uttanlands.
Hetta merkir, at føroying
ar, sum sigla undir DIS, NIS
ella FAS skulu vera við til
at gjalda fyri vælferðina í
Føroyum.
Aftur fyri skulu lág- og
miðallønt fáa ein lætta í
skattinum, samstundis sum
øll uttan um gjøld verða
innroknað í fólkatrygdina.
Tað merkir at til dømis
kringvarpsgjald,
heilsu
trygdargjald, barsilsgjald og
gjald til samhaldsfasta falla
burtur. Tey skulu frameftir
fíggjast um fólkatrygdina.
Lækkingarnar í skattinum
fara at merkja eina minni
inntøku til landskassan á
540 milliónir, og samanlagt
merkja allar hesar uttan um
útreiðslurnar, ið falla burtur,
eina minni inntøku á 885
milliónir krónur.
- Men tað ber ikki til, at
lækka skattastigan hjá nøkr
um fólkum, uttan at onnur
rinda meira. Og hetta upp
skotið ber í sær, at við fólka
trygd og øðrum hækkingum
fær landskassin 18 milliónir
krónur meira í inntøkum,
sigur Aksel V. Johannesen,
formaður í Javnaðarflokki
num, ið legði uppskotið fram
á tíðindafundi í gjár.
Størri játtan til TAKS
Nýggja fólkatrygdin fer at
geva eina inntøku á 851 milli
ónir krónur, og hartil merkir
ein hækkan í partafelags
skattinum eina meirinntøku
á 22 milliónir krónur.
- Sammeta vit partafelags
skattin í Føroyum við tað,
londini rundan um okkum
hava, liggja vit ógvuliga
lágt. Í Danmark er hann
25% og í Týsklandi 29%, og
taka vit miðal fyri ES liggur
partafelagsskatturin millum
24 og 25%. So eg haldi vit tola
at seta okkara partafelags
skatt upp frá 18 til 20%, sigur
Aksel V. Johannesen.
Ein onnur broyting, sum
eisini er við í uppskotinum
hjá Javnaðarflokkinum, er
økt játtan til TAKS.
- Tað hevur víst seg í eitt
nú Danmark, at økt og styrkt
eftirlit og kunning hevur ført
til stórar meirintøkur av bæði
MVG og skatti. Tí mæla vit til
at MVG-innkrevjingin verður
styrkt, og at TAKS fær fimm
milliónir til økt eftirlit, sigur
Aksel V. Johannesen.
Aðrar tillagingar skulu
eisini gerast. Til dømis skal
umboðan ikki longur kunna
dragast 100% frá í skatti, og
gular nummarplátur skulu
innførast.
- Firmabilar skulu ikki
heldur frameftir skattast
eftir vekt, men eftir virði.
Í dag verður ein Mercedes
til eina millión skattaður
mest sum eins við ein sjey
ára gamlan Berlingo, sum
ein útróðrarmaður brúkar
at koyra stampar við, sigur
Aksel V. Johannesen.
Skattalætti
Orsøkin til hetta nýggja
skattauppskotið, sum flokk
urin hevur arbeitt við í longri
tíð, er, at familjur við børnum,
og við miðalinntøkum, hava
trupult við at fáa endarnar
at røkka saman.
Uppskotið miðar tí ímóti
at lætta um hjá lágløntum og
teimum við miðalinntøku.
Inntøkumarkið,
sum
í
dag er 30.000 krónur, skal
hækkast upp í 70.000 krónur.
Síðani skulu fólk við einari
inntøku millum 70.000 og
140.000 krónur gjalda 20% í
skatti móti 20,5% í dag.
Inntøkur millum 140.000
og 250.000 krónur skulu
gjalda 22% í skatti móti 23,5%
í dag, og størsta lættan fáa
fólk við inntøkum millum
250.000 og 320.000 krónur.
Tey skulu frameftir gjalda
30,5% í skatti móti 35,5%, sum
tey gjalda í dag.
Íroknað tann skattin er
eitt nú kringvarpsgjald og
heilsutrygdargjald,
sum
verður goldið umframt í
dag.
Aftrat hesum verður skotið
upp, at barnafrádrátturin
hækkar úr 5.500 krónum upp
í 6.500 krónur.
- Hetta uppskotið er ein
partur av valstríðnum, og
verður miðað ímóti at fáa
hetta við í eitt komandi
samgonguskjal, koma vit
hartil eftir valið, sigur Aksel
V. Johannesen, ið hevur
góðar vónir um, at aðrir
flokkar eisini kunnu taka
undir við hesum nýggja og
á nógvar mátar kollveltandi
skattauppskotinum.
leo@sosialurin.fo
Hava tit hugskot ella viðmerkingar,
send ein sms til 225000
Skattalætti til tey
hart kroystu
Undir herrópinum, Lættari og rættari, skattaumlegging við ábyrgd legði Javnaðarflokkurin fram uppskot
í gjár, sum skal lætta um hjá lág- og miðalinntøkunum, barnafamiljum og støkum uppihaldarum
Skálatrøð kann gerast ein metropolur
Aksel V. Johannesen greiðir frá
nýggja skattauppskotinum,
sum Javnaðarflokkurin
hevur snikkað saman
Mynd: Rigmor Dam