Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 12 Sosialurin Hetta fegnast teir sjálvandi um. Men eisini aðrir heilsa hesi loysnini vælkomnari. Ein teirra er Hans Jákup Vitalis, sum eigur línubátin Fiskivarða, og sum eisini hevur stóran áhuga í tí sum hendir innan fiskivinnu okkara. – Jú, henda broytingin kem­ur sera væl við hjá línuskipunum. Eingin ivi um tað. Men nú bíða vit aðrir bert eftir, at sama skipan og sama regla koma í gildi fyri okkara bátar, sigur hann álvarsamur. Línuskipini í bólki 3 - t.v.s. tey sum eru størri enn 110 tons - fáa nú betri møguleikar at virka fiskin umborð.  Og hetta fer eisini at vera til fyrimun fyri manningina, sum nú fær tað liviligari umborð. Ein annar bati er, at dekksplássið á línuskipunum kann gerast størri, soleiðis at tey nú kunnu frysta veiðuna umborð, og virka fiskin heilt ella lutvíst umborð. -– Henda reglan burdi verið komin fyri nógvum árum síðani, slær ídni út­ róðrar­maðurin fast. – Eg vóni tí, at hetta bara er fyrsta stig á leiðini, - altso, at teir fara at gera somu skipan fyri útróðrarflotan. Okkara bátar treingja so sanniliga eisini til at fornýggjast. snorri@sosialurin.fo Fólkatalið vaksið við 640 prosentum Bíða bara eftir okkara túri Norðoyri: Tann bygdin í Føroyum sum er vaks­in mest seinastu 25 árini, liggur bert fáar kilo­ metrar úr Klaksvík. Í hugnaligu bygdini við Borðoyavík hava fólk kunnað staðfest eina øking í fólkatalinum: Í 1986 var tað einans 15, men sum í summar var komið heilt uppá 96. Men um hugt verður eftir prosentum, er tal­ an um eina rættiliga ógvus­liga øking: Heili 640 prosent, sum man nærkast meti í fólka­ vøkstri eftir føroyskum máti. Við seinastu uppgerð, sum varð gjørd í juli mánaði, vantaðu bert 4 fólk í tey 100 á Norðoyri. Hetta var samstundis níggju fleiri enn við árs­ byrjan. snorri@sosialurin.fo Okkara bátar treingja so sanniliga eisini til at fornýggjast Ein orsøk til vøksturin á Norð­ oyri er, at grundøki hava ver­ið tøk. Haraftrat kemur, at fólk nú eru flutt inn í nýggja íbúðarblokkin. Runavík: Kvøldskúlin í Runavík byrjar nú við fjølbroyttum tilboðum til ung og tilkomin. Undirvíst verður í sjey bygdum í kommununi. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Klaksvík: Í fiskivinnuhøvuðs­stað­num verða helst nógvar bræv­atkvøður til løgtingsvalið, tí menn eru burtur. Hesar mugu avgreiðast dagin fyri valið. Klaksvík Fiskimálaráðið hevur nú strikað ta sonevndu rúm­metur-regluna. Við hesi broytingini kunnu línu­ menn nú býta línu­skip síni um við størri. kring landið UMSÍÐIR - Tað hevur verið bíðað eftir hesi loysnini, sum vónandi eisini fer at koma í gildi fyri útróðrarflotan, sigur Hans Jákup Vitalis, sum eigur útróðrarbátin Fiskivarða Skopun: Henny Johannesen varð hósdagin heiðrað, nú hon gevst sum pedagogur í barnagarðinum. 40 børn eru í barnagarðinum. Lamba: Meinhard Bjartalíð, prestur á Glyvrum er farin í farloyvi. Hann skal granska eysturlendska kirkjusøgu, m.a. ikonir hennara.