Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 Sosialurin Selatrað: Seinastu fimm árini hava føroyingar og út­ lendingar brúkt møgu­leikan at kampera á havnarlagnum í hugnaligu bygdini. Her hevur selatrað­mað­ ur­in, Jákup Weihe skipað eitt lítið, men kortini hugnaligt og væl útgjørt kampingspláss, og sum eisini er væl umtókt millum tey vitjandi. Tá ein í hesum føri tosar um vitjanir, so er tað í flestu før­um talan um fólk við kamp­ingvognum, húsbilum og við tjaldi. Men fleiri velja eisini at steðga á, meðan tey eru á ferð kring oyggjarnar við stuttleikabátum sínum. – Tað eru sjálvandi flest før­oyingar, ið koma higar. Men vit hava eisini havt vitjanir úr nógvum londum í Europa og úr Australia og USA, greiðir Jákup frá. Á kampingplássinum er alt tað, ið krevst til eitt slíkt stað, wc/bað, el, inter­ netsamband og ein kiosk við ávísum vørum. snorri@sosialurin.fo Allur heimurin hittist til kamping Skála: Trý tilboð komu inn til asfaltering av vegastrekkinum inn eftir móti Skálafirði. Landsverk átti lægsta tilboðið - 1,3 mió krónur. Lítladímun: Tá hvalbingar leygar­ dagin vóru eftir seyði, kundu teir fegnir staðfesta, at hann tykist vera betri í ár, enn undanfarin ár. Tvøroyri: 22. oktober skipar ein stuðulsbólkur fyri tiltaki á Seglhúsloftinum. Hetta er til frama fyri bygging av nýggja 10-mannafarinum Suðringi. Formliga heimildin til hesa broyt­ingin er at finna í løg­ tings­val­lógini, sum mill­um annað ásetir, at »atkvøðu­ greiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum komm­unu­ stýrið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp« Í róðrar­ neystið at velja Árnafjørður: Tá árnfirð­ ingar fara á løgtingsval um góðar tvær vikur, verður tað ikki sum vant í bygdarskúlanum. Á fyrsta sinni fer val­ið nevniliga fram í snoti­liga neystinum hjá Árnafjarðar Róðrar­ felagi, sum liggur høgliga við bátahylin. – Hetta var eitt ynski frá árnfirðingum, og hava vit, í samráð við val­stýrið, tikið avgerð um at flyta valstaðið hig­ ar, verður sagt úr Klaks­ víkar kommunu. Bæði atkoman og um­ støðurnar eru mun­andi betri í róðrarneystinum, enn í skúlanum. So grund­gevingarnar fyri hesi broytingini eru góð­ar. snorri@sosialurin.fo Kollafjørður: Stórur áhugi er fyri seyðasýningunum, og ikki minst fyri lands­ seyða­sýningini sum verður í næsta mánaði. Stórur eftirspurningur er eftir góðkendum sýnar­ um. Men tað vísir seg tó, at tað eru ikki so nógvi í tali enn. Tí er heldur torført hjá teimum góðkendu at røkka út til allar lokalu sýn­ing­ arnar. – Hetta er orsøkin til, at vit nú hava avgjørt at útseta sýningina eina viku til 12. november, verður upplýst frá Búnaðarstovuni. snorri@sosialurin.fo Sýna føroyska seyðin kring landið FYRSTA VALIÐ Árnfirðingar skulu á fyrsta sinni á val í neystinum hjá Árnafjarðar Róðrarfelagi, tá nýtt løgting skal veljast 29. oktober í ár Hóast onkur vil halda, at Selatrað liggur fjarskotið, so heldur tað ikki fólki aftur at koma higar at kampa, bæði við akførum og við bátum sínum. – Vit uppliva, at fólk koma aftur og aftur, sigur Jákup Weihe (innsett mynd) Hvalba: Hetta er seinasta vikan at arbeitt verður í tunlinum um næturnar. Fríggjadagin verður aftur koyrandi sum vanligt.