Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 14 Sosialurin Klaksvík: Í farnu viku var ar­beiðið við at innrætta ein tekniskan skúla til ein frí­ tíðarskúla, komið so væl áleiðis, at hann kundi takast alment í nýtslu - og fáa nýtt navn. Fyrsti frítíðarskúlin í Klaksvík var annars sjálvs­ ognarstovnurin Sornhúsið, sum lat upp í 1999. Í byrjanini vóru bert tvey børn í frí­tíðar­ skúlanum, men er tørvurin vaksin nógv hesi 12 árini. Í dag er talan um ein nýggj­an frítíðarskúla til 80 børn, og eru øll hesi plássini umbiðin. Samstarv Hesa seinastu tíðina er gamli Tekniski skúli renoveraður, soleiðis at hølini eru sera snoti­ lig, vælgjørd og fyrsta­floks. Men Elsebeth Gunn­ leygs­dóttir vísti haraftrat á ein sera týðandi fyrimun í hesum sambandi: Frítíðar­ skúl­in er nú fluttur nærri skúlaøkinum. – Fyrr var hann partur av barnaansingini, men er við hesum skiftinum farin at venda meiri ímóti skúlanum. Hetta er ein markering av, at børnini ikki longur eru barna­garðsbørn. – Og hetta gevur somu­ leið­is størri samanhang í gerandisdagin hjá børn­un­ um, sum hava hálvan dag í skúlanum og hálvan dag í frítíðarskúlanum. Sam­ stundis styrkist eisini sam­ starvið millum lærarar og peda­gogar styrkist, vísir for­ kvinnan í sosialu nevnd á. snorri@sosialurin.fo 5.476 bilar eftir einum samdøgri Bestu umstøður til børnini Norðoyggjar: Leygar­ dag­in var ókeypis hjá øllum akførum at koyra gjøgnum Norð­oya­tunn­ ilin.  Veðrið var eisini teim­um ferðandi til vild­ar, eins og ein spenn­ andi dystur í Vodafone- deildini millum KÍ og B68 var á skránni henda dagin. Íalt koyrdu 2.738 bilar um gjaldsstøðina. Fóru allir hesir øvugtan veg eisini, hava 5.476 bilar koyrt tur-retur í Norð­oyatunlinum henda dagin. Um samanborið verður við árið í fjør, koyrdu 22 bilar fleiri gjøg­num tunnilin 25. sep­tember 2010. snorri@sosialurin.fo Hetta er ein markering av, at børnini ikki longur eru barnagarðsbørn - Ætlanin var at spara frítíðarskúlan burtur, men tíbetur funnu vit aðrar loysnir. Nú kunnu vit øll gleðast um tann fyrsta kommunala frítíðarskúlan í Klaksvík, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd, nú stovnurin fekk nýggj høli og nýtt navn Kollafjørður: Aftur í ár kanna tey á Búnaðarstovuni hvussu eplini eru fyri. Eplaslagið Mette hevur í ár givið 17 fold. FRÍTÍÐARSKÚLI - Tað vóru nógv um boðið, men tað var altso frítíðarskúlin sum umsíðir slapp at húsast her í gamla Tekniska skúlanum. Nú haldi eg, at bæði børn og vaksin eru sera fegin um hesa loysnina, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar kommunu. Hetta er samstundis fyrsti kommunali frítíðarskúlin í Klaksvík. kring landið RÁSARÚM Nýggju karmarnir geva børnunum rásarúm til alt tað ið krevst av einum nýmótans frítíðarskúla Havn: Fríggjadagin var Norðurlandahúsið ovurfylt av monnum og kvinnum, sum vilja vinnulívi okkara væl. Vinnudagurin, sum var hildin í 12. sinni, var enn einaferð ein succes, og um 400 fólk vóru tilmeldað til dagin. Sagt verður, at var pláss til fleiri, so hevði luttakaratalið eisini verið hareftir. Vinnuhúsið longu tikið avgerð um, at endurtaka henda dagin komandi ár.Vinnudagurin 2012 verður hildin 28. september. Snjalla­bjalla Ein partur av hátíðar­hald­in­ um í farnu viku var av­dúk­ ingin av nýggja navninum til nýggja skúlan. Her hevði Arbeiðsbólkurin fyri Frítíðarskúlan leitað í Før­oysku Floruni, her kom­ið varð fram á navnið Snjalla­ bjalla. Grundgevingarnar fyri vali­ num vóru fleiri: Tað er vakurt á skrift; tað er orginalt; tað er stuttligt at siga, bæði hjá børnum og vaksnum; tað rímar og blóman Snjallabjalla er haraftrat løtt at finna í bø og haga. Havn: Triðja árið á rað fáa føroyingar, umvegis Smyril Line, høvið at gera jólakeypið í Newcastle. Hetta hendir við fráferðini hjá Norrönu 28. november.