mikudagur 5. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
Sosialurin
Kynsbýtið haltar
í Grønlandi
Teir grønlendsku velj
ararnir hava júst sent
tvær kvinnur at umboða
seg á Christiansborg,
men tað merkir ikki, at
kvinnurnar eru líka væl
umboðaðar
allastaðni
heima í Grønlandi. Eitt
nú eru kvinnurnar mun
andi verri umboðaðar
í nevndum og virkis
leiðslum enn menninir.
Nú hevur tingkvinnan
Naaja
Nathanielsen,
sum er úr flokkinum
IA, skotið upp at gera
bindandi ásetingar um
kynsbýtið í sambandi við
nevndar- og leiðsluval.
Hon vísir á, at í teimum
almennu
feløgunum
eru bara 25 prosent av
nevndarlimunum kvinn
ur, og at bara 16 prosent
av teimum í leiðandi
størvum eru kvinnur.
Naaja Nathanielsen
heldur, at tað eigur at
vera so, at hvørja ferð trý
fólk verða vald í nevnd í
einum almennum felagi,
skal minst ein kvinna
vera teirra millum.
Nógvir húsa
gangir í Danmark
Kreppan ger framvegis
um seg í Danmark, og
eitt prógv fyri tí er, at
í september fóru ikki
færri enn 417 vinnufeløg
á húsagang. Samstundis
verður mett, at millum
400 og 500 feløg afturat
fara av knóranum hetta
til árslok.
Hagtølini
vísa,
at
tað eru serliga handlar
og feløg innan byggi
vinnuna, sum noyðast
at gevast, og sostatt er
talan um feløg, sum dúva
upp á heimamarknaðin.
M e t i n g a r fe l a g i ð
Soliditet,
sum
hevur
savnað tølini, sigur, at
tað eru tey veiku feløgini,
sum ikki standa seg. Ein
uggi er, at húsagangirnir
eru ikki so nógvir í ár
sum um hesa tíðina í
fjør.
Bingjuskip skal
sigla við vatni
Í Íslandi hevur felagið
Lindarfoss hevur søkt
kommununa
á
Ísa
firði um øki til ein
verksmiðjubygning og
goymslupláss niðri á
havnarlagnum í sam
bandi við eina stóra ætl
an um at útflyta vatn
niður á evropeiska meg
inlandið. Felagið sigur
seg hava fingið samband
við íleggjara, sum eisini
hevur keyparar til vatn
ið.
Til flutningin ætlar
Lindarfoss at leiga eitt
bingjuskip, sum skal
flyta millum 100 og
120 bingjur av vatni
beinleiðis av Ísafirði til
Rotterdam hvørja ferð.
Lindarfoss og komm
unan á Ísafirði gjørdu
í 2008 sáttmála um, at
felagið kann savna og
útflyta vatn úr keldum í
kommununi. Hann varð
endurnýggjaður í vár.
Lagt til rættis: Árni Joensen
Teir íslendsku rørleggjararnir,
sum eru um 20 í tali, arbeiða í
einari stórari byggiverkætlan
í Fornebu-floghavnini uttan
fyri Oslo, sum umfatar hotel,
skrivstovur og kanningar
stovur. Tað sigur norska
kringvarpið NRK, sum eisini
veit at siga, at nakrir av
ríkastu monnum Noregs so
sum Petter Stordalen, Arthur
Buchardt og Kjell Inge Røkke
skulu leiga høli har.
Ein av teimum íslendsku
rørleggjarunum sigur við
kringvarpið, at teir verða ikki
løntir eftir norskum reglum,
men
íslendskum.
Hann
ásannar, at eftir norskum
umstøðum er lønin lítil, men
at hon er ikki so lág, um hon
verður roknað í íslendskum
krónum.
Íslendingarnir
arbeiða
fyri eitt íslendskt felag, men
stjórin sigur við NRK, at
ein misskiljing er orsøkin
til, at rørleggjararnir fáa so
lítla løn. Norska eftirlitið
sigur, at tann lága lønin hjá
rørleggjarunum kann vera
grovt brot á galdandi lóg, og
tí verður málið nú kannað,
sigur NRK.
Arbeiða í Noregi fyri trælaløn
Íslendskir rørleggjarar, sum arbeiða í byggivinnuni í
Noregi, fáa bara 54 norskar krónur í løn um tíman
Danmark millum
onnur skattaskjól
Á einum nýggjum yvirliti yvir lond, ið verða mett sum skattaskjól,
verður Danmark sett í bás við eitt nú Aruba og Botswana
Á yvirlitinum, sum grasrótar
felagsskapurin Tax Justice
Network hevur gjørt, eru 73
lond, og Danmark, sum er tað
einasta av Norðurlondunum
á listanum, stendur sum
nummar 49.
At Danmark er komið á
listan kemt av, at feløg rinda
ikki skatt av útbýti, um tey
eiga meiri enn 10 prosent av
partabrøvunum í felagnum,
og um útbýtið verður úr
goldið í einum ES-landi ella
einum landi, sum Danmark
hevur
dupultskattaavtalu
við.
Christian Amby, sum er
ráðgevandi grannskoðari og
limur í danska skattaráðnum,
heldur, at tað er í lagi, at
Danmark er komið á yvir
litið
við
skattaskjólum.
Hann ásannar, at hetta kann
vera óheppið, tí at danskir
myndugleikar
vilja
helst
geva øðrum ta fatan, at
landið roynir at forða fyri, at
fólk og feløg gera sær dælt av
skattaskjólum.
Christian Amby sigur við
Berlingske Tidende, at teir
donsku myndugleikarnir eiga
ikki at loyva skattafrælsi,
har teir í veruleikanum hava
rætt til skattin sambært
dupultskattaavtalum.