Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 16 Sosialurin Miðvikan 5. partur T að er ikki so løgið um fólk í dag vita lítið um Oliver Effersøe. Tað eru jú heili 80 ár síðani, hann var í vælmaktini. Men í hesi Effersøe-ættar­søgu ber til at lýsa bæði politiska endan hjá Oliver Effersøe og politisku byrjanina hjá Kristian Djurhuus. At almenna sambandssøgan um hetta er ófullfíggjað sæst fyrst í eini grein í Føroyatíðindi 9. januar 1932 við yvirskriftini “Tak til Lands­ tingsmand Effersøe”, og byrjar greinin soleiðis: Efter i mere end 30 Aar at have repræsenteret Suderøen i Lagtinget har Lagtingsmand O. Effersøe i fuld overenstemmelse med sine Stillere og politiske Venner besluttet ikke at søge Genvalg. Síðan verður hann takkaður so hjartaliga fyri síni avrik í føroyskum politikki. Teir sum skrivaðu undir vóru: Magnus Dahl, Vágur, Jacob Albinus Fámjin, Jens Paulu Skaalum, Hvalba, Jacob Jacobsen, Sandvík, Daniel J.F. Danielsen, Sumba, Daniel J. Hammer, Hov, Niels Pauli Mortensen, Tvøroyri, og Herluf B. Thomsen, Tvøroyri. Men í somu Dimmalætting stend­ ur hesin stubbin, sum nevnda søga onki sigur um. Sambandsløn At Sambandsmænd paa Suderø har tilføjet Landstingsmand Effersøe, Sambandspartiets Stifter og mange­ aarige Fører, den Tort uden videre at kassere ham som Lagtingsmand, har i høj Grad forbauset mange, og det som meget mere, som det vil vides, at Hr. Effersøe selv har udtalt Ønske om at fortsætte som Lagtingsmand for Suderø. Her har Effersøe dog baaret Dagens Byrde og Hede for Sam­ bands­partiet, og en saadan Afslutn­ ing paa Aarelang Tjeneste maa fore­komme de fleste at være mild­ est talt mærkelig iværksat af Ved­ kommende Sambandsmænd. Men som det gamle Ordsprog sig­ er: “Verden lønner ikke ander­ledes.” Sambandsmand Tingakrossur hevur eisini sína viðmerking til hetta mál: Mønustingur Effesøes Nú fekk hann mønustingin, Oliver Effersøe, og tað av sínum egnu monn­um. Hann bað um og skriv­ aði brøv til vinir sínar um at verða upp­aftur­stillaður í Suðuroy, men teir skoyttu ikki um hann. Teir tóku ein óroynd­an ungan mann, Kristian Djur­huus, og settu hann í hansara stað. Tað mátti verið nógv fyri – fyri báðar partar. Fyri Oliver, sum breyt næstan ¾ av teimum føroyskum veljarunum undir seg í 1906, og nú ikki av hesum somu veljarum at vera verdur so frægt sum ein løgtingssess í sínum egna valdømi, og fyri sambandið, at tað so illa vanvirðir sín gamla høvding. Men hví kastar sambandið Oliver Effersøe av sær nú? Er tað tí at hann hevur svikið sambandsleiðina? Nei, ikki er tað, tí eingin sambands­ maður hevur staðið fastari í sam­ bandsstevnuskránni enn hann. Nei, tað er einki annað enn, at hann hevur staðið ovfastur. Tí vilja teir heldur sjálvir drepa hann enn at lata eitt sjálvstýrisval drepa hann. Teir síggja, at Effersøes poli­ tikkur, hann er deyðadømdur í Føroy­um. Turkapolitikkurin norð­ an úr Vík halda summir enn kanska kann standa við eina tíð. Tí skal Andrass Samuelsen nú vera hægsti maður í sambandinum styðj­aður av Mikkjal bróður sínum og Oliver Effersøes banamanni Christian Djurhuus í Tvøroyri. Kristian Djurhuus helt seg ikki duga til politikk Tann sum kom at avloysa Effersøe sum valevni hjá Sambands­flokki­ num í Suðuroy var Kristian Djur­ huus, sum seinni koma at sita til­sam­ans sum løgmaður og lands­ stýris­maður longur enn nakar annar. Hann hevði avloyst Oliver Effer­ søe sum sýslumann í 1920. Hann varð valdur í sóknarstýrið fyri Froðbiar sókn í 1926-1934, og hann var formaður fram til 1930. Í sínum óalmennu endurminn­ ingum, sum Miðvikan fyrr í ár hevði brot burtur úr, greiðir Kristian soleiðis frá tí, sum hendi við løgtingsvalið í 1932: Á heysti 1931 fái eg eina óvæntaða vitjan av Herluf Thom­ sen. Enn meira bilsin gjørdist eg eisini av ørindum hansara. Tey vóru nevniliga, um eg vildi stilla upp fyri sambandsflokkin á komandi løgtingsvali. Eg má hava sæð sera bilsin út, tí hann skundaði sær at leggja afturat, at hetta var eitt ynski hjá nógvum sambandsveljarum. Eg segði honum, at eg ongantíð hevði hugsað mær at fara uppí politikk, hóast eg var politiskt áhug­ aður sambandsmaður. Eg hevði heldur ongar royndir sum talari, og helt ikki, at eg hevði evnir í so máta. Eg helt heldur ikki, at eg var nóg harðbalin at vera politikari. Spurdur, greiddi Herluf frá, at Oliver Effersøe ikki ynskti at halda áfram. Hann hevði havt samband við sambandsmenn í Havn um mína uppstilling. Eg skilti tað sum at tað var teir á Dimmalætting, har tann frísinnaði sambandsmaðurin Effersøe - ættin: Tá ið Oliver varð kroystur sjálvboðin at leggja frá sær Almenna søgan hjá Sambandsflokkinum sigur, at Oliver Effersøe sjálvboðin tók seg aftur sum valevni til løgtingsvalið í 1932. Men tað er ikki vist, at hetta var heilt rætt Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum í 1918: Standandi f.v. Jógvan Rasmussen, Sørvági, Andrass Samuelsen, Fuglafirði, Oliver Effersøe, Tvøroyri, tá formaður í flokkinum, Poul Niclassen, Tórshavn og H.C.W. Tórgarð, Tórshavn. Sitandi: Mikkjal Samuelsen, Vík, Michael Matras, Viðareiði, Jógvan Poulsen, Strendur og Jóan Jákup Weihe, Norðskála. Poul Niclasen kann hava spælt ein leiklut at fáa Oliver Effersøe úr politikki og Kristian Djurhuus inn Kristian Djurhuus visti ikki um hann dugdi í politikki. Men væl royndist. Her er hann, standandi t.v., í fyrsta landsstýrinum í 1948. Standandi er eisini Jóan Petur Davidsen. Sitandi eru t.v. Andrass Samuelsen, løgmaður, og Louis Zachariassen