mikudagur 5. oktober 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
Sosialurin
Løgtingsvalið 2011
Seinast val var sóu vit
akkurát tað sama. Nú
skuldu pensionistar fáa
tað betur, tað bleiv tosað
nógv um hvat skuldi
gerast. Tað var ikki orðið
hvussu gott alt skuldi
blíva. Men hvat hendi tá
valið var av? Jú sparingar
skuldi gerast og byrja var
við fólkapensiónini sum
bleiv
skerd.
Pensiónin
skuldi hækka vi 4% og
hækkaði bert við 3%. Tað
eina procentið bleiv tikið í
sparingum. Tað var beint
aftaná valið, beint aftaná
at tosað var um at nú
skuldu tey bleytu virðini
í hásæti.
Hvørji eru tey “veiku”
í
samfelagnum?
Mær
dámar ikki hattar hug
takið. Ongin eigur at føla
seg sum ein veikan í sam
felagnum. Vit eru øll líka,
vit eru borgarar í sama
landi. Vit eru í ymiskum
fasum av lívinum í ymisk
um situiatiónum, sum
broytast allatíðina. Øll
kunnu gerðast sjúk, bæði
likamliga og sálarliga, ja so
eru vit í eini aðrari støðu
enn vit vóru í, áðrenn vit
gjørdist sjúk. Fyri tað skal
eingin føla seg sum tann
veika í samfelagnum og
skal ikki verða noydd/ur
at ganga frá Peri til Pól og
biðja um hjálp. Tað eigur
at verða heilt nátúrligt
at tá verður tú “loftað/
ur” í einum vælvirkandi
netverkið. Tí eitt er at
gerðast sjúkur ja kanska
óarbeiðsførur,
tað
er
ein sorg í sjálvum sær.
Men tað kann ikki verða
meiningin at ein skal berj
ast sum úlvur á skóg fyri
at fáa sín rætt til stuðul
av einum og hvørjum
slag. Tað hevur ein als ikki
orku til og er hetta undir
alt lágmark
At gerðast gamal er
ein
náttúrligur
partur
av lívinum, um ein er so
heldigur at liva nóg leingi
og sjálvandi eiga vit at gera
tað so liviligt sum til ber hjá
okkara gomlu, alt annað
vildi verið burturvið. Vit
eiga at respktera tey gomlu
og ikki gloyma at tey hava
livað í eini heilt aðrari tíð.
Mítt ynski er, tá tosað
verður
um
hjálp
av
einum og hvørjum slagi,
at ein tekur tann menni
skjaliga partin við sum
ein
náttúrligur
partur
av tí heila. Sum er eru
tað alt ov nógv gomul
og ikki gomul, óhjálpin,
sum sita einsamøll hvønn
dag, har eingin kemur
á gátt ( Her hugsi eg
ikki um heimahjálpina).
Hvat nyttar tað at sita
óhjálpin við maskinum
og
hjálpitólum,
tá
tú
onga umsorgan far. Øll
menniskju mugu føla at
onkur er góður við tey. Vit
eiga at geva okkum tíð til
at lívga um har einsemi og
vónloysi er.
Tey veiku í
høgum kursi
LØGtingsvalið 2011
Jóna Mortensen
Nú nærkast tíðin tá tey “veiku,
gomlu og óhjálpnu“ eru í høgum
kursi. Tað verður skrivað síða upp
og síða niður um hetta sama evni
Fólkatingsvalið, sum var fyri
kortum, vísti greitt, at Føroya
fólk ynskja tættari samstarv
í ríkinum.
Fleiri ferðir undir valstríð
num – tá spurt varð um, hvat
vit kunnu fáa burturúr – kom
eg at hugsa um kendu orðini
sum John F. Kennedy segði,
tá hann var svorðin inn sum
forseti í U.S.A: “ Spyr ikki um,
hvat landið kann gera fyri teg,
men hvat tú kanst gera fyri
landið!!”.
Tað hevur stóran týdning
at hugsa um tað, sum Kenne
dy segði. Hvussu kunnu vit
veita stuðul til ríkið og styrkja
tað, so tað verður okkum
øllum til frama?
Føroyar,
Grønland
og
Danmark hava øll nógv at
stuðla við og fari eg at vísa á
ymiskt – bæði her og komandi
dagarnar.
Hugsa vit reint landafrøði
liga, so røkkur ríkið líka frá
týska markinum og heilt upp
til Norðurpólin. Hugsa vit so
um t.d NATO, so hevur hetta
sjálvandi stóran týdning – og
nógv størri enn um vit standa
hvør í sær.
Vit hava nakrar framúr
góðar maritimar útbúgvingar
í Føroyum og stuðla vit bæði
handilsflotanum
og
fiski
skipum um alt ríkið við bæði
vanligari manning og við
yvirmonnum.
Ríkisfelagsskapurin hvørki
kann ella skal gerast upp í
pengum einans. Hesin ríkis
felagsskapur hevur verið til
í nógvar øldir og er tað ein
styrkur í sjálvum sær. Vit
hava stuðlað hvørjum øðrum
við mentan og hava t.d staðið
saman
um
kristnitrúnna
og havt felags kirkju í øldir.
Nógvir danskir prestar hava
verið í Føroyum og nógvir
føroyskir prestar hava eisini
verið í Danmark. Nú hava vit
eina føroyska kirkju, men sam
starvið við donsku kirkjuna er
framvegis tætt og gott.
Vit hava eitt sera gott
útbúgvingarkervi í ríkinum
og hava vit somu upptøku
møguleikar á donskum læru
stovnum, sum tey, ið búgva
í Danmark. Norðmenn og
sviar hava eisini atgongd,
men hesi eru ikki partur av
ríkinum og tískil hava tey
eina kvotuskipan. Vit kunnu
menna
hetta
samstarvið
soleiðis, at partar av útbúgv
ing kunnu takast á Setrinum.
Somuleiðis kann gransking
vera ein partur av hesum,
eisini gransking, sum kundi
givið fleiri arbeiðspláss her
hja okkum. Sambandsflokk
urin hevur eisini umboð í
Fólkatinginum og er einki at
ivast í, at hann bæði kann og
vil arbeiða fyri hesum.
Heilsuverkið er so týdn
ingarmikið, at tað eisini má
nevnast. Tætt samstarv er
millum føroysku sjúkrahúsini
og Ríkissjúkrahúsið – eisini
her fáa vit sersømdir, tí vit
eru partur av ríkinum. Nógv
hava fingið góða og neyðuga
hjálp har og havi eg sjálvur
tvíburðar, sum eru livandi
vitnisburð um hetta: við
føðivekt uppá einans 500
gram høvdu tær neyvan verið
ímillum okkum í dag, uttan
hetta samstarv.
Eg havi her roynt at lýsa
týdningin
av
ríkisfelags
skapinum við nøkrum fáum
dømum. Tað er sera umráð
andi, at vit framhaldandi fáa
ein sterkan Sambandsflokk,
so vit kunnu varðveita tað
góða sambandið og arbeiða
fram ímóti uppaftur betri livi
korum – her hugsi eg um, at
vit t.d. kunnu fáa somu fígg
ingarmøguleikar sum onnur
hava í ríkinum og somu lágu
rentu uppá íbúðir og hús.
Veljið
Sambandsflokkin
og verið við at tryggja, at vit
og okkara børn framhaldandi
fáa somu møguleikar, og at
Føroyar framhaldandi verður
besta stað at búgva.
Saman eru vit sterk
LØGtingsvalið 2011
Villads Bøgesvang
valevni
Sambandsfloksins
Vit ynskja øll brennandi at
skapa framgongd og vøkstur í
landinum. Hetta krevur, at vit
semjast um nøkur høvuðsmál,
sum vit seta fokus á og gera
breiðar, langtíðarsemjur um.
Semjur, sum fara tvørturum
øll floksmørk og sum røkka 15-
20 ár fram í tíðina. Tey mál, ið
eiga at fáa fremstu raðfesting,
haldi eg vera hesi: Búskapar
vøkstur, fólkavøkstur, sterkt
vinnulív og útbúgving. Hetta
eru míni hjartamál.
Tó,
fremsta
hjartamál
mítt, sum gongur framum
øll hini er: Fullveldi gjøgnum
búskaparligt sjálvbjargni og
altjóða samstarv. Og hetta
er als ikki bara romantikkur.
Hetta er fyrst og fremst
realisma, tí eg eri sannførd
um, at vit fáa eitt betri land
at búgva í og ein sterkari
búskap um vit taka fult ræði
á egnum viðurskiftum. Og
fyrsta fyritreyt er, at vit eru
búskaparliga sjálvbjargin, tí
ikki fyrr enntá, byrja vit at
handla forsvarligt. Í tí løtu
vit vita, at ongin fer at bjarga
okkum, fer tað at noyða
okkum at gerast dugnaligari,
klókari og ábyrgdarfullari.
Vit kunnu ikki blíva við at
dúva uppá danskan stuðul.
Tað er óvirðiligt. Hallið á dan
ska búskapinum er lutfalsliga
nógv størri enn okkara, so eg
haldi ikki vit kunnu rættvís
gera annað enn at royna at
gerast leys av blokkinum. Og
tað er ikki bara óvirðiligt, tað
er eisini óneyðugt. Tì sjálvsagt
megna vit at gerast búskap
arliga sjálvbjargin um bert vit
vilja tað og arbeiða miðvíst
við hesum máli fyri eyga.
Í Føroyum liva vit undir
nøkrum serligum fortreytum,
sum í stóran mun ávirka
okkara
vælferð.
Summar
av fortreytunum kunnu vit
gera nakað við, aðrar mugu
vit góðtaka. Vit eru eitt lítið
oyggjaland, við eini lítlari
íbúgvarafjøld, sum enntá er í
minking. Samfelagið er dýrt
at reka og búgva í, tí tað er
kostnaðarmikið at vera fjart
frá grannalondum og høvuðs
marknaðum
okkara.
Og
innanlands er tað kostnaðar
mikið at halda gott ferða
samband millum meginøkið og
smærri plássini. Tað er dýrari
at keypa vørur og tænastur í
Føroyum enn í størri londum,
tí á einum so lítlum marknaði
er sera torført at fáa kapping
at virka í vinnuni, tí oftast er
bara ein ella tveir útbjóðarar
av vørum og tænastum.
Hinvegin hava vit eisini
eitt sera ríkt náttúrutilfeingi,
bæði í sjónum - helst eisini
í undirgrundini - og á landi
við okkara náttúru, søgu og
mentan og ikki at forgloyma, tí
menniskjaliga tilfeinginum.
Hetta eru høvuðsfyritreyt
irnar, sum vit liva undir. At
vit eru eitt oyggjaland og
fjarstøðuna frá meginlandi
num kunnu vit ikki broyta,
men vit kunnu arbeiða við
nógvum av hinum avbjóðing
unum. Vit kunnu arbeiða fyri
at vaksa um íbúgvaratalið og
vit kunnu arbeiða fyri at fáa
sum mest burturúr náttúru
givna tilfeinginum, so vit
skapa størri vælferð. Enda
málið eigur altíð at vera, at vit
fáa betur ráð at tryggja, at øll
fólk í Føroyum hava eitt gott
og virðiligt lív. Løntakarin,
íverksetarin, handilskvinnan,
tey, ið eru fødd við serligum
avbjóðingum vegna sjúku
ella brek, og vaksandi talið av
eldri, ið hava tørv á røkt. Sam
felagið skal rúma og taka sær
væl av øllum.
Les um mínar hugsanir og
hjartamál á gballe.blogspot.
com ella á Facebook. Har
vil eg fegin tjakast og fáa
innlit í tykkara hugskot og
meiningar.
Samstarv tvørturum
floksmørk og langtíðar
semjur um stór mál
Gunvør Balle
LØGtingsvalið 2011