Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 22 Sosialurin Valgreinar Eitt sindur um samleika og mentan Vit savnast á vaglinum í Havn á ólavsøku; samsint og við tokka til hvønn annan. Vit syngja føroyskar sangir á hesum sjáldsama tátti, ið vit rópa midnáttarsangur. Hetta eitt serfyribrigdi fyri Føroyar. Tað er m.a. okkara serstøku tættir, mál og mentan, sum ger, at unga fólki vendur heim aftur til Føroya eftir lokið ørindi í útlegd. Hetta er ikki bert tjóð­skap­ ar romantikkur. Nei, hetta er orsøkin til, at vit framvegis eru her. Vit kenna okkum einans heima her. Og tað er tí, at her, ið vit eru fostraði og skúlaði, er øðrvísi enn aðrastaðni í heiminum. Men um alt bara skal snúgva seg um individuelt ómaks­loysi og njótilsi, so missa vit felagsskapin, okk­ ara samleika, tað at hoyra til og kenna seg heima. Um fokus á persónlig vælferð yvir­­skuggar alt annað, vil sam­­halds­festi og tann ábyrgd­ ar­kensla, ein eigur at kenna fyri fosturlandi og landsfólki, verða burtur. Og tá vilja øll onnur lond tykjast betur við teirra møgu­leikum og fjøl­broytni, og soleiðis kann hetta viðvirka til vantandi fólkavøkstur, sum nú er vorðin ein trupuleiki. Tí er tjóð­skapar­kensla og serstøk føroysk mentan ikki bert romantikkur; tað er sam­leiki og lívsinnihald, gevur mein­ ing og kensluna av at hoyra einum ávísum staði og fólki til. Tá hevur tú eitt heim, ístaðin fyri altíð at kenna teg sum gest, har tú býrt. Mentan og politikkur Mentan her á landi verður ov ofta sæð sum frítíðarítriv hjá einum minniluta av fólkinum í Føroyum, ið fær stuðul til sítt ítriv. Mentan má síggjast meira sum ein umboðandi og mennandi eind í Føroyum og av føroyingum. Eisini skal mentan síggjast sum ein vinna eins og t.d. ferðavinnan – ein vinna, sum útlendingar hava áhuga í at keypa ella gera íløgur í. Á sama hátt sum fjøl­miðl­ arnir verða sæddir sum tað 4. statsvaldið, kann mentan síggjast sum eitt 5. stats­vald, av tí at mentan ofta endur­ speglar samtíðina og provo­ kerar og kritiserar, hevur við­ merkingar til og eftir­lit við okkara sjálvs­fatan, samleika, tendens til einsrættan, kollek­ tivu samvitskuni, elvir til sjálvrannsøkn v.m. Mentan er ikki bara vøkur ella áhugaverd. Mentan er sera týdningarmikil, vegna sín eginleika at endurspegla samtíðina – bæði tað ynski­ liga, vakra, stolta, djarva og gleði­liga; eins og tað órætt­ vísa, ljóta, keðiliga og smá­ borgar­liga. Hetta eru ikki bert tóm orð og sjálvsøki rós til okkara mentan og okkum sjálvi. Hetta er veruleikin, um ein vil ásanna hann. Latið okkum seta nøkur mál fyri mentanina. Hvat vilja vit við henni? Og fylgja tí upp við politikki og íløg­ um. Ein av størstu útflutn­ ings­vørunum í Svøríki er tón­ leik­ur. Hjá okkum kann tað verða t.d. myndlist, leik­list, tónleikur og bók­mentir, sum kann gerast eitt nýtt "búskap­ arligt bein" at standa á. Mentan sum útflutningsvinna Dávid Isfeld Valevni hjá Tjóðveldi LØGtingsvalið 2011 Børn sum byrja í 1. flokki í dag, eru líka so ymisk sum vit vaksnu. Tað er tí ilt at vita, hvørjar førleikar Sólja ella Sofus fáa brúk fyri um 10 ár. Tað er avbjóðingin hjá fólkaskúlanum at geva øllum hesum ymisku børnunum tann rætta førningin. Tað er sjálvandi eisini ábyrgdin hjá foreldrum. Men fyritreytin fyri at fóta sær í einari ókend­ ari framtíð vísir seg at vera førleiki og útbúgving. Rættin til skúla og út­ búgving skulu tí øll hava – bæði rík og fátøk. Tað er tað, sum eyðkennir eitt væl­ ferðar­samfelag. Og tí skulu vit sláa manngarð um ein sterkari og betri fólka­skúla í komandi valskeiði. Eg havi í starvi mínum sum landsstýriskvinna í menta­ málum lagt ómeta­liga nógva orku í at styrkja fólka­skúl­an, hóast fíggjar­støðan í landi­ num hevur verið trupul. Og sanniliga eru hendir týðandi batar. Í 2011 er játtanin til fólka­ skúlan 281.601 mió. Í 2008 var fólkaskúlajáttanin 248.914 mió. Vøksturin í hesum tíðar­ skeiði hevur sostatt verið 32,7 mió. ella 13.1 %. Og tað er hóast alt ikki so galið! Loyvi mær at nevna nøkur av mongum framstigum: • Vit hava sett í verk part­ vísa tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki. • Vit hava økt um talið av serundirvísingartímum frá 11% til 14%. • Vit hava sett AKT-skipan í verk. Tað er serstøk játtan til at loysa mál á skúlanum í sambandi við atferðar- kon­ takt og trivnaðar­trupul­leikar hjá børnum. • Somuleiðis hava vit sett av orku til SSP-samstarvið, sum eisini hevur til endamáls at fyribyrgja, at smáir trupul­ leik­ar verða til stórar trupul­ leikar. • Lesivegleiðing er raðfest á skúlunum - ásannandi at Pisa-kaningarnar siga, at 3. hvør næmingur í 9. flokki ikki hevur nóg góðan lesiførleika at fara víðari á miðnám. • Vit hava sett í verk eftirútbúgving av lærarum innan serundirvísing, orð­ blindni, lesivegleiðing, og í næstum verður farið undir skúlavegleiðaraútbúgving og KT-varða eftirútbúgving. • Eg havi mett tað umráð­ andi, at mentan og list verður ein dagligur táttur í fólka­skúlanum, og tí er Lista­ leyp­urin komin fyri at vera. Tað merkir at okkara virknu menta- og listafólk koma inn um skúlans gátt at arbeiða við børnunum. • Og vit hava sett orku av til, at íverksetan verður ein fastur táttur í fólkaskúlanum. So at komandi ættarlig verða slóð­arar og kunnu skapa nýggj­ ar vinnuvegir í Føroyum. Eg kundi hildið fram, men tað avgerðandi er, at vit ikki gevast at gera miðvísa íløgu í okkara børn. Reformar merkja ikki sparingar – tvørturímóti Hvørki kommunureformur ella skúlareformur hava til enda­­máls at fremja spar­ingar í fólka­skúlanum – tvørtur­ ímóti. Endamálið er einans at tryggja so sterkar skúlar sum yvir­­høvur møgu­ligt. At spara í fólka­skúla­n­um so at út­búgv­ ingin verður verri, kemur heilt einfalt ikki upp á tal. Útbúgving er lykilin til framtíðina Tølini frá arbeiðsloysi­skipan­ ini siga okkum, at av teimum uml. 1.600 arbeiðsleysu, sum eru skrásett í skipanini, hava uml. 80 % onga útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Niðurstøðan er helst, at tey sum ikki fingu møguleikan at útbúgva seg í longri ella stytri tíð, eru í størri vanda at verða rakt av arbeiðsloysi og av fátækradømi. Hetta eru tøl sum vit skulu broyta. Ongantíð ov skjótt. Ein sterkur fólkaskúli fyri­ byrgir avleiðingum av nega­ tivum sosialum arvi. Ein sterkur fólkaskúli er fyri­ treytin fyri javnstøðu og javn­­rættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrar­ líkindi fyri mismuni og mis­ trivn­aði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag. Ein sterkur fólkaskúli fyribyrgir negativum sosialum arvi Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin LØGtingsvalið 2011 Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag