Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115 Sosialurin Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Næst eftir Sørvágsfjørð kenni eg Trongisvágsfjørð best, tí eg ferðaðist har um sumr­ arnar í 1950-unum. Fastur mín var gift við Sigmund Snikk­aranum. Hann átti ein árabát. Ikki bert slapp eg við honum, tá hann fór at dyrgja ella royna eftir reyð­ fiski/men eg slapp sjálvur at hava bátin og at rógva við honum um allan fjørðin – til Tjalda­víkshólmi og inn á botn í Trongisvági. Tað var sjáldan, at eg var einsamallur í bátinum. Tvøroyri bar dám av stór­ bærum reiðara- og handils­ virk­semi. Reiðarum og handils­monn­um, sum hildu uppi eini ektaðari borgarlig­ ari mentan – einki ilt um tað – ein og sama ment­an, sum var at finna í fleiri øðrum virkn­­um býum aðrastaðni í Norður­lond­um, við fínum hús­um og prýði­lig­um havum og einum atburði, sum tú annars bert fanst í teirri stóru verð. Men har vóru eisini fiski­ menn og arbeiðsfólk – og fiskagentur komu í síni tíð úr øllum heraldshornum úr Føroyum at arbeiða í fiski, onkrar teirra húsaðust enn á lofti­num í einum gulum pakk­húsi, tá eg var har og ferðaðist. Ítøkiligasta ímynd­in av arbeiðara og fiski­­­manna­­klassanum var at finna í býlinginum Kirk­ wall – ella Valinum, har hús­ ini stóðu tætt saman. Ein mergj­­­aður arbeiðara­klassi, ið ikki bert hevði heitt blóð, men sum eisini hevði eitt stættar­medvit, sum vildi nakað, og sum gjørdi sítt til at leggja grund undir eini arbeiðara­mentan, sum førdi til ítøkiligan samtøku­ politikk, eitt nú Ísvirkið. Fyri ein fólkalívs­frøðing var og er Tvøroyri við sínum mót­ setningum ein ómetaliga áhuga­verdur staður. Kanska er klassamunurin ikki tann sami í dag sum tá, tí tíðir broytast og fólkið við. Nú er sambandið manna millum ofta at líkna við strukturin í einum tallerki við spaghetti, har alt grípur inn í hvørt annað og konturarnir eru tí ikki longur so klárir, sum teir vóru fyrr. Inni í Trongisvági hevði eg eina ommusysti, Juliu, ið var gift við Alexander Hvidtfeldt, ein gamal hugnaligur skipari. Honum hevur helst dámt meg, tí ein dag kom hann og setti ein svartan bowlarahatt á 12-ára gamla høvur mítt og segði, at eg skuldi eiga hattin. Eg kendi meg veruliga sum ein lord, tá eg í bowlarahatti fór gangandi út á Tvøroyri og legði leiðina oman í kioskina hjá Erik Eje fyri at keypa eitt ella annað – kanska ein ís, sum var forkunnugt hjá einum vágadreingi. Eg gekk í bowlarahatti tað árið, tá russar sendu fylgisveinin Sputnikk út í rúmdina. Ikki kom tað tá mær til hugs, at eg mong ár seinni í 1970-árunum skuldi koma at tosa við fólk og taka sam­ røður upp á band um lívið á Tvøroyri og skriva um tað í bók, so at eg skuldi verða ein av teimum, sum kom at skriva Tvøroyra søguna. Ei heldur grunaði eg, at eg á 150-ára hátíðardegnum hjá Tvøroyri, skuldi koma at fáa tann stóra heiður at halda røðu á trappuni hjá Thomsen í tí sama mentanarumhvørvi, sum eldsálin Anna Kristin Thomsen í dag av øllum alvi stríðist fyri at varðveita. Henda dag á trappuni hjá Thomsen mundi eg gjørt sum amerikanski forsetin John F. Kennedy, tá hann í røðu síni 26. juni 1963 á Rudolph Wilde Platz í Berlin segði tey víðagitnu orðini: "Ich bin ein Berliner." – eg eri ein berlinari. Eg mundi sagt: “Eg eri ein tvørámaður”, men tað var av ongum, tí so fastgrógvin var mín sørvágsidentitetur longu tá, at helt eg meg fara at svíkja sørvingar, um eg segði tað. Tá eg í dag síggi spurvar­ nir gera sær dælt av ribsber­u­ num í havanum hjá mammu míni í Sørvági, komi eg at hugsa um spurvarnir, sum eg fyri fyrstu ferð sá á Tvør­ oyri í 1950-árunum. Síggi eg ein bowlara­hatt, so komi eg at hugsa um vinsæla Alexander Hvidtfelt og um Tvør­oyri. Bowlara­­hatturin fekk tíverri eina syndarliga lagnu í Sørvági í einum bardaga millum Liðadreingir og Heima­­­dreingur. Ein Liða­ drong­ur tók hattin av høvdu mínum, blakaði hann upp í loft og stakk svør sítt upp ígjøgnum hann, so hann kom at síggja ógvuliga syndarligur út og tók frá mær allan hug at seta hann á høvdið aftur. Men komi eg aftur at halda røðu á Tvøroyri, fari eg kanska at siga, sum Kennedy segði í Berlin í 1963. Í bowlarahatti á Tvøroyri Jóan Pauli Joensen valevni hjá Javnaðar­ flokkinum, hugleiðir LØGtingsvalið 2011 Í hesum tíðum tó fólkatalið í Føroyum stendur í stað, er tað ikki ein spurningur hvar vit í Føroyum búgva, men um vit búgva í Føroyum,. Nógv­ar kreftir eiga at verða lagdar í at fáa fólk at flyta heima aftur. Men tað er enn meira umráðandi, at vit ikki styggja fólk av landi­num. Vit muga hava ein kappingarføran skatta­ poli­tikk, sum er javnbjóðis okkara grannalondum. Frá tíð til aðra, hevur tað verði ágangur ímóti okkum frá ávísum flokkum og politikarum, við ynski um at leggja ein eyka skatt á DIS´arar. Og nú tað seinastu tíðina er TAKS farið at tulka dupultskattaavtaluna við Norra soleiðis, at NIS´arar eisini hava fingið eina eyka skatta rokning uppá fleiri, fleiri 1000 krónur. Hesin ágangur má stoppa. Tað kann ikki vera rætt at ein føroyskur yvirmaður, sum siglir saman við einum norðmanni ella dana, skal hava fleiri 1000 krónur minni eftir um mánaðin. Um TAKS ikki broytir tulkingina so má ein nýggja avtalað gerst við Norra beinanvegin. Vit liva og arbeiða á einum altjóða arbeiðsmarknaði, og tí muga vit hava skattaskipanir, sum onnur lond rundan um okk­ um brúka fyri teirra fólk. Netto hýra má samsvara við hana sum, síðumaður okk­ um á brúnni ella í maskin­ rúminum fær. Um tað er ynski hjá landi­ num at fáa fatur á nøkr­um DIS krónum, so má landið seta seg í samband við dan­ sk­ar myndugleikar fyri at fáa tær. Ikki fara eftir manni­ num, men bólti­num. Bólturin liggur niðri í Dan­mark. Skatt­ urin hjá okkum sum sigla við donskum skip­um liggur eftir í Dan­mark, eins og skatturin hjá útlending­um sum sigla við føroysk­um skipum liggur eftir í Føroyum. Tað skal ikki nógv hugflog til at hugsa, at verandi støða fær fleiri úti siglarar til at umhugsa um teir yvirhøvur eru vælkomnir og ynsktir í Føroyum í heila tikið. Hetta er heilt ótrúligt, tá ein kann­ ing fyri nøkrum árum síðani kom til tað úrslit, at tað avleidda virði av okkum umleið 1000 úti siglarum gevur lands­kassanum oman­ fyri 600 milliónir, og nú er tað nokk nærri 700. Tað er meir enn blokkurin. Vit útisiglararnir muga standa saman og verja borg. Royna at fáa systemið og tað politisku skipanna at skilja okkum. Fáa rudda allar misskiljingar av vegnum, at vit ikki gjalda skatt. Eitt land eisini fyri DIS'arar, NIS'arar, FAS'arar, og allar hinar sum sigla úti Karlot Hergeirsson Yvirstýrimaður Mærsk Supply Service Valevni hjá Framsókn LØGtingsvalið 2011