mikudagur 5. oktober 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
20
Sosialurin
TØKK
TØKK
Arkitekturin, kveikjarin og
fjølbroytta menniskja var
á bestan hátt heiðraður á
Landsbókasavninum
við
fullsettum skála sjálvan árs
dagin.
Skal mann meta um mann
in Gunnar sum menniskja,
kemur mann skjótt eftir, at
hann er sum sangurin hann
yrkti, Aldan “.....nem við meg
nert ikki við” tí hann er bæði
ekstroversur og introversur
alt ísenn – nem við meg......
Gunnar gjørdi tíðliga vart
við seg sum skrivandi per
sónur, og minnast vit ferða
brøvini hann skrivaði heim
frá ferðum, eitt nú frá einum
túri í Norðurnoreg og Sverri
Egholm (minnist meg rætt)
læs frálíku ferðafrásøgnina
upp í útvarpinum.
Síðani hevur hann skrivað
skaldsøgur, yrkingar, sangir,
sangleik, listabøkur, umsett
m.a. Harry Potter o.m.a.
Helst ongin føroyingur
spennir so víða sum Gunnar
– jú kanska William Heinesen
– hesir báðir.
Tað er vert at nevna skald
søguna “Undir suðurstjørn
um”, sum er eitt høvuðsverk
í føroyskari skaldsøgulist og
eitt verk, sum ikki smæðist
burtur ímillum heimsbók
mentir, og sum heimskendi
enski
rithøvundurin
Fay
Weldon instillaði til ta í
angelsaksiskum høpi størstu
skaldsøguvirðislønina.
Av
virðislønum
hevur
hann m.a. fingið:
Virðisløn M.A. Jacobsen
fyri fagrar bókmentir 1982
Mentanarvirðisløn Land
sins 2002
Og Aldan – hon er blivin
fólkaogn eins og Kalli Kat
hjá Kára Petersen – okkara
Bob Dylan.
Gunnar tók prógv í 1967
sum arkitektur á arkitekta
skúlanum á danska Kunst
akademinum, og var eitt
skifti í summarfrítíðini undir
lestri á teknistovuni hjá Palla
Gregoriussen í Havn. Hann
arbeiddi árini 1967-1972 á
ymsum teknistovum í Keyp
mannahavn.
Í 1969 vann hann norður
lendsku arkitektakappingina
um Tinganes, henda gamla
býarpartin, sum var um reppi
at blíva javnaður við jørðina
og endurbygdur eins og byir
í provinsuni í Danmark, tað
var ætlanin.
Í 1972 verður Gunnar
settur sum býararkitektur í
Havn, og her kann sigast, at
hann hevur sett spor eftir
seg, ja, tað kann sigast, at
hann bjargaði Tinganesi, so
vit í dag kunnu fegnast um,
at eiga tað gomlu Havnina
næstan inntakta, við húsum
heilt aftur í miðøld, og eg
yvist ikki í, um fornfrøðiligar
kanningar og útgravingar
verða gjørdar har, vilja vit
finna víkingatíðina har eis
ini.
Fyri okkum í felagnum og
sum einstaklingum, hevur
Gunnar havt stóran týdning
sum býararkitektur og byggi
fulltrúi við sínum nærlagni
og ósvitandi integriteti, har
eitt orð var eitt orð og ein
maður ein maður.
Og sum býarplanleggjari
er hann tann persónurin,
sum
hevur
sett
stórsta
fingramerkið á býin.
Hann er einastandandi
at tolka tann føroyska sam
leikan í tí mannaskapta, og
dugir væl at síggja og um
skapa og samansjóða tað
gamla søgubundna við tað
nýggja skapandi, sum altíð
liggur í tíðini.
Tann
nýggja
almenna
byggisamtyktin, sum Gunnar
skipaði fyri, og sum kom í
1972, hevur hjálpt til at fáa
skilagott skap á býin.
Hendan byggisamtyktin
fall nógvum fyri bróstið,
tí fólk skiltu ikki, hví tey
ikki máttu byggja sum tey
vildu inni á egnum stykki,
og hetta førdi til nakrar
barokkar
hendingar,
eitt
dømi er flagtekjurnar á Kon
mannsmýru.
Her var sett í treytirnar
í byggisamtyktini, at allar
tekjur skuldu verða svartar
– hetta var góð latín tá, fyri
at fáa heildardám yvir ein
býling.
Her ein lítil fitt søga:
Ein maður, sum hevði
grundstykki á Konmanns
mýru skuldi byggja sær hús
ini, og sá, at takið skuldi vera
svart – hann vildi so gjarna
hava flagtak. Hann fór oman
til Gunnar at biðja um frávik
at gera flagtak, men Gunnar
vísti á, at í byggisamtyktini
var ásett at tekjan skuldi
vera
svørt,
so
maðurin
fór, aftaná nakað av kjaki,
heimaftur. Hann gavst tó
ikki á hondum, men gekk inn
á Gunnar at fáa flagtak, og at
enda var Gunnar so troyttur
av hesum, at hann segði við
mannin: Ok, um tú skal hava
flagtak, so verður treytin, at
flagið verður svart. – Hesa
søgu hevur Gunnar sjálvur
fortalt á einari veitslu í
arkitektafelagnum, og segði
hann tá, at hann mangan
hevði iðrað seg um hetta
kravi um svørtu tekjurnar á
Konmansmýru.
Í arkitektafelagnum, sum
hann var stigtakari til at seta
á stovn, var hann okkum
ein hollur stuðul og altíð til
reiðar at “taka fat” og var tað
Gunnar, sum við síni vøkru
handskrift skrivaði felagsins
nýggju lógir og legði tær fram
á felagsins fyrsta aðalfundi
18. Juni 1981 í Perluni, sum nú
ikki er longur.
Hjá Gunnari er onki hug
skot ov lítið og onki ov stórt
at viðgera ella taka støðu til.
Eitt skifti var hann for
maður í felagnum og í nevnd
ararbeiði var hann av teim
bestu, altíð við góðum hug
skotum og við tí góða vilj
anum.
Gunnar
er
talsmaður
fyri tað hann trýr uppá, og
minnast vit øll, hvussu hann
tordi at tala “Roma midt imod”
, tá hann sum býararkitektur
noktaði at geva Natostøðini
í Mjørkadali byggiloyvi til
nøkur hús afturat – her
sóu vit ein embætismann í
fullum integriteti gera tað
hann trúði uppá.
Sum kveikjari er hann
ein sannur stuðul, og eru tað
mong verkevni og tiltøk, sum
Gunnar hevur verið heitur
talsmaður fyri og eru dømini
legio, vit kunnu nevna: Stovn
an av LISA, Gamla Hospital,
Nólsoyar Páll í Vágsbotn
v.m. og tað skal ikki undra,
um hann ikki hevur onkra
ætlan í skjáttuni beint nú,
eldsál sum hann er.
At
enda
ein
stuttlig
søga, sum eg havi hoyrt ein
vinmann siga frá:
Ein maður, sum vit her av
diskretum grundum kalla
“Tann Royali”, hevði eitthvørt
óforloyst byggimál at fáa
uppá pláss, og hevði leingi
roynt at fingið tal á Gunnar,
men uttan at hetta av eini
ellar aðrari grund eydnaðist
honum.
Ein dagin fær hann eyga
á Gunnar í Havnar gøtum
og hann var nú blivin so
spinnandi óður, at hann fór
eftir Gunnari og jakstraði
hann inn í tríkantin uttan
fyri Skálabúðina og hevði
rikið hann upp í ein krók
móti garðinum og skorða
hann fastan har, men sum
“Tann Royali” segði: tá eg helt
at eg hevði hann, og nú skuldi
hann hava tað, leyp Gunnar
so kimiligur alt í einum upp
um garðin og vekk var hann,
– og til hetta hevur “Tann
Royali” seinni sagt:
“Hevði ikki trúð at Gunnar
var í so góðum formi”.
Gunnar er ikki býararki
tektur longur, hann gavst
við hesum yrki í 1997 fyri
at fáa stundir at skriva og
arbeiða við øðrum ment
anarvirksemi, og tað merkist
nógv til, at hann er í okkara
mentanarhøpi
bæði
sum
aktivur rithøvundur og um
mælari og luttakari sum við
merkjari í samfelagskjaki í
bløðunum.
Og við hesum orðum:
“...sissa meg, tá eg vil liva,
øs meg, tá eg biði um frið”.
Ynskja vit í Arkitektafelag
Føroya tær tillukku við deg
num, alt tað besta og góðan
byr framyvir.
Arkitektafelag Føroya
Gunnar Hoydal 70 ár
... nem við meg nert ikki við ...
Á 70 ára degnum 12.09.2011
Nøvn