mikudagur 5. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
Sosialurin
Ítróttur
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið kom U21 landsliðið
upp á pláss í Aalborg. EM undan
kappingardysturin ímóti Danmark
verður fríggjakvøldið klokkan 18 á
heimavøllinum hjá superliguliðnum
AaB – Energi Nord Arena.
Tjúgu spælarar eru í ferðalagnum,
og fyrrapartin fríggjadagin fara teir
báðir venjararnir, Heðin Askham
og Bill Jacobsen, at siga teimum,
hvørjir ellivu skulu á vøllin frá
fyrsta bríksli, og hvørjir tveir skulu
út millum áskoðararnar at sita.
Ásetingarnar siga, at bara átjan
nøvn kunnu vera á listanum.
Á skránni inntil fríggjakvøldið
eru hvíld, fundir og video og so
tvær venjingar. Tann fyrra verður
í dag klokkan 16, og tann seinna
verður hóskvøldið klokkan 18 á
Energi Nord Arena.
Fleiri av teimum, sum hava
aldur at spæla á U21 landsliðnum,
hava seinastu ferðirnar verið í
a-landsliðshópinum. A-landsliðið
er liðugt fyri í ár, og tí eru hesir
spælararnir við í Aalborg. Tað
snýr seg fyrst og fremst um Jóan
Símun Edmundsson, og so um
Viljorm Davidsen úr FC Fyn og Gilla
Sørensen, sum nú umboðar TB.
Alt skal rigga
Í hesi kappingini hava Føroyar
higartil spælt tríggjar dystir. Í tí
fyrsta, sum var í Gundadali, eydn
aðíst tað at røkka málleysum javn
leiki ímóti Norðurírlandi. Síðani
hava Føroyar lagt rygg til 4-0 tap í
Norðurírlandi og 5-1 tap í Serbia.
Føroysku venjararnir hava hugt
eftir upptøku av dystinum millum
Norðurírland og Danmark. Hóast
danski
liðformaðurin,
Mathias
Zanka Jørgensen, í Belfast varð
útvístur tríggjar minuttir undan
steðginum, so vann Danmark 3-0,
og hóast Føroyar taptu 5-1 í Serbia,
so ivast føroysku venjararnir ikki
í, at danska liðið er tað stinnasta í
bólkinum.
Tá ið vit spyrja, um tað so skal
roknast við stórum skrædli í
Aalborg fríggjakvøldið, so svarar
Bill Jacobsen soleiðis:
– Tað er ein møguleiki fyri tí.
Men tað er eisini upp til okkum
sjálvar at vera við til at avgera. Á
heimavølli
ímóti
Norðurírlandi
stemmaði tað væl hjá okkum, og tá
rukku vit góðum úrsliti. Í Norður
írlandi riggaði einki. Keturnar
hingu ikki saman, og talan var um
eina ørgrynnu av persónligum mis
tøkum. Tí skolaðu málini ígjøgnum.
Niðri í Serbia var talan um gott
liðavrik, men persónligu mistøkini
vórðu sektað, so tað stóð eftir í. Tað
er møguleiki fyri góðum úrsliti, men
so skal liðið hanga saman, og so
skulu vit sleppa undan persónligu
mistøkunum.
Nýggjar fyritreytir
Fyritreytirnar undan dystinum
eru so góðar, sum tær kunnu vera.
Landskappingin heima á landi er í
hæddini, og tí er venjingarstøðan so
góð, sum tað ber henni til at vera.
Og so eru tað teir tríggir omanfyri
nevndu
spælararnir,
sum
eru
komnir aftrat, og sum tað verður
roknað nógv við. Ikki minst Jóan
Símun Edmundsson, sum hevur
verið fastur maður í álopinum á
a-landsliðnum.
– Vit hava skift eitt sindur frá
dysti og til dyst tær tríggjar ferð
irnar, sum vit hava spælt í ár, og
tað er greitt, at broytingar fara at
verða gjørdar aftur hesa ferð. Eitt
nú skulu vit hava pláss fyri Jóan
Símuni Edmundsson. Tað er ein
møguleiki fyri, at hann verður
fremstur, men tað er kanska meiri
sannlíkt, at hann verður hangandi
álopsspælari, og tað kann eisini
hugsast, at hann verður í øðrum
borðinum, sigur Bill Jacobsen.
Føroysku spælararnir í Aalborg
eru Hans Jørgensen, 07 Vestur,
Teitur Gestson, HB, Rógvi Holm,
HB, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy,
Sørmundur
Kalsø,
KÍ,
Erling
Jacobsen, Víkingur, Høgni Eysturoy,
B36, René S. Jacobsen, Brøndby,
Viljormur Davidsen, FC Fyn, Gilli
Sørensen, TB, Karl Løkin, ÍF, Dánjal
á Lakjuni, ÍF, Gunnar Zachariasen,
AB Danmark, Róaldur Jacobsen,
B36, André Olsen, B68, Hallur
Hansson, HB, Kaj Leo í Bartalsstovu,
Víkingur,
Páll
A.
Klettskarð,
Víkingur, Klæmint A. Olsen, NSÍ
og
Jóan
Símun
Edmundsson,
Newcastle.
Tað er ókeypis atgongd til dystin,
og tað verður roknað við, at før
oyskir áskoðarar fara at síggjast og
hoyrast. Eitt nú skipar føroyinga
felagið í Århus fyri bussferð norður
til Aalborg, og í Norðurjyllandi
búgva nógvir føroyingar, sum
fríggjakvøldið hava møguleika at
síggja føroyskt landslið spæla, uttan
at tað nýtist teimum at ferðast so
ógvuliga langt.
Dysturin verður vístur á TV2
Sport, og fyrsta bríkslið verður
fríggjadagin klokkan 17.00 føroyska
tíð.
Jóannes Hansen
Í donskum landsliðsfótbólti
er fokus í hesum døgum vent
ímóti
a-landsliðnum,
sum
næstu dagarnar skal spæla tveir
dystir. Úrslitini í teimum fara
at gera av, um Danmark skal
spæla við í EM endaspælinum
næsta summar.
Hálvan annan tíma áðrenn
U-21 liðið skal spæla ímóti
Føroyum, skulu Morten Olsen
og hansara menn spæla á
Kypros, og týskvøldið í næstu
viku verður stóra finalan, tá ið
Portugal vitjar í Parkini.
Hóast tað mest verður tos
að um Morten Olsen, Niclas
Bendtner, Christian Eriksen og
allar hinar, so er tað ikki heilt
gloymt, at U-21 landsliðið nú
fer at spæla fyri fyrstu ferð á
heimavølli, síðani tað í summar
ikki eydnaðist liðnum at spæla
seg víðari úr bólkaspælinum í
EM endaspælinum. Tað kendist
sum stórt vónbrot, tí kappingin
var í Danmark, og danska liðið
hevði heimavøll í Aalborg, har
dysturin ímóti Føroyum verður
fríggjakvøldið.
Síðani EM endaspælið er
venjarin skiftur út. Nýggjur
ábyrgdarmaður
er
Morten
Wieghorst, sum í fleiri ár var
venjari í FC Nordsjælland, og
sum er gamal landsliðsspælari.
Hesin venjarin verður roknaður
sum ein tann gávuríkasti í Dan
mark.
Morten Wieghorst og Dan
mark fingu flúgvandi byrjan í
nýggju EM undankappingini,
tá ið tað eydnaðist at vinna 3-0
í Belfast. Næstu vikuna skal
Danmark spæla fyrsta heima
dystin, sum er ímóti Føroyum,
og síðani á útivølli í Serbia.
Á pappírinum er talan um
tvær heilt ymiskar uppgávur,
og Morten Wieghorst sigur
soleiðis um avbjóðingarnar:
– Sjálvandi er føroyska liðið
øðrvísi enn tað norðurírska,
sum vit vunnu greitt ímóti.
Men eg rokni við, at føroy
ingarnir fara at stríðast alt
tað, sum teir eru mentir ímóti
stórabeiggjanum.
Sjálvandi
eru vit favorittar, men tað er
týdningarmikið, at vit ikki
undirmeta liðið. Føroyar taptu
5-1 í Serbia, men tað er áhuga
vert, at føroyska liðið legði seg
á odda.
– Tað eru bara nakrir fáir
dagar ímillum dystirnar ímóti
Føroyum og Serbia. Sjálvandi
verður talan um heilt øðrvísi
dyst niðri í Serbia, men tað er
týdningarmikið, at vit nú fult
og heilt savna okkum um av
bjóðingina ímóti Føroyum og
fáa tann dystin frá hondini,
áðrenn vit fara at hugsa um
Serbia.
Danska U-21 landsliðið hev
ur seinastu tíðina spælt nógvar
dystir í Aalborg. Fríggjakvøldið
fer Morten Wieghorst fyrstu
ferð at standa á odda fyri lið
num á heimavølli, og hann
vónar, at tað fer at síggjast og
hoyrast, at liðið er á heima
vølli:
– Jydarnir plaga at bakka
liðið upp, og tað vóni eg, at teir
eisini fara at gera ímóti Før
oyum.
Fyrst
fokus á
Føroyum
Fótbóltur Danski venjarin undir
strikar, at tað er týdningarmikið,
at hansara spælarar hava fokus á
avbjóðingini ímóti Føroyum, áðrenn
eyguni eftir dystin fríggjakvøldið
verða vend ímóti Serbia á útivølli
U-21 landsliðið
Stór avbjóðing
bíðar í Aalborg
Fótbóltur Hóast danska liðið er stinnari enn bæði tað
norðurírska og Serbia, sum fyrr í heyst vann trivaligan
sigur á Føroyum, so halda venjararnir, at møguleiki er
fyri, at styrkta føroyska liðið kann gera um seg
tað er greitt, at broytingar fara at verða gjørdar aftur hesa ferð. Eitt nú
skulu vit hava pláss fyri Jóan Símuni Edmundsson, sigur Bill Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen