mikudagur 5. oktober 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. oktober 2011 · Nr. 115
18
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tá Pál Joensen á ólavsøku í
Shanghai megnaði kravtíðina til
OL næsta summar á 1500 metra
teininum í frísvimjing, mundi
fáur vænta annað, enn at Pál fór
at gerast einasti føroyingur, sum
slapp í olympiska hylin í London at
royna seg.
Men nú er møguleiki fyri einum
føroyingi aftrat, tí 18 ára gamli
Frans Johannessen, sum um eina
viku fyllir 19, hevur staðið seg so
mikið væl á 200 metra teininum í
frísvimjing í eini kapping í Kanada,
at hann er væl við í kappingini um
eitt olympiskt pláss í olympisku
liðkappingini í London næsta
summar.
– Hetta var óvæntað, men hevur
ordiliga nógv at siga fyri meg, og
míni foreldur eru eisini øgiliga errin.
Tey skrivaðu um tað á Facebook
beinanvegin, greiddi Frans frá í
dagblaðnum Jydske Vestkysten,
eftir at hann hevði svomið teir 200
metrarnar við góðu tíðini 1.51.18.
Svimjibeiggjar
Frans er sonur Nicolinu og Arant
Johannessen í Esbjerg, sum eru
ættað úr ávikavist Funningi og
Kunoy, og hann hevur saman við
familjuni búð í Danmark, síðani
hann var tvey ára gamal.
Bæði hann og stóribeiggin,
Sørin, sum er eitt ár eldri, hava
verið fastir fúsir í svimjifelagnum
í Esbjerg, West Swim, tí har byrjaðu
teir at svimja longu um fimm ella
seks ára aldur.
Teir báðir beiggjarnir hava
tó eisini roynt seg í Føroyum, tá
teir í 2007 svumu fyri Suðuroyar
Svimjifelag. Hetta kom í lag, tí Jón
Bjarnason var venjari hjá eldra
beiggjanum eitt skifti.
Frans og Sørin gera nógv við
svimjingina og fara mestsum hvønn
morgun frá húsum klokkan fimm
fyri at venja, og tilsamans verður tað
gjarna til einar 28 venjingartímar
um vikuna. Um vikuskiftini eru
annaðhvørt kappingar ella meira
venjing, so hetta er ítróttur, Frans
og Sørin gera sera nógv við.
Nú Frans er inni í myndini sum
ein av teimum, ið skulu venja fram
ímóti olympisku leikunum næsta
summar, sleppur hann millum
annað á venjingarlegu í USA, sum
Team Danmark rindar fyri. Síðsta
vikuskiftið í mars mánaði verður
endaliga greitt, um hann fer allan
vegin og telist millum donsku OL-
svimjararnar, tá avtornar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Enn ein føroysk OL-vón
Svimjing 18 ára gamli svimjarin, Frans Johannessen, sum hevur føroysk foreldur og tað mesta av
lívinum hevur búð í Esbjerg, liggur av álvara framvið at sleppa til OL í London næsta summar
Hóast hálvonnur vika er liðin,
síðani Atlantic Airways-kapp
ingin hjá monnunum fór í gongd,
hevur Team Klaksvík, enn ikki
verið í dysti.
Men í kvøld klokkan 19 skal
hondbóltsfelagið
hjá
klaks
víkingum í eldin í sínum fyrsta
dysti, sum verður ímóti StÍF í
ítróttarhøllini á Skála.
Í
Sunset-kappingini
hjá
kvinnum er eisini eitt lið, sum
enn ikki hevur verið í dysti.
Tað er Tjaldur, sum tó sleppur
at royna seg um vikuskiftið, tá
Stjørnan vitjar í Runavík.
hilmarjan@sosialurin.fo
Klaksvíkingar
í gongd
OLYMPISK VÓN
Nú bestu donsku svimjararnir fyrireika seg til olympisku leikirnar í London næsta summar, er 18 ára gamli Frans Johannessen mitt í
rokanum. Hann hevur føroysk foreldur og hevur seinnu árini verið millum evnaríkastu svimjararnar í danskari svimjing
Mynd: Morten Flarup/Polfoto