fríggjadagur 7. oktober 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Talið á føroyingum, sum leita
eftir barnaporno á internet
inum, er rættiliga nógv fallið
hesi seinastu árini.
Tað vísir ein uppgerð, sum
Føroya Tele hevur gjørt.
Føroya Tele hevur eitt
filtur, sum forðar fyri, at fólk
sleppa inn á heimasíður við
barnaporno.
Hetta verður gjørt í sam
starvi við ríkisløgregluna,
sum hevur eitt yvirlit yvir
heimasíður, har barnaporno
kann vera at finna og sum
sostatt verða blokeraðar.
Munandi minkað
Uppgerðin hjá Føroya Tele
vísir, at talið á føroyingum,
sum verða steðgaðir í roynd
unum at koma inn á heima
síður við barnaporno, er
munandi
fallið
seinastu
árini.
Filtrið hjá Føroya Tele
ímóti barnaporno varð sett
til í 2006 og hetta árið vórðu
heili 3493 ymiskir føroyskir
teldubrúkarar steðgaðir á
veg inn á heimasíður við
barnaporno.
Í 2009 var talan um 2449
ymisk fólk og í 2010 var tað
lækkað niður í 2083 ymisk
fólk.
Men serliga í ár hevur
fallið verið stórt, tí higartil í
ár eru ikki fleiri enn 478 fólk
forðað í at sleppa inn á tílíkar
síður.
Uppgerðin verður gjørd
mánað fyri mánað og í ár er
talan um ímillum 20 og 65
teldur um mánaðin, sum eru
forðaðar.
Men tær somu teldurnar
kunnu ganga aftur í fleiri
mánaðum,
men
nakrar
nýggjar
eru
helst
eisini
hvørja ferð.
Í 2006 vóru ímillum 256 og
314 fólk steðgað um mánaðin,
men tað er eisini komið fyri
onkran mánað, at yvir 400
ymisk fólk eru blokerað, tí
tey hava verið á veg inn á eina
heimasíðu við barnaporno
Fyribygjandi
Kristian Davidsen, stjóri á
Føroya Tele, dugir ikki at siga,
hvussu tað ber til, at tað eru
lutfalsliga fáir føroyingar,
sum leita eftir barnaporno á
internetinum.
Men hann ivast onga løtu
í, at filtrið er fyribyrgjandi.
Nú er tað heldur ikki vist,
at try, sum verða blokerað,
beinleiðis leitað eftir barna
porno, tí tey kunnu enda á
eini slíkari heimasíðu meiri
ella minni av óvart.
Talan kann vera um fólk,
sum leita eftir pornosíðum
yvirhøvur og sum síðani enda
á eini síðu við barnaporno.
Talan kann eisini verða um
fólk, sum leita eftir onkrum
heilt øðrum, men so at ein
síða við barnaporno brádliga
stendur á skerminum.
Talan kann eisini verða
um fólk, sum beinleiðis leitað
eftir barnaporno, men sum
halda geva skarvin yvir, tá
ið tey síggja tað, at tey verða
blokerað alla tíðina
Í løtuni er talan um ímill
um 1100 og 1200 heimasíður,
sum eru blokeraðar.
Danska
ríkisløgreglan
dagførir filtrið tvær ferðir
um samdøgurið at vita um
fleiri síður eru, sum skulu
blokerast.
Tá ið ríkisløgreglan finnur
eina
síðu
við
ólógligum
barnaporno sum skal bloker
ast, verður hon eisini sjálv
virkandi blokerað í Føroyum,
sigur stjórin í Føroya Tele.
Í trúnaði
Hann sigur, at telesamskiftið
hjá fólki er fevnt av lógini um
persónsupplýsingar.
Tað merkir, at telefon-,
sms, og internetsamskiftið
hjá fólki, er í trúnaðir.
Tað merkir so aftur, at
hvørki Føroya Tele ella nakar
annar kannar eftir, hvørjar
teldur verða blokeraðar tí
at leitað verður eftir barna
porno.
– Tað er bara eftir áheitan
frá løgregluni, at slíkt verð
ur kannað í sambandi við
illgruna um lógarbrot, ella tá
ið lógarbrot skal skjalprógv
ast, sigur hann.
aki@sosialurin.fo
Nógv færri føroyingar
leita eftir barnaporno
BARNAPORNO Alsamt færri og
færri verða fangað hjá Føroya Tele,
tí at tey eru á veg á eina heimasíðu
við barnaporno á internetinum
– Vit kenna lítið og onki til
barnaporno í Føroyum.
Tað staðfestir Bergleif
Brimvík, leiðari hjá krimi
naldeildini hjá løgregluni
í Føroyum.
Hann sigur, at tað er
ikki meiri enn at tað kem
ur fyri, at løgreglan hevur
nakað mál av hesum slagi
og so vítt, hann minnist,
er onki slíkt mál í ár.
Hann sigur, at tað er
ikki annað enn at fegn
ast um, at tað alsamt eru
færri og færri føroyingar,
sum leita eftir barnaporno
á internetinum.
Hann dugur kortini
ikki at meta um, hví tølini
eru minka so nógv.
Føroya Tele hevur eitt
filtur, sum forðar fyri, at
fólk sleppa inn á síður
við barnaporno og hóast
eitt lutfalsliga stórt tal
av fólki verða steðgað, er
hetta ikki upplýsingar,
sum Løgreglan ger nakað
við.
– Løgreglan kannar
bara teldur, tá ið vit hava
eitt ítøkiligt mál at ar
beiða við og tað kemur
meiri enn so fyri, at vit
kanna teldur tá ið ill
gruni er um lógarbrot av
ymsum slagi.
Men tá hevur løg
reglan
rannsóknarloyvi
til hetta frá dómaranum,
ella gevur tann, sum eig
ur
telduna,
sjálvboðin
løgregluni loyvi at kanna
telduna.
aki@sosialurin.fo
FEGNAST Tað er at fegnast um,
at færri og færri føroyingar leita
eftir barnaporno á internetinum,
heldur Bergleif Brimvík, leiðari á
kriminaldeildini hjá løgregluni
Kenna lítið og
onki til barna
porno í Føroyum
Sum nevnt í hinum grein
unum her á síðunum, er
tað í samstarvi við donsku
ríkisløgregluna, at Føroya
Tele hevur sett eitt filtur á,
sum blokerar, tá ið onkur
er á veg inn á eina síðu við
barnaporno
Og ímeðan talið á føroy
ingum, sum verða bloker
aðir, er lutfalsliga lágt, er
støðan heilt øðrvísi í Dan
mark.
Bara í september mánaða
vóru 20.000 teldubrúkarar í
Danmark blokeraðir, tí teir
leitaðu eftir barnaporno.
Verður tað ført beinleiðis
yvir á føroysk viðurskifti,
skuldi talið í Føroyum ligið
um 150-200 teldubrúkarar
um mánaðin.
Tað var tað eisini fyri
nøkrum árum síðani, og
væl tað eisini.
Men í ár er støðan heilt
broytt, tí higartil í 2011, er
talan um ímillum 41 og 65
føroyskar
teldubrúkarar
um mánaðin, sum verða
blokeraðir, tí teir leita eftir
barnaporno.
Men tað eru ikki øll, ið
fegnast um hetta filtrið,
sum blokerar fyri slíkum
síðum.
Formaðurin í IT politisk
forening í Danmark, Niels
Elgaard Larsen, sigur við
Politiken, at samanumtikið
er hetta sensurur.
Filtrið ímóti barnaporno
grafi verður brúkt sum
jarnbrot fyri at seta enn
meiri eftirlit í verk, tí sjálv
andi er tað ongin, sum verjir
barnaporno.
Hann heldur eisini, at tað
eru ongar ábendingar um,
at hetta filtrið fyribyrgir
barnaporno.
aki@sosialurin.fo
20.000
Fyribyrgjandi
Tað er ilt at siga, hvussu tað ber til, at færri og færri leita
eftir barnaporno á internetinum, men stjórin á Føroya Tele
ivast ikki í, at tað er fyribyrgjandi, at eitt filtur er sett upp
sum blokerar, tá ið fólk fara inn á síður við barnaporno
Tølini fyri 2011 eru til og við 5. oktober.
Talvan skal lesast soleiðis, at í 2006 hava 3.493 ymisk
fólk roynt 8.490 ferðir at sleppa inn á 104.056 heimasíður
við barnaporno.
Føroyingar og barnaporno:
Ár
Teldur
Vitjanir
Síður
2006
3.493
8.490
104.056
2009
2.449
5.212
55.858
2010
2.083
3.850
32.489
2011
478
622
11.669
Tað er eisini komið
fyri, at yvir 400 ymisk
fólk eru blokerað, tí tey
hava verið á veg inn á
eina síðu við barnaporno