Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 Sosialurin Javnaðarflokkurin vil hava eina meira solidariska fígging av vælferðini. Endamálið við skattaumleggingini hjá Javnaðarflokkinum er at lætta um hjá barnafamiljum, støkum og stakum uppihaldarum. Vit skulu øll rinda fyri vælferðina… Javnaðarflokkurin vil seta í verk eina nýggja fólkatrygd, sum øll, ið eru búsitandi í Føroyum, rinda 10 prosent av inntøkuni til. Fólkatrygdin fevnir um samhalds- fasta, heilsutrygd, barsilsgrunn og vinnu sjúkragrunnin, umframt sjúkra­ dagpengar, fyritíðarpensjón og fólkapensjón. Nýggja fólkatrygdin er eisini fyri B­inntøkur og inntøkur uttanlands, t.d. DIS­arar, NIS­arar og aðrar útisiglarar. Hesi koma at rinda eitt sindur meira til felagsskapin. Somuleiðis hækkar partafelags ­ skatt urin eitt vet, frá 18 prosentum til 20 prosent. …afturfyri verður lættari Tá øll eru við at lyfta vælferðsam­ felagið, ber til at lætta um byrðarnar hjá teimum flestu. Vit kunnu tá lata ein skattalætta til tær vanligu lønarinntøkurnar og serliga til tey við lágari og miðal inntøku. Somu leiðis verður kringvarpsgjaldið tikið burtur og barnafrádrátturin hækkaður. Tað lættir munandi um hjá húsar haldinum. Skattaumlegging við ábyrgd Skattaumleggingin hjá Javnaðar­ flokkinum er fíggjað. Tað merkir, at eins nógv kemur í landskassan eftir umleggingina sum í dag. Tað ber til at lætta um hjá teimum flestu, tí vit verða fleiri sum bera. LÆTTARI OG RÆTTARI Skattaumlegging við ábyrgd Les meira á www.j.fo Sosialurin 341800 Hvat merkir broytingin fyri teg? Her eru fýra ymiskar familjur við tveimum børnum. Dømi 1 Mánaðarlig inntøka Sjúkrarøktarfrøðingur . . . . . . . . 24 .000 Tímaløntur . . . . . . . . . . . . . . 19 .000 Mánaðarligur lætti tilsamans 1 015 Dømi 2 Mánaðarlig inntøka Lærari . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 .500 Handverkari . . . . . . . . . . . . . 25 .000 Mánaðarligur lætti tilsamans 1 375 Dømi 3 Mánaðarlig inntøka Miðnámsskúlalærari . . . . . . . . . 28 .000 Mánaðarligur lætti tilsamans 961 Dømi 4 Mánaðarlig inntøka Skrivstovukvinna . . . . . . . . . . 23 .000 Nettoskipan uttanlands . . . . . . . 28 .000 Rinda eyka mánaðarliga 1 280