Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Blámusoppurin, ið var staðfestur, vísti seg at hava gjørt nógv meira um seg enn av fyrstan tíð mett, og tí stendur skúlin nú tómur. Tey børnini, ið gingu í Kommunu­ skúlanum, eru part­ vís flutt út í Argja skúla og part­vís ganga tey í barakk­ un­um við Kommunu­ skúlan. Kjak hevur í ein mun tikið seg upp um, hvat gerast skal við bygningin, og sam­bært Heðin Mortensen, borgar­ stjóra, er tað júst hes­ in spurn­ingurin, sum nú skal avgerast. Eg haldi tað liggur í luftini, at Komm­­ unuskúlin verð­ur ein skúli av ein­­­um ella øðrum slag. Skúla­um­ hvørv­ið hevur stóran týdn­ing í mið­býn­­um, so tað verður ein spurn­­­ingur millum býráð­ið, skúla­­­nevnd­ ina og lærarar­­nar, hvør fræg­­asta loysn­ in er, sigur Heðin Mortensen. Møguleikarnir eru tvinnur, um talan skal verða um ein fram­haldandi skúla: Antin at um­væla verandi bygning­ar, ella at ríva alt niður og byggja nýtt. So meðan talan framvegis veður um ein skúla, so skulu vit innan rímiliga tíð saman finna bestu loysn­ina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Leo Poulsen Í fíggjarlógarætlanini fyri 2012 hjá Tórshavnar komm­ unu eru settar av fimm milli­­ónir krónur til golfvøll og fimm milliónir til nýggja svimjihøll. - Tá vit vóru á oyggja­leik­ unum á Isle of Wight vóru bæði mentamála­ráðharrin og løgmaður við, umframt eg sjálvur sum borgarstjóri í Havn, og tá var semja um at arbeiða saman um eitt boð upp at oyggjaleikirnar í 2019, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann sigur, at tað millum annað er út frá hesum, at býráðið hevur sett hesar peng­ arnar av til ávikavist nýggja svimjihøll og golfvøll. - Tað eru fyrr settar av fýra milliónir krónur til golfvøll, og tí standa nú smáar níggju milliónir á kontoini, og tað røkkur til áleið níggju hol. Men neyðugt er við 18 hols vølli, og tí mugu vit ganga út frá, at landið heldur sín part av avtaluni og spýtir neyðugu pengarnar í, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at ein av treytunum fyri at kunna skipa fyri oyggjaleikunum er, at ein altjoða golfvøllur er í Føroyum. Nýggja svimjihøll Eitt annað neyðugt stig til tess at hýsa oyggjaleikunum, er ein nútímans svimjihylur. - Tað hevur leingi verið greitt, at Svimji­høllin í Gunda­­dali er ov trong til alt virk­­semið, sum hon húsar. Tí er neyð­­ugt við nýggj­ari svimji­høll, ikki bert fyri at hýsa oyggja­leik­­unum, men so sanni­liga eisini tí, at virk­ semið er so stórt, sigur Heðin Mortensen. Skitsuprojekt er gjørt, og nýggja svimjihøllin er stað­ sett við síðuna av gomlu høll­ ini. Og hetta merkir millum annað, at ÍSF-húsið má víkja fyri nýggju svimji­høllini. - Um nýggja svimjihøllin kann húsa elitusvimjingini og skúlasvimjingini, so letur hetta upp fyri stórum møgu­ leikum í gomlu svimji­høllini. Og við nýggju verkætlanini er eisini møgu­leiki fyri ein­ um baði­­landi, sum kann verða ein nýggj tænasta til okk­ara borg­arar, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at heldur ikki ÍSF-húsið nøktar tann tørv, sum Ítróttasambandið hevur í dag. - Har er so ein upplagdur møguleiki at byggja nýtt ÍSF-hús millum HB-húsið og B36-húsið, ella at byggja ÍSF- hús fram við Tórsvølli, sigur Heðin Mortensen. Hvussu so verður við spurninginum um, hvør skal rinda fyri eitt nýtt ÍSF-hús, er verri at siga. Tórshavnar býráð øtlar sær so at gera sítt til, at oyggjaleikirnir 2019 verður hildnir í Føroyum. leo@sosialurin.fo Fyrireika oyggjaleikir Sum eina tænastu til borgaran, men sanniliga eisini sum ein fyrireiking til oyggjaleikir í Føroyum í 2019, hevur Tórshavnar býráð sett av fimm milliónir krónur til ávikavist svimjihøll og golfvøll Avgerð takast um Kommunu­ skúlan Tað hevur verið eitt stórt iva­mál, hvat hendir við Komm­­ unu­skúla­ num eftir at blámu­­sopp­ ur var stað­ festur har fyri nøkr­um árum síðani Leo Poulsen Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 hevur Tórshavnar býráð sett av 12 milliónir krónur til nýggja brúgv um Sandá. - Tað er neyðugt at fáa eina nýggja brúgv um Sandá, sum kann svølgja alsamt vaksandi ferðsluna út á Hamaran, sum hevur fingið alsamt vaksandi virksemi, ikki minst við nýggja skúlanum, sigur Heðin Mortesen. Brúgvin skal gerast norð­an fyri kirkjugarðin í Havnardali. - Marknagilsvegurin gong­ ur oman móti kirkju­garð­i­num og skal so halda fram norðan­ vert hendan, og rakar tá beint í nýggja Glyvurs­vegin, ið førir niðan á Hamar­an. Men brúgvin skal ikki bert verða funktionel, hon skal eisini falla væl inn í lands­lagið, so hon skaðar um­hvørvið sum minst, sigur Heðin Mortensen. Ætlanin er at fara undir at gera brúnna sum skjótast. - Ein slík brúgv skal vara í hundrað ár ella meira, og tí má arbeiðið gerast við størsta fyriliti fyri umhvørvinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. leo@sosialurin.fo Nýggj brúgv um Sandá Neyðugt er við nýggjari brúgv um Sandá, sum kann svølgja alsamt vaksandi ferðsluni út á Hamaran Nýggja brúgvin um Sandá skal samanbinda Glyvursvegin og Marknagilsvegin Ein treyt fyri at hýsa oyggjaleikunum í 2019, er ein altjóða golfvøllur