Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 Sosialurin 55.000 fólk í Føroyum í 2020 Hetta er okkara land. Her eru okkara heim, hjørtu og vónir. Vit skulu sjálv taka fulla ábyrgd av tí og standa saman um at byggja okkara framtíð. Bert ein sterk tjóðskapar­ rørsla lyftir Føroyar framá. Hon hevur gjørt tað áður – og hon fer at gera tað aftur. Lat valið snúgva seg um eina veruliga kós fyri Føroyar. ƒ Vit skulu verða nógv fleiri fólk í Føroyum og skapa vøkstur í vinnu, búskapi og mentan kring alt landið. ƒ Vit skulu satsa stórt og skapa eitt altjóða universitet og spennandi lestrarumhvørvi, so tey ungu fara at lesa longri í Føroyum, og vit kunnu draga nógv fleiri fólk til okkara. ƒ Vit skulu hava lønsemi og burðardygd í fiskivinnuna, tí stórir partar av flotanum geva hall, og stovnarnir minka. ƒ Vit skulu útvega bíligari húsa­ fígging og fjølbroyttari bústaðir, so kostnaðurin hjá familjum kann minkast, og stakir uppihaldarar, ung, útisetar, eldri og fólk við serligum tørvi kunnu seta búgv. ƒ Vit skulu viðgera og samtykkja føroysku grundlógina, ið skal seta karmin um eitt tolsamt føroyskt fólkaræði og eina skipaða gongd til fullveldi og frælsi. ƒ Vit skulu gera eina langtíðar íløguætlan fyri alt landið, ið sameinir okkum og ikki setir kílar millum okkum. ƒ Vit skulu við Búskapargrunninum spara upp í góðum tíðum at standa ímóti í niðurgangstíðum. ƒ Vit skulu hava bankarnar at vísa samfelagssinni í Føroyum, so øll vinna kann fáa nøktandi umstøður at vaksa. ƒ Vit skulu miðvíst leggja um til var­ andi orku til húsarhald og vinnu.