Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 8 Sosialurin www.torshavn.fo Serstøk byggisamtykt Broytingar av almennu byggisamtyktini Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 29. september 2011 hevur samtykt uppskot til nýggjan umráðispart F í almennu byggisamtyktini og byggisamtykt fyri Norðradal og Syðradal. Nýggjur umráðispartur F Nýggi umráðisparturin F snýr seg um skipan og bygging av frítíðarhúsum og frítíðarøkjum. Byggisamtykt fyri Norðradal og Syðradal Nýggj byggisamtykt er gjørd fyri Norðradal og Syðradal, sum er ætla at hava somu ásetingar sum almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu. Framløga Tilfar, sum lýsir uppskotini til broyting av byggisamtyktini liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 10. til og við 31. oktober 2011, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 21. november 2011. tórshavnar kommuna Jarn- og metallskrott Endurnýtslan letur pengar fyri jarn- og metallskrott. Á www.torshavn.fo sæst dagførdur príslisti og reglugerð um innlating av jarn- og metallskrotti. Hesir prísir eru galdandi frá 26. September 2011. slag prísur minsta nøgd pr. innlating kr/kg u.mvg kr/kg v.mvg kg Jarnskrott 0,60 0,75 200 Aluminium 3,20 4,00 40 Kopar 8,00 10,00 20 Rustfrítt stál 3,20 4,00 40 Blýggj 3,20 4,00 40 Káplar (Cu) 3,20 4,00 40 Káplar (Al) 2,00 2,50 80 tórshavnar kommuna /iÊÎäÊÓäÊ{äÊÊUÊÊÜÜ̜ܰÀÅ>ۘ°vœ Leys størv í Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo PedagogUr Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarðsstovu, at arbeiða 35. tímar um vikuna og einum hjálparfólki, til vøggustovu, at arbeiða 35 tímar um vikuna. Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki, til vøggustovu, at arbeiða 35 tímar um vikuna. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 30. juni 2012. Øll starvuni verða sett frá 1. november 2011 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera hjá Dagstovninum í Hoyvík, Vegurin langi, 188 Hoyvík, í seinasta lagi fríggjadagin 21. oktober 2011. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eddu Hjartvardsdóttir, stovnsleiðara tlf. 217318. HjálParfólk Tórshavnar kommuna søkir vegna dagstovnin Lítlaskóg eftir einum hjálparfólki til barnagarðsstovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 24. oktober 2011, ella eftir nærri avtalu. Talan er um tíðaravmarkað starv fram til 30. juni 2012. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera hjá Lítlaskógi, boks 217, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 21. oktober 2011. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara, telefon 219135. PedagogUr Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið Inni á Gøtu eftir einum pedagogi, fyri pedagog í barsilsfar- loyvi, at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. novem- ber 2011 ella eftir nærri avtalu. Farloyviðstíðin er fram til 30. juni 2012. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera hjá Býlingshúsið Inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík, í seinasta lagi fríggjadagin 21. oktober 2011. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, telefon 302220 ella á 217701. tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo