fríggjadagur 7. oktober 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Eg bjóði meg fram eftir
komandi
løgtingsval
at
verða formaður Sjálvstýris
floksins.
So greiður er Jógvan
Skorheim í Klaksvík. Hann
er býráðslimur í Klaksvík
umboðandi Sjálvstýrisfloksin
– og varborgarstjóri. Hann er
einasta fólkavalda umboð,
sum
Sjálvstýrisflokkurin
hevur umframt teir báðar
Kárarnar á tingi.
Jógvan Skorheim vísir á, at
nógv hevur verið skrivað og
tosað um Sjálvstýrisflokkin
síðani fólkatingsvalið.
– Eitt nú hava fólk, sum í
áratíggjur hava stuðlað Sjálv
stýrisflokkinum, mest sum
sagt flokkinum farvæl. Fyri
mær tykist, at ósemjurnar
innanfloks eins og í al
menna rúminum eru við at
upploysa Sjálvstýrisflokkin,
sum annars hevur bestu
hugsjónirnar innan føroysk
an politikk, sigur Jógvan
Skorheim,
sum
ikki
vil
standa óvirkin og hyggja, og
tí hevur hann tikið avgerð
um at bjóða seg fram sum
formann floksins eftir løg
tingsvalið, tí hann vil føra
Sjálvstýrisflokkin aftur á
rætta kós.
– Mítt ynski er, at vit venda
aftur til sosialliberalistisku
hugsjónina, sum flokkurin
er grundaður á, sigur hann
og vísir á:
at virkað verður fyri, at før
oyingar taka fulla ábyrgd
av tjóðini og fáa fullan
avgerðarrætt fyri henni.
at samfelagið byggir á pri
vata ognarrættin og á
fyritakssemi hins ein
stakra. Flokkurin er tó
fyri neyðugari almennari
stýring.
at flokkurin byggir á kristnu
siðalæruna og vil verja
trúarfrælsi,
politiskt
frælsi,
mentanar-
og
vinnufrælsi.
Jógvan Skorheim heldur, at
við hesum grundarlag kann
Sjálvstýrisflokkurin tryggja
vælferðina hjá hvørjum ein
støkum borgara at fremja
rættvísan sosialan politikk og
at verja og menna føroyskan
siðaarv, mál og mentan.
– Eg bjóði meg fram
eftir eftir løgtingsvalið av
teirri einføldu orsøk, at trý
formansval innan ein mánað
er meiningsleyst. Tí hvat
munagott fær ein formaður
gjørt millum 20. og 25. oktob
er – ella frá 25. oktober til
beint eftir valið?
– Vilja tit, at Sjálvstýris
flokkurin skal reisast, og
sjálvstýrishugsjónin menn
ast, so er tíðin komin til
leiðslu- og bygnaðarbroyt
ingar í flokkinum, sigur Jógv
an Skorheim, sum fyri at gera
sína fráboðan meiri ítøkiliga
nevnir trý dømi um, hvussu
hann miðvíst fer at arbeiða
fyri flokkinum og føroyska
samfelagnum sum heild:
Sterkari nærumhvørvi
Sterkari fíggjarligt
grundarlag
Sterkari vinnulív
Hann sigur, at hesi punkt
hanga sera neyvt saman og
heldur, at við áræði, vilja og
hegni ber til at skapa einar
sterkari
og
fjølbroyttari
Føroyar.
Sterkari nærumhvørvi
Jógvan Skorheim sigur, at
Føroya Løgting má viður
kenna Føroyar sum eitt fjøl
broytt oyggjarsamfelag.
– Mítt uppskot er, at
vit býta Føroyar upp í sjey
kjarnuøki, har hvørt øki
hevur sína náttúrligu styrki.
T.d. kundi verið skilagott, at
Vágar hevði ferðavinnu og
samferðslu sum kjarnuøki,
meðan Norðoyggjar kundu
havt fiskivinnu sum kjarnu
øki, sigur hann.
Hann heldur, at fyri at
gera niðurstøður um, hvussu
hetta verður skipað á bestan
hátt er neyðugt við eini gjøll
igari kanning og politiskum
kjaki.
– Tá kjarnuøkini eru stað
fest ber til at arbeiða eftir
einum langtíðar leisti, har
nýggir
almennir
stovnar
verða sentraliseraðir í júst tí
kjarnuøkinum, sum framm
anundan
er
definerað,
sigur hann – og vísir á, at
hugsað ikki verður um mið
fyrisitingina í hesum sam
bandinum.
Hann heldur, at við hesum
høvdu vit fingið eitt sterkari
nærumhvørvið kring allar
Føroyar – bæði tá hugsað
verður um avbjóðandi størv
og eisini menning av hvørjum
einstøkum øki sum heild.
Sterkari fíggjarligt
grundarlag og
sterkari vinnulív
Fyri at halda føroyska væl
ferðarsamfelagnum á einum
hóskandi støði, heldur hann,
at vit mugu hava fleiri peng
ar at arbeiða við – vit mugu
útflyta fleiri vørur ella við
øðrum orðum, innflyta meira
pening.
– Mítt uppskot í hesum
sambandi er, at vit nú veru
liga fara at satsa upp á
ferðavinnuna.
Við
ferða
vinnuni fáa vit gestir til
Føroyar at brúka pengar,
samstundis sum vit ikki økja
um útreiðslurnar í sambandi
við vælferðartænastur, sum
hesi sjálvandi ikki brúka.
Man kann siga, at vit fáa økt
fólkatalið uttan at økja um
almennu útreiðslurnar.
Fyri at skapa karmarnar
hjá privata fyritaksseminum,
heldur hann, at neyðugt er
við tíðaravmarkaðum stuðli
frá tí almenna. Eitt nú við at
lata stuðul til íløgur innan
ferðavinnuna ella við at frí
taka feløgum at gjalda skatt
komandi 10 árini.
– Hendan skipan má tó
ikki standa einsamøll, men
tað er alneyðugt at seta ferð
á fleiri tiltøk innan ferða
vinnuøkið. Hetta hevði aft
ur skapt einar sterkari og
fjølbroyttari Føroyar, heldur
Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim leggur
dent á, at hansar mál als
ikki er at taka grundarlagið
undan miðstaðarøkinum –
heldur tvørturímóti.
–
Við
einum
sterkari
og fjølbroyttari Føroyum
verða høvuðsstaðurin og
miðstaðarøkið helst størstu
vinnararnir. Tað man verða
lítil ivi um, at høvuðsstaðurin
er best útgjørdur at taka
ímóti ferðafólki – serliga
tá hugsað verður um kaffi
stovur, matstovur, náttklubb
ar, gistingarhús og annað,
heldur Jógvan Skorheim.
– Við hesi fráboðan heiti
eg tí á allar veljarar, bæði
sjálvstýrisveljarar og onnur
við somu hugsjónum, um at
velja ein sterkan formann til
komandi løgtingsval, sigur
Jógvan Skorheim, sum bæði
er valevni Sjálvstýrisfloksins
til løgtingvið, varaborgar
stjóri í Klaksvík og valevni
til formanssessin í Sjálv
stýrisflokkinum.
eirikur@sosialurin.fo
Jógvan ætlar at stjórna
Sjálvstýrisflokkinum
POLITIKKUR Varaborgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, ætlar sær at gerast formaður í
Sjálvstýrisflokkinum. Hann er varaborgarstjóri í Klaksvík, og nú ætlar hann sær at verða valdur Løgtingið
Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, vil ikki standa óvirkin og hyggja, meðan
flokkurin syndrast. Tí bjóðar hann seg nú fram at stjórna flokkinum
Fyri mær tykist, at
ósemjurnar innanfloks
eins og í almenna rúm
inum eru við at upploysa
Sjálvstýrisflokkin
Vilja tit, at Sjálvstýrisflokkurin
skal reisast, og sjálvstýrishugsjónin
mennast, so er tíðin komin til leiðslu-
og bygnaðarbroytingar í flokkinum