Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Árnafjørður: Sólin bakaði uttan fyri henda hósdagin í september. Men tað helt kortini ikki Lilly og eini aðrari bygdarkonu aftur, í at gera sín trúfasta og sjálvbodna gerning í Árnafjarðar kirkju. Eina ferð um árið fær kirkjan sína høvuðsreingerð, og nú var tíðin komin til ársins vask. Og so var líka mik­ið, hvussu veðrið var uttanfyri. – Vit byrjaðu at vaska inni í kirkjuni mánadagin, og vóru vit lidnar har í gjár, sigur Lilly, meðan hon aftur ferð runt við klútinum, heilt har frammi á kórsgáttini. Henda hósmorgunin byrja­ðu tær í forkirkjuni, og vænt­aðu at vera lidnar seinna­partin. So var bara loftið eftir, har urgan eisini stend­ur. Lilly Hansen arbeiðir í baka­rínum hjá Jórun í Klaks­ vík, men henda dagin hevði hon ein frídag. – Eg møtti klokkan níggju, og nú fer at líða rættiliga væl her í forkirkjuni, greiðir Lilly frá. snorri@sosialurin.fo Kirkjan skal eisini vaskast Hvalba: Í ár eru bert eini sethús bygd. Hetta er sama miðaltal sum undanfarin ár. Í løtuni eru fýra grundøki tøk. Gøta: 18 sangarar eru í fyrsta ungdómskórinum í fólkakirkjuni. Kórleiðari er Símun Hammer. Vant verður í Gøtu kirkju. Húsavík: Komandi tíðina verða trý sethús bygd. Kommunan hevur stykkjað út, og nú vísir tað arbeiðið seg at hava givið úrslit. Vágur: Sølan í handilsmiðstøðini Torg­ ið hevur gingið sera væl, síð­ani hon lat upp í 2008. - Sølan er nær­um tví­ faldað, sigur stjórin, Arni Brattaberg. KIRKJAN – Eg tími væl at hjálpa til, og eg tími eisini væl at vaska. Tí er tað eingin trupul uppgáva at vaska hesa kirkjuna sum eg eri so góð við, sigur 23 ára gamla Lilly Hansen úr Árnafirði. – Eg helt tað heldur ikki vera nøkur grund til, at mamma og hinar konurnar skuldu gera hetta einsamallar. Fólkatalið í Árnafirði er nú komið uppá 53. Hetta er ein øking uppá trý fólk síðani ársskiftið. Væl gangandi oman á sandin Árnafjørður: Eitt stað, sum mong dáma væl at koma til, er tann vakri sandurin í hesi hugna­ ligu bygdini. Her er stórur sandur og Stórá, ið rennur út á sjógv. Ein trupulleiki hevur verið møguleikin hjá fólki at sleppa oman á hetta vakra staðið. Men nú er bøtt munandi um hetta. Menn hjá Klaksvíkar kommunu, sum Árna­ fjørður er partur av, hava nú gjørdur ein gongu­ teigur av bygdarvegnum og oman á sandin. Hesin teigur er sera væl úr hondum greiddur, og fer nú at gera tað munandi høgligari hjá børnum og vaksnum at fara oman higar. snorri@sosialurin.fo kring landið TÆNASTA 23 ára gamla Lilly Hansen er von at standa her frammi á kórsgáttini í Árnafjarðar kirkju sum deknur. Henda dagin galt tað kortini reingerð av kirkjuni. - Vit verða lidnar her í forkirkjuni seinni í dag, sigur hon Skála: Í eina tíð hevur ein áhugabólkur á Skála arbeitt við eini ætlan um eitt ung­ dómshús. Bólkurin hugsaði í fyrsta umfari um at gera hetta saman við strandingum. Á seinasta fundi sínum viðgjørdi Runavíkar býráð hetta málið. Frammanundan hevði sosiala deild havt málið til umrøðu. Her var semja um, at Sjóvar kommuna og Runavíkar kommuna, og sum Skála er partur av, fara í samstarv um hetta ung­ dómshúsið á vestara armi á Skálafjørðinum. Av tí at játtan krevst til hetta verður skotið upp, at málið um ungdómshúsið gerst partur av arbeiðinum at gera fíggjarætlanina fyri komandi ár. snorri@sosialurin.fo Felags um eitt ungdómshús Tað sæst Lilly hevði annars ætlað sær á fjall henda góðveðursmorgunin, men varð forðað í hesum. Tí kundi hon tað sama halda fram at vaska kirkjuna í heimbygdini. – Eg vildi tí heldur gera eina góða gerð her, slær hon fast. – Tað er helst so, sum tey plaga at siga: Man sær ikki at tað er vaskað. Men ein sær tað heilt sikkurt, um tað IKKI er vaskað.