Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 F iskivinnan og virking av fiski er okkara høvuðs­ vinna, og so at siga einasti vøruút­flutningur okkara er fiskur og fiska­vørur. Harumframt eru týð­andi vinnur sum veita vør­ur og tænastur til fiskivinnuna. Generelt er tað avgerandi, at tað eru góðir og stabilir karmar fyri vinnuligum virk­ semi. Hesir karmar eru ikki nøktandi fyri okkara høvuðs­ vinnu. Karmarnir eru trongir, truplir og óstabilir, umframt, at vinnan er undir politiskari smálutastýring. Skulu vit koma týðandi fet fram vinnuliga og skapa samfelagnum størri inntøkur, má fiskivinnupolitikkurin dagførast og skipanir gerast á økinum, sum geva vinnuni góðar og stabilar karmar. Hetta skal fremjast í sam­ starvi millum tað almenna og vinnuna, eins og gjørt varð fyri alivinnuna á sinni. Ásannandi henda veru­ leika, verður skotin upp hesin dagførdi fiskivinnu­ politikkur: Hugsjón Hugsjónin fyri føroysku fiski­­­vinnuna er, at hon er bú­­skap­ar­liga, umhvørvisliga og lív­­frøði­­liga burðardygg og kast­ar virði av sær í fríari, altjóða kapping. Málsetningur Málið er at gera lóggávuna, regluverkið og eftirlitið í sam­svari við hugsjónina fyri føroy­sku fiski­vinnuna so, at arbeiðs­megi og kapital­ur flyta yvir í mest pro­duk­tivu partarnar av høvuðsvinnuni. Fiskidagar/kvotur • Í fiskiskapi eftir botn­­­­fiski verða fiski­dagar út­lut­­aðir og hósk­­andi tekn­ isk­ar áset­ing­ar brúktar, eitt nú stongd­ar leiðir og meska­­­­víddir, til at tálma veiðitrýstið. • Kvotur til ávís fiskasløg í veiðu av uppisjóvarfiski (t.d sild, svartkjafti og makreli), eiga at verða lagaðar soleiðis, at tekn­isk­ar regu­leringar og fiski­leiðir avmarka hjáveiðuna mest møguligt. Landsstýris­mað­ ur­in i fiski­vinnu­málum skal hava heimild at gera broyt­ ingar í teimum førum, har hjáveiðan munandi darvar høvðusveiðuna. • Leiðir kunnu verða sett­ar av til ávísan reiðskap eftir serlig­um fiskasløgum – eitt nú til bólk 5 (uttan fyri fiskidaga¬skipanina), til fiski­ skap innan fyri 3 fj., til fiski­ skap eftir hummara o.s.fr.. • Fiskidagar og kvotur skulu kunna umsetast frítt (bólkur 5 undantikin). Vinn­an eigur at skipa seg sjálva uttan politiska smá­ luta­stýr­ing, ið vit kenna frá uppskoti um brúksskyldu, tekniskum forðingum sum skipastødd­um, forboði fyri framleiðslu umborð o.t. • Fiskidagar og kvotur verða gagnnýtt eftir lutfalli av samlaðari kvotu og fiski­ døgum. Ásetingar fyri bólk­ ar og skip skulu byggja á veið­ina í ávíst ára­­mál. Saml­ að kvota og fiski­dagar verða ásett fyri eitt ár í senn. Fyri at tryggja fígging av skip­um, eiga veiðu­loyv­ini at verða knýtt at fiskifarinum eitt langt áramál. • Greiður ognarrættur skal verða knýttur at veiðu­ loyvum, fiskidøgum og kvot­ um. Skipaeigarar/fiski­menn umsita sínar fiski­dagar og kvotur (javn­ber lóg­ina um landsjørð, har festi­brævið er einskilt og frítt at umseta). Tað ber við sær spesiali­ sering og savnan av kapitali. • Ein fiskidaga- ella kvotu­ banki førir ikki til slíka opti­mering, tí virksemið og virðisøkingin verða flutt uttanlands. Harumframt verður ein fiskidaga- og kvotu­banki skjótt bert roknað­ur og brúktur sum ein inn­tøkukelda aftrat til alment útreiðslu­virksemi. Ein slík skipan vil niðurlaga føroysku fiskivinnuna. • Ásetingarnar í §7 í Lóg um vinnuligan fiskiskap verða framvegis at galda framyvir. Tilvirking Ongar avmarkingar skulu vera um virking umborð ella á landi. Landing Í útgangsstøði verður allur fiskur landaður í Føroy­um, sum er veiddur úr føroysk­ um fiskidøgum. Lands­stýris­ maðurin kann fáa heimild til at geva undantak frá hesu reglu, um hon eyðsæð hevur óhepnar avleiðingar. Góðska Tað almenna og vinnan sam­ virka til at optimera góð­sk­ una á feskum fiski landaður í Føroyum. Reglu­gerð um at flokka landaðan fiski í Føroy­ um skal tryggja, at fiskurin verður flokk­aður í góðskustig. Vanlig góðsku­krøv til virkir um manna­gongdir við fram­ leiðslu, rein­føri, goymslum osfrv. eiga at verða eftirhugd. Møguligt gjald Í fyrsta umfari verður strembað eftir at fáa allan stuðul úr vinnuni, og at vinn­an rindar fyri almenna eftir­litið við henni. Í øðrum lagi verður mett, um avgjald á veiðina førir til, at vinnan kastar optimalt av sær. Her verður m.a. hugsað um gjald fyri landing í útlondum, brúkaragjald fyri tænastu veitta beinleiðis til vinnuna, t.d. Havstovuna o.s.frv., sum vit kenna tað frá alivinnuni. Sjómannafrádrátturin eigur at verða kappingarførur við grannatjóðirnar. Annað Fyri at menna høvuðs­vinn­ una og styrkja okkara kapp­ ing­arføri, fyri burðar­dygd, lønsemi í veiði og bú­skapi, og fyri at røkka hægstu vøru­ góðsku á sjógvi og landi, verður størri dentur lagdur á úrslitsgrundaða gransk­ing á Havstovuni, Gran­sking­ar­ setrinum, Fiskivinnu­skúla­n­ um og á skipum og virkjum. Fyri at røkka bestu úrslit­ unum, so eigur landið í sam­ starvi við vinnuna árliga at seta upphæddir av til endamálið. www.djurholm.fo Nýggjur fiskivinnupolitikkur Tíðargrein Bjarni Djurholm løgtingsmaður Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Miðalaldurin í Føroyum er hækkandi, tað er ikki so sjáld­samt longur at fylla 95 og 100 við. Hetta er ein natúrlig avleiðing av okkara góðu korum, nógv og góð ráð­ geving um kost og rørslu og somuleiðis læknavísind og framkomin heilivágur. Alt til hópar leingir um tíðina, vit eru væl fyri og styttir um tíðina, »tá ið teir vondu dagarnir koma.« Ikki tykir mær, at vit skulu biðja um umbering fyri, at so nógv blíva so gomul. Hvør dagur er ein gáva. Vit, sum í dag eru vorðin eldri høvdu okkara lívs­byrjan áðrenn oljufýring og elektrisi­ tet var í hvørjum húsi, áðrenn vaskimaskinur, uppvaski­ maskinur og dustsúgvarar. Áðrenn sláimaskinur og snell­ ir og ikki at forgloyma pensi­ linið og plastikkið. Ja, sigast má at hetta ættarlið hevur givið sítt íkast til at bera samfelagið fram á leið. Havast má eisini í huga, at okkara arbeiðslív byrjaði so tíðliga, longu í barnaárum. Øll máttu hjálpa til. Stundum fær man tað fatan í miðlunum, at megin­ parturin av fólki, ið farin eru um tey 67, eru ein samfelags­ byrða. Neiligar orðingar sum eldrabyrða og eldra­bylgja verða nevndar. Men sann­ leikin er, at tann størsti parturin av hesum aldurs­ bólki eru frísk og virkin fólk, ið eisini skapa virðir. Trivalig hevði tann rúgvan verið, um alt handverk, ið hesin aldursbólkur virkar, var savnað á einum stað. Troyggjur, hosur, turri­ klæðir, horn og beinarbeiði, seyðir, gæs, eplir og annað grønmeti, bert fyri at nevna nakað av tí. Gott er at eiga eina ommu ella abba, at heita heita á, tá barnsins fyrsti sjúkra­dagur er farin, ella tá man skal á vaktir, og eingin ansingar­ stovnur er opin. Eitt annað tilfeingi, ið vit liggja inni við, er, at vi hava hitt fólk á máli, ið livdu sítt fríska lív í 1870- 80 og uppeftir. Sjálvi hava vit livað undir skiftandi korum og fleiri kreppum, og lært av tí. Aftaná langt og hjá teimum flestu eisini strævið arbeiðslív, havi eg bæði ynskir og vónir um, at landsins mynduleikar unna okkum sømulig kor. Tá alt kemur til alt kunnu vit siga sum Ingrid Bergmann: »Aldur er sum at koma á hægstu tindar. Vit eru gott nokk nakað pøst av túrinum, men vit hava eitt betri útsýni.« Hugleiðingar í sambandi við eldradagin LØGtingsvalið 2011 Petrisa (Disa) Christiansen