Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Havi havt óteljandi samrøður og samskifti við fiskimenn, útróðrarmenn, reiðarar, vinnu­lívsfólk og onnur um fiski­vinnupolitikk og støð­ una í fiskivinnuni seinastu árini. Aldurnar hava skolað – og nógvar atfinning­ar hava verið móti Tjóðveldi og teim­ um uppskotum um broyt­ ingar, vit hava lagt fram. Men sum samrøðurnar líða, kunnu vit oftast semjast um, at hetta er at skjóta boð­ beran. Tá samanum kem­ur, eru atfinningarnar í veru­ leikan­um vendar móti tí gongd­ini og tí vantandi og tilvildarliga fiskivinnu­ politikki­num, sum hevur verið galdandi seinastu mongu árini. Og sum ongin hevur gjørt nakað við. Tað hevur verið skutling og spaku­ lig útbløðing hjá nógvum. Ongin kann liva við tí ótryggleika og politisku tilvild, sum hevur rátt, og sum hevur gjørt støðuna hjá stórum pørtum av heima­ flotanum so trupla. Og tað ber als ikki til at bíða og lata óvissuna ráða fram móti 2018, tá verandi loyvi ganga út. Fiskiloyvi og rættindi verða keypt og seld Fíggjarliga gongdin í fiskivinnuni hevur í stóran mun gingið ein veg seinastu 8-10 árini. Fyri at fáa fatur á rættinum til at fiska, verða skip og bátar keypt fyri stórar upphæddir. Ikki tí skipini hava tað virðið í sjálvum sær, men tí goldið verður fyri at fáa hendur á fiskiloyvinum sjálvum. Tí haruppií hanga rættindini at fiska. Hartil fer eisini handil fram við fiskidøgum. Meðan fiskidagar verða skerdir, noyðast tey skip, sum hava tørv á fleiri døgum at keypa sær fiskidagar frá øðrum, ið ikki brúka teir. Á hendan hátt savnast fiskirættindini á færri og færri hondum – og ein stórur handil fer fram á privata marknaðinum. Heilar bygdir og økir kunnu knapp­liga missa síni skip og fiski­ rætt­indi við øllum teimum avleiðing­um tað hevur við sær fyri fólk og vinnu í øki­ num. Og bara tey, sum hava stór­an kapital í rygginum – og helst sterkar strámenn – kunnu leggja seg omaná rættindini. Strámannavirksemi í stórum pørtum av flotanum Fyri eina fyritøku, ið ikki hevur sterkan kapital aftan­ fyri seg, er sera trupult at fáa raksturin at bera seg, fyri ikki at tala um at endurnýggja veiðitólið, um tú skalt gjalda stórar upphæddir fyri eitt eldri skip við fiskiloyvi. Kapi­ tal­­ur verður samstundis sog­ in úr vinnuni í stóran mun, tá handl­arnir fara fram. Og veruliga støðan í dag er, at strámannafígging er inni í stórum parti av flotan­ um. Gjøgnum partar av uppi­ sjóarflotanum og flaka­trolar­ unum eru sterk útlendsk áhuga­mál aftanfyri. Og partrol­arar og línuskip verða nú eisini keypt við loyvunum. Ein, sum vil inn – ella innaftur – í vinnuna, skal hava 10-tals ella 100-tals milliónir í rygginum. Um fiskiloyvini gerast privat ogn hjá reiðaríum og fyritøkum, so kunnu tey øll keypast upp og út av landinum – og tað verður ógjørligt hjá nøkrum at reka fiski­vinnu í Føroyum og sleppa framat. Man til dømis ikki frálíka skipið Norðborg, ið skapar stóra virðisøking og inntøkur í Føroyum, fleiri ferðir hava fingið tilboð um at verða keypt við fiskiloyvinum fyri kanska milliardaupphædd? Broytingar mugu gerast Vit eru altso væl á veg at gerast húskallar í egnum landi – ella í egnum sjógvi. Tað er hendan støðan, ið Tjóðveldi hevur lagt alla orku í at broyta. Vit hava skotið upp, at ongin skal kunna eiga og selja fiskiloyvini, sum tá bert enda á fáum og útlendskum hondum. Ístaðin hava vit mælt til, at fiskidagar og kvotur vera atkomilig á einum almennum og opnum marknaði – bara hjá føroyskum skipum. Og ongin kann leggja seg omaná rættindini, ella selja tey av landinum. Skipanin leggur upp til, at tú so at siga “leigar” tær rættin at fiska í ávíst tíðarskeið – og tí ber ikki til at spekulera við at selja víðari til onnur, tí rættindini hava avmarkað gildi, og verða støðugt atkomilig hjá føroysk­ um skipum og vinnu. Í eini slíkari skipan ber eisini til at hava nógv neyvari eftirlit við, at ásetingar um útlendskan kapital verða hildnar. Men sjálvandi er hetta ikki einfalt. Hvat prógvaði makreluppboðssølan? Uppboðssølan av makreli prógvaði, hvussu sterkt strá­­mannavirksemið er, og hvussu stór virðir eru uppá spæl. Fyrimunurin við upp­ boðs­søluni var kortini, at hon sló rimmarfast, at rættindini til tilfeingið eru ogn hjá landinum. Nú tíðar­skeiðið er runnið, eigur landið rætt­ indini aftur, og ongin kann selja tey víðari. Og lands­ kassin fekk ein vinning. Vórðu hesi rættindini býtt beinleiðis út á flotan, høvdu tey eisini í stóran mun farið til strámannavirksemi, landið hevði ikki fingið nakað gjald – og krøv kundu verðið sett fram um søgulig rættindi og víðari spekulasjón. Brúksskylda Endamálið hjá Tjóðveldi er, at tað skal verða gjørligt hjá føroyskum skipum, fiskimonnum og fyritøkum at sleppa framat okkara tilfeingi undir skipaðum viðurskiftum og í javnari kapping sínamillum. Vit hava eisini skotið upp eina aðra skipan, ið hevur sama endamál. Ein brúksskylda verður sett í verk, soleiðis, at tey fiskirættindi sum ikki verða nýtt yvir eitt ávíst tíðarskeið, fella inn aftur til landið. Og har skulu tey gerast atkomilig hjá teimum, ið vilja dríva vinnu í javnari kapping. Tað sama eigur at galda, um fiskirættindi skulu skifta hendur. Alt hetta eru uppskot, ið hava til endamáls at gera tað lættari, bíligari og greiðari at reka fiskivinnu í Føroyum. Har tað skal bera til at koma framat undir somu treytum. Og har tað ikki skal bera til at spekulera við tilfeinginum og selja tað av landinum umvegis strámannavirksemi. Alternativið er at halda fram, sum er. Vit eiga at krevja, at allir flokkar og allir partar í vinnuni koma við loysnum, og at vit finna semjur sum skjótast. Húskallar í egnum sjógvi? Semja má finnast um eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna beinanvegin í 2012 – ikki í 2018. Umframt lívfrøðiligu endurskoðanina, skulu vit gera upp við strámannavirksemið og spekulasjónina í fiskirættindum Høgni Hoydal LØGtingsvalið 2011 Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo