Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Eftir áheitan um at stilla upp havi eg játtað. Eg vil skriva 10 stutt innlegg, sum siga hvat eg standi fyri. Politikkur handlar um hvussu vit skulu liva í hesum samfelag og hvussu vit skulu skipa tað. Hetta hevur nakað við virðir og fatanir at gera. Her vil eg, at samfelagið er so rúmligt, samhaldsfast og opið sum til ber, og at tað eru teir breiðastu herarnar, sum bera tær tyngstu byrðarnar. Politikkur handlar um vinnulív, mentan, heilsuverk, skúlaverk, almannaverk og mangt annað. Hetta er so mikið krevjandi, at eg vil geva hesi lyfti um eg verði valdur: At passa tingarbeiðið væl og virðiliga. Ongar clearings avtalur. Atkvøði JA/NEI – ikki blankt. Fari í farloyvi/reduseri ella sigi mítt borgarliga starv frá mær. • • • • Vit renna inn á ting So javnt millum føroyingar Føroyar Heri Ólason Dam valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Samfelagið og politikkur (1 av 10) Javnaðarflokkurin veit, at tað er trupult at fáa endar­ nar at røkka saman sum lesandi í Føroyum. Tí skulu vit bøta um liviumstøður teirra lesandi. Fyri tað fyrsta ætla vit, at tú skalt fáa lestrarstudning í 12 mánaðir, og ikki sum nú í 11 mánaðir um árið. Vit ásanna, at livikostnaðurin er tann sami allar 12 mánaðir í árinum, og tí vilja vit broyta núverandi skipan við 11 mánaða studningi til, at tú fært studning í 12 mánaðir. Mánaðarliga upphæddin verður tann sama.   Einki heilsutrygd­ar­ gjald ella kringvarps­ gjald til lesandi  Vit ætla eisini at leggja bæði kringvarpsgjaldið og heilsu­trygdargjaldið inn í skattin. Tað merkir, at tú sum lesandi sleppur undan at rinda hesar útreiðslur. Um­leið 6.565 kr. um árið, sum tú sum lesandi sleppur undan at gjalda.  Hesar báðar broytingar merkja, at tú sum lesandi á hægri lærustovni ella á vinnuførleikagevandi út­ búgv­ing fært góðar 10.000 kr. meira at liva fyri um árið, um tín inntøka bert er lestrarstuðul. Ætlan Javnaðarfloksins er eisini at tú á miðnámi fært lestrarstuðul í ein mán­að afturat, umframt at tit, sum í dag rinda heilsu­­trygdar­ gjald og kring­varpsgjald, sleppa undan hes­­um uml. 6.565 kr. um árið. Treytin er sjálvsagt, at Javnaðarflokkurin fær undirtøku fyri uppskotinum um samhaldsfasta skattaum­ legging, sum er partur av valskrá Javnaðarfloksins. Tí tað er ábyrgdarfull um­legg­ ing til samhaldsfasta skatta­ skipan, sum skaffar fígging­ ina til betri lestrarstuðul.   Stakir uppihaldarar fáa betri umstøður Í hesum valskeiði hava vit tryggjað, at stakir uppi­­ haldarar, sum eru lesandi, fáa 1.500 kr. í eyka lestrar­ stuðli um mánaðin. Har­um­ framt hava lesandi við børn­ um rætt til 750 kr pr. barn um mánaðin í lestrartíðini.  Hendan serstaka stuðul til stakar uppihaldarar ætla vit at hækka við 500 kr um mánaðin, so at hann verður 2.000 kr. Ein einlig mamma ella ein einligur pápi við einum barni, og sum er lesandi, fær eftir hesar broytingar 6.487 kr um mánaðin í lestrarstuðli í 12 mánaðir um árið, ella 77.844 kr um árið. Harafturat ber til at útvega lestrarlán upp á 2.369 kr um mánaðin. Lestrarlánini, sum øll lesandi hava rætt til, eru sera lagalig. Tað átti ikki at verið ein trupulleiki at rindað hesi aftur eftir loknan lestur, sambært galdandi treytum. Skattaumleggingin “lættari og rættari” skaffar fíggingina  Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri ikki at geva nakað vallyfti, sum vit ikki frammaundan hava funn­ið fígging fyri. Skatta­ u m­­ l e g g i n g a r u p p s k o t Javn­aðar­floksins, sum ber heitið “lættari og rættari”, gevur rúm fyri og fígging til hækkaðan lestrarstuðul. Vit ætla at halda fast um, at lestrarstuðul er skattafrí inntøka.   Føroyar gerast lestrarland Í farna valskeiði hava vit lagt stóran dent á at menna lestrarmøguleikarnar í Føroy­um, og tað kann stað­ festast, at ongantíð áður eru so nógv farin undir hægri lestur ella vinnu­førleika­ gevandi útbúgving, og ongantíð áður eru so nógv farin undir eina vinnu- ella miðnáms­út­búgv­ing, sum nú. Tað er umráðandi at halda fast um hesa gongd eftir valið, tí tað er fyri­treytin fyri, at Føroyar mennast, og at vit fjølgast. Útbúgving, búskapar­ vøkstur og fólkavøkstur hanga óloysiliga saman. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin LØGtingsvalið 2011 12 mánaða lestrarstuðul til lesandi í Føroyum Borgarligi vongurin vil vera við: “Frí kapping er einasta rætta ,” og “landið eigur at tryggja so góðar karmar fyri føroyskt vinnulív sum yvirhøvur gjørligt.” At landið skapar góðar karmar, er skylda tess, men ikki teir karmar, sum borg­ ar­ligi vongurin vil hava, nevniliga teir karmar: at landið skal gjalda og teir skulu valda. Føroyski markn­ að­urin er alt ov lítil til hetta spæl. Søgan sigur okkum, at hetta á mongum økjum hevur kostað skatta­borgaran­ um alt ov nógv. Flúgvingin er okkara lívæðr við umheimin - hana mugu vit fara væl um og reka við ábyrgd. Um føroyski limaskap­ urin í europeiska loftferðslu­ pakkanum gerst veruleiki, verður gamaní við kapping á rutuni millum Føroyar og Dan­mark, tí tá vera vænt­andi fleiri flogfeløg um rutuna. Hvør veit, kanska okkurt føroyskt/útlendskt privat felag bjóðar seg tá fram við fleiri og bíligari ferða­­møgu­ leikum millum Føroy­ar og umheimin? Tillaging av ferða­ skatti og avgjøldum Sum støðan er í dag, kunnu vit øll vera samd um, at alt ov dýrt er at flúgva millum Føroyar og Danmark. Síðani flogvøllurin er komin á føroy­skar hendur, eru ferða­ seðlarnir dýrkaðir, nýtslu­ gjøldini hækkaði og ferðandi úr Føroyum rinda kr. 120,- í ferðaskatti í mun kr. 75,- úr Kastrup. Hetta man vera ein av grundunum til, at útisetar ikki búseta seg í Føroyum og ferðavinnan hevur trupult við at fóta sær. Lættari er rættari, og tí eigur landið beinavegin at tillaga ferðaskattin og av­ gjøldini soleiðis, at tað gerst liviligari; føroyskt vinnulív meira kappingarført, og Føroy­ar eitt meira áhugavert land at búgva í. Ein broyting má henda á hesum øki. Ert tú samd/ur við mær, so vel javnaðarflokkin. Trygvi Strøm valevni LØGtingsvalið 2011 Okkara lívæðr við umheimin Bíligari ferðasamband við um­ heimin er av stórum týdningi, um vit fram­haldandi ynskja okkum fólka- og búskaparvøkstur í Føroyum. Okk­ara samfelag er í støðugari menning, og nógv hevur verið tosað um einskiljing av Atlantsflog