fríggjadagur 7. oktober 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Sosialistisk Ung
Sosialistisk Ung vilja vera
røddin hjá minnilutabólkum
í Føroyum. Teimum, ið vit
meina ikki hava eins góð
rættindi, sum meirlutin í
samfelagnum. Tí spyrja vit
við hesi greinarøð ”Hvør
ert tú?” ”Hvussu hevur tú
tað í Føroyum?” og ”Hvat
skal til fyri at tú trívist í
landinum?” Í øðrum parti
vilja vit vísa á umstøðurnar
hjá einum støkum uppi
haldara í Føroyum.
”Vit eru ikki ein trupulleiki,
vit eru eitt tilfeingi.” Soleiðis
byrjar hon samrøðuna, tá vit
hitta hana til eitt prát um
støðuna hjá henni sum stakur
uppihaldari í Føroyum. Hon
er eitt livandi dømi um, at tað
loysir seg hjá landinum at
stuðla støkum at fara undir
útbúgving.
Gunnvá Edvardsdóttir er
39 ára gomul, hon er mamma
at tveimum gentum og býr
í kjallaraíbúð hjá foreldru
num á Argjum. Hon er út
búgvin námsfrøðingur og
starvast sum varaleiðari á
dagstovinum á Argjum.
Gunnvá sigur seg uppliva,
at fólk halda at tað er ein
løgin loysn at velja at búgva
heima
hjá
foreldrunum,
og sum mamma at arbeiða
fulla tíð. Hon veit, hvat
hon vil, og sigur, at tað eru
fleiri orsøkir til, at hon býr
heima hjá foreldrunum, og
at hon arbeiðir fulla tíð.
Við at vit búgva heima hjá
foreldrunum, kunnu vit og
foreldur míni vera ein hjálp
hjá hvørjum øðrum. ”Tað, at
vit umgangast hvønn annan
dagliga og hava brúk fyri
hvørjum øðrum, ger, at bæði
eg og genturnar hava serliga
gott samband við foreldrini
hjá mær”. Hon sær eitt stórt
virði í hesum, og leggur minni
í hvat onnur halda. Gunnvá
sigur: ”At vera partur av
samfelagnum er at gera tað
sama sum hini og kunna tað
sama sum hini.” Hon vísir á,
at tað sjálvandi er truplari at
fáa endarnar at røkka saman
við einari inntøku. Tí arbeiðir
hon fulla tíð, og harvið hava
hon og genturnar størri
peningaligt frælsi í sam
felagnum Føroyum, ið er eitt
dýrt land at búgva í.
Mátti staðfestast
óarbeiðsfør
Eingin ivi er um, at vit tosa við
ein strembara. Fyri nøkrum
árum síðani sá Gunnvá, at
skuldi hon hava eitt arbeiði,
sum fyri henni gav meining,
og skuldi hon klára seg
fíggjarliga, varð hon noydd
at fáa eina útbúving. Gunnvá
byrjaði útbúgvingina, men
fekk ikki endarnar at røkka
saman, hvørki við tíð ella
pengum. Gunnvá greiddi tí
Almannastovuni frá, at hon
í eitt tíðarskeið hevði brúk
fyri peningarligari hjálp, fyri
síðani at klára seg sjálva.
Fyri at lúka treytirnar fyri at
sleppa undir endurútbúgving,
varð hon noydd at taka eina
roynd hjá einum sálarfrøð
ingi, so staðfestast kundi, at
hon ikki var før fyri at hava
eitt arbeiði við síðuna av
lesnaðinum. Hetta meinar
Gunnvá er burturvið, tí tað
sigur seg sjálvt, at tað er
sera trupult, tá ein er einsa
mallur við tveimum børnum
at arbeiða við síðuna av
lesnaðinum. Eisini skuldi hon
lata Almannastovuni síni
fíggjarviðurskifti, tí peningur
verður latin eftir peningaligu
støðuni hjá viðkomandi. Eftir
at hetta var gjørt, fekk hon
játtandi svar um at fara undir
endurútbúgving.
Gunnvá
vísir á, at tað, at hon hevur
fingið eina útbúgving, hevur
givið henni eina barlast, ein
tryggleika og eina kenslu av,
at tað eisini er brúk fyri henni
í samfelagnum. Hon meinar,
at tað er umráðandi fyri
bæði børnini og mammuna,
at mamman hevur eitt mein
ingarfult arbeiði.
Hóast hon hevur fingið
eina útbúgving, meinar hon
ikki at skipanin er í lagi.
At skula staðfesta at tað
er okkurt galið við einum,
fyri at fáa stuðul til at fara
undir útbúgving, er ikki ein
nóg góð skipan. Tað kann
fyri
summum
kennast
eyðmýkjandi. Gunnvá beyt
høvdið av skommini, gjørdi
tað, tí hon visti, at tað var
einasti vegur fyri, at hon ein
dag skuldi megna at uppi
halda sær og gentunum.
Tá vit í Sosialistisk Ung
spyrja Gunnvá, hvussu støð
an hjá henni sum stakur
uppihaldari er í Føroyum
svarar hon: ”Í dag er støðan
góð, men tað hevur hon ikki
altíð verið.” Gunnvá held
ur, at tað í nógvar mátar er
sera trupult at vera stakur
í Føroyum, serliga um tú
ikki hevur eitt gott bak
land. Hon møtist javnan
við øðrum kvinnum, ið eru
stakir uppihaldarar, og tað
er
gjøgnumgangandi,
at
hevur tú ikki gott baklandi,
ið kann hjálpa tær, so ert
tú á berum. Umframt høga
kosnaðarstøðið í Føroyum,
er ein hin størsti trupul
leikin hjá støkum uppihald
arum, einsporaðu bústaðar
viðurskiftini.
Vit í Sosialistisk Ung
meina, at vit eiga at síggja
hendan trupulleikan í eyg
uni. Serliga til seinasta val,
varð tað ferð eftir ferð víst
á, at størsti trupulleikin,
hjá støkum uppihaldarum
í Føroyum, eru hóskandi
bústaðir. Eisini eiga vit at fáa
vaksnamannaútbúgvingar,
útbúgvingar ið verða stulað
ar øðrvísi enn aðrar. Soleiðis
eggja vit støkum og vaksnum
at fara at útbúgva seg. Vit
meina, at hetta hevði verið
ein íløga, ið fór at loysa seg í
framtíðini. Í dag hevur Gunn
vá eina góða útbúgving, eitt
spennandi starv og fær ikki
longur stuðul frá landinum.
Vit skulu vera líka glað og
ikki líkaglað
Í triðja parti vísa vit á
umstøðurnar hjá lesandi
í Føroyum.
(2/5) Eru vit líka glað ella líkaglað?
- Stakir uppihaldarar
Fyri at vit skulu gera okkum
nakra vón um at skapa fólka
vøkstur í Føroyum er neyðugt,
at vit fáa fólk heimaftur eftir
lesnað, ella at tey fáa møgu
leika at lesa í Føroyum.
Nógv er sagt um hetta
málið, og fari eg tí at býta tað
í tvey. Fyrst fari eg at viðgera
teir møguleikar, vit kunnu
bjóða lesandi í Føroyum.
Síðani eg byrjaði at hyggja
mær eftir útbúgving, eru
stór framstig gjørd á Fróð
skaparsetrinum.
Valmøgu
leikarnir eru munandi fleiri,
og tá ein hevur savnað flestu
víðari útbúgvingarnar á Fró
skaparsetrinum eru lunnar
lagdir undir einari munandi
betring av hesum.
Tað eru tó enn fleiri, ið
søkja ávísar útbúgvingar
uttanlands, sum vit kundu
bjóðað í Føroyum. Hetta er
serliga innan løgfrøði og
búskap. Tískil hevði tað verið
áhugavert, um nývalda tingið
kannaði møguleikan fyri at
stovna flokkar við nýggjum
útbúgvingum á Setrinum.
At lesa um alnetið er
eisini ein møguleiki. Henda
møguleika havi eg sjálvur
roynt, og tað hevur riggað
sera væl. Hetta hevur verið
gjøgnum ein danskan skúla,
og tá ið tað riggar hjá einum
donskum skúla, so er tað ein
sjálvfylgja, at hetta eisini
kemur at rigga hjá einum
føroyskan skúla.
Má eisini nevna útlendsk
lesandi, tá eg nevni nýggjar
útbúgvingar. Eg havi fylgt
hesum kjakinum og haldi
tað vera spennandi. Vit skulu
royna at fáa útlendingar til
Føroya at lesa, men at halda
tað, at hesi einaferð gerast so
nógv, at tey koma at fíggja
eitt fróskaparsetur, tað er
at lata kjakið fara ov langt.
Vit skulu skapa útbúgvingar
fyri at útbúgva føroyingar so
væl sum gjørligt, tí so skulu
útlendingar nokk koma.
Í ríkisfelagsskapinum hava
vit tann gylta møguleika, at
vit kunnu lesa á donskum
lestrarstøðum
á
jøvnum
føti við danir. Hetta í sær
sjálvum er ein einastandandi
møguleiki, sum vit hava.
Fyri summi er Danmark
ikki júst lestrarstaðið. Hesi
leita sær so til onnur lond
at lesa. Eisini hesum lesandi
gevur
ríkisfelagsskapurin
góðar møguleikar. Sum partur
av danska ríkinum kunnu vit
lesa júst har vit hava hug og
samstundis fáa danskan SU í
lestrartíðarskeiðinum.
Tá ið vit hava so góðar
møguleikar
í
ríkisfelags
skapinum stendur avbjóð
ingin hjá politikkarunum í
at fáa hesi heimaftur. Tað
er sera virðismikið fyri eitt
samfelag, at borgarar fara
uttanlands at útvega sær
vitan, sum hesi síðani taka
heim við sær og skapa stóra
nyttu fyri samfelagið.
Hetta er ein stórur trupul
leiki, tí vit sum samfelag ger
ast so sera fátøk, um okkara
ungu, sum enntá hava fingið
virðismikla
vitan
uttan
lands, ikki koma heimaftur.
Trupulleikin
liggur
í,
at
kostnaðarstøðið í Føroyum
er so sera høgt. Hetta er
galdandi fyri skatt, húsar
haldskostnað og ikki minst
keyp av bústaði. Hetta eru
viðurskifti, sum ein politiskur
vilji kann gera nakað við, og
hetta er ein íløga, sum kann
rinda seg aftur fleiri ferðir.
Vit
í
Føroyum
mugu
raðfesta hesar útisetar. Vit
skulu byggja íbúðir, sum eru
navnamerktar til hesi, so tey
kunnu flyta heimaftur. Hetta
eigur ein komandi stjórn at
raðfesta sum eitt av fremstu
málum. Tí hesi skapa ikki
bert fólkavøkstur, men økja
fakliga støðið og fremja
búskaparvøkstur.
Arne Winthereig
Útisetar vilja eisini búgva í Føroyum