Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Húsalánsgrunnurin sóknast eftir starvsfólkum sansir.fo Fíggjarleiðari Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina og dagligu leiðsluna av rokni- skapinum, bókhaldinum og fíggjarligu viðurskiftunum hjá Húsalánsgrunninum. Fríggjarleiðarin ráðgevur leiðsluni, hevur eftirlit við rakstri, ger fíggjarætlan og roknskap. Harumframt hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina av innkrevjing. KT-skipanirnar hjá Húsalánsgrunninum eru í menning, og fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av KT og tilhoyrandi mannagongdum á fíggjarliga økinum. Førleikar Tú skalt hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og royndir innan fíggjar- og roknskaparøkið. Tú hevur góð evni at raðfesta og tilrættisleggja arbeiðsuppgávur. Eisini skalt tú hava góðar KT- førleikar. Um tú ynskir tær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað arbeiði við góðum menningarmøguleikum, og tú ynskir eitt starv, ið setur stór krøv til tann menniskjansliga og fakliga førleikan, so er hetta rætta starvið til tín! Hevur tú spurningar um starvið sum fíggjarleiðari og um Húsalánsgrunnin, kanst tú venda tær til Andras Róin, stjóra, á telefon 314583. Málsviðgerar Málsviðgerð umfatar øll viðurskifti í samband við lánsumsóknir og samskifti við viðskiftafólk hjá Húsalánsgrunninum - umframt samskifti við aðrar fíggingarstovnar og við Tinglýsingina. Debitorstýring og innheintingarmál eru eisini partar av málsviðgerðini, eins og luttøka í øðrum verkætlanum hjá grunninum. Førleikar Tú skalt hava eina viðkomandi útbúgving í skrivstovuyrkinum ella á fíggjarøkinum. Hollar royndir innan lánsveiting, málsviðgerð og debitorstýring eru fyrimunir. Sum málsviðgeri er tað sera umráðandi, at tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis, taka avgerðir og grundgeva fyri hesum. Umráðandi er eisini, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Hevur tú spurningar um størvini sum málsviðgeri, kanst tú venda tær til Vónbjørt Svabo á telefon 314583. lønar- og setanartreytir Fyri størvini Størvini verða lønt eftir lønar- og setanarsáttmálanum millum Fíggjar- málaráðið og avvarandi sáttmála. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin til størvini er 22. oktober 2011. Umsóknir Umsókn saman við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Húsalánsgrunnurin Yviri við Strond 6 Postsmoga 215 110 Tórshavn Merkt: Málsviðgeri ella Fíggjarleiðari UM HÚSALÁNSGRUNNIN: Húsalánsgrunnurin er skipaður við egnari stjórn og einum stýrið, ið verður tilnevnt av landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Húsalánsgrunnurin hevur fingið víðkaðar heimildir og nýggjar stórar avbjóðingar eru fyri framman. tað er í hesum sambandið umráðandi, at tú trívist í einum broytingarhøpið og dugir at tillaga teg nýggj og kanska ókend øki. Kjak Tað verður tosað um arbeiðsloysi. Vit sum hava nógva rávøru, sum ikki verður brúkt, og virki standa tóm, nú heystið kemur. Og skinn og vembur; hví ikki turka vemburnar, so vit kunnu brúka tær til útflutnings til onnur lond, sum kunnu brúka tær sum bót í súpan, og garva skinnini og selja við og uttan brodd? Av royndum veit eg, at Japan og Týskland dáma væl skinnini, týskararnir brúka tey í lystbátum, tí tey eru fjálg at liggja á. Tálg Tálg er so fjálg Hon okkum hitar Meðan vit Um gólvið tita Nú vit í Føroyum ikki brúka tálgina, hevði tað so ikki verið eitt hugskot at framleitt tálgaljós til tey fátøku londini, sum ikki hava ljós og varma? So fingu tey bæði ljós og varma, sum tey hava brúk fyri. Rávøra Kata E. Mortensen Vágur Levi Mørk býráðslimur Vit eru nú øll samd um í býráðssamgonguni hjá Tórs­ havnar kommunu, at tað er neyðugt at fáa ein fót­ bóltsvøll til Hoyvíkar. Hetta var avgjørt á sam­gongu­fundi herfyri og 2 milliónir er av­ settar fyri fíggjarárið 2012 og 2 milliónir í 2013. Vit eru eisini samd um í býráðssamgonguni , at fyrsta stigið er, at fáa staðsetingin av fótbóltsvøllurin endaliga ígjøgnum. Fyri mítt viðkomandi er tað líka mikið, hvar plaseringin av fótbóltsvøllinum í Hoyvík verður. Um tað verður í Dalinum Langa, við skúlan við Løg­ mannabreyt ella onkra aðra­ staðni er líka mikið. Tað sum er umráðandi er, at vøllurin verður gjørdur og at vøllurin lýkur øll FIFA krøv. Vit nú eru samd um í býráðssamgonguni, at hetta arbeiði skal gerast. Ein má siga, at tað hevur verði neyðugt, at kjakast innan­hýsis í samgonguni, fyri at finna tað røttu politisku loysnina. Tí vit eru øll samd um, at tørvurin er stórur fyri hesum fótbóltsvølli til tey umleið 4000 fólkini sum búgva í Hoyvík. Fótbóltsvøllur í Hoyvík, verður á fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu í 2012