fríggjadagur 7. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
B
jørn og Johanne fingu trý
børn: Christiane Frida (1899),
Christian Finnur (1900-1940) og
Cristiane Helene Sofie (1906-1980).
Christiane Frida var fødd 11.
august 1899 og livdi bert 4 dagar.
Hon var uppkallað eftir ommuni í
Havn, Christiane Jens Christians
datter.
Christian Finnur Finnsson
(1900-1940)
Christian Finnur var uppkallaður
eftir langabbanum í móðurætt í
Havn, Jens Christiani Halfdansen,
og abbanum í faðirætt í Íslandi,
Finni Jónsyni.
Finnur, sum hann vanliga var
kallaður, vaks upp í Bringsnagøtu.
Hann spældi í Havnará og í ósanum,
sum børnini gjørdi tá. Eisini var tá
vanligt, at børnini spældu á stein
unum, sum í dag standa ímillum
Hotel Hafnia og Dómkirkjuna.
Hesir steinar síggjast enn í dag
omanfyri Hotel Hafnia.
Tíðum var Finnur eisini á floti við
mammubeiggjanum Jens Christian
Cornelius Guttesen, vanliga nevnd
ur Stubba-Jens ella Gutta-Jens.
Finnur fór ungur at sigla við
sluppini »Lizzie«, sum Klæmint á
Syðradali átti. Klæmint stóð eisini
faddur hjá soni Finns, Bjørn J. Finns
son, í 1928.
Tá fólkateljingarnar vóru í 1916 og
1921 er vinnuvegur Finns uppgivin
sum »fisker«. Hann búði tá heima
hjá foreldrunum í Bringsnagøtu.
Í 1927 tók Finnur skiparaprógv
hjá Jens Paula í Dali í Havn. Síðani
sigldi hann m.a. sum skipari við
sluppini »Andreu« hjá Johannes
Árting. Eisini var hann tíðum loðsur
á skipum, sum komu á Havnina og
skuldu víðari til Klaksvíkar ella á
Fuglafjørð.
Tíðliga í 1920 árunum møtti
Finnur gentu úr Lamba, Elisabeth
Marie Johannesen (1897-1975), sum
tá tænti hjá Anton Degn í Havn. Tey
vórðu trúlovað og giftust í 1924. Tey
bygdi sær hús í Lítlu Tvørgøtu.
Systkinabarnið
stýrisformaður á Eimskip
Eina ferð í seinnu helvt av 1920
árunum lá skipið, Finnur var við,
inni í Reykjavík. Christian Lam
hauge úr Lamba, vanliga nevndur
Christian bóndi, var eisini við
hendan túrin. Ein dagin fóru Finnur
og Christian í land, at vitja familj
una hjá Finni. Christian tosaði ofta
seinni um, hvussu fín hendan familj
an og húsini, tey búðu í, vóru: »Vit
sukku niður í plússið, tá vit komu
inn«, skal Christian hava tikið til.
Helst hevur hendan vitjanin
verið hjá Pétur A. Ólafsson (1870-
1949), sum var systkinabarn hjá
Bjørn Finnsson, pápa Finn, og búði
í Reykjavík. Pétur var keypmaður
og reiðari og hevði fleiri álitisstørv,
m.a. sum stýrisformaður í Eimskip.
Eisini var hann norskur og brasilian
skur konsul.
Pétur ferðaðist nógv í sínum
arbeiði og ofta ímillum Reykjavík
og Keypmannahavn. Tá rutubáturin
legði inn í Havnini á leiðini, vitjaði
hann altíð systkinabarnið Bjørn,
Johannu og børnini.
Skipakeyp og tíðin í Lamba
Í 1929 keypti Finnur sluppina »Væl
farið« og doypti hana »Capella«.
Tíðirnar í 1930 árunum vóru tó
ringar til skiparakstur og varð
sluppin seld fá ár seinni. Húsini í
Lítlu Tvørgøtu vóru seld og familj
an flutti til Lambar í 1932, har tey
bygdu sær onnur hús.
Í Lamba hevði Finnur deksbátin
»Heklu«, sum hann brúkti til útróð
ur og til at sigla við hvalatvøsti
ímillum oyggjarnar. Christian Eli
Lamhauge í Lamba, sonur Christian
bónda, var motorpassari á »Heklu«.
Hon varð seinni seld til Skopunar.
Ein part av 1930 árunum sigldi
Finnur eisini úti í evropafart við
reiðarínum Lauritsen.
Seinri í 1930 árunum bleiv Finnur
sjúkur av tuberklum. Hann lá fleiri
ferð á sanatoriinum í Hoydølum og
andaðist av sjúkuni 15. september í
1940. Hann er jarðaður í eldra parti
num av kirkjugarðinum á Glyvrum.
Cristiane Helene Sofie
Holmer (1906-1980)
Christiane var uppkallað eftir
ommu síni í Havn, Christiane Jens
Christiansdatter (1826-1896). Hon
var doypt í Havnar kirkju. Millum
faddrarnar var Zacharias Heinesen,
pápi Williami.
Christiane fór til Danmarkar
at tæna í 1920 árunum og varð trú
lovað har. Hetta bleiv tó til einkis,
tá mamman, Johanne, bleiv sjúk
umleið 1930. Christiane fór heim
til Føroyar at passa hana. Hon
og mamman vóru ógvuliga nær
knýttar.
Tann dagin Johanne doyði í 1931,
gjørdi hon av frá sjúkraseingini,
hvør skuldi hava hvat av hennara
ognarlutum. Hon bað Christiane
syrgja fyri, at øll tey ymisku í
grannalagnum fingu sítt, eftir
hon var deyð. Dagin eftir mátti
Christiane so runt í grannalagnum
við arvinum eftir mammuna.
Tá foreldrini bæði vóru deyð
fyrst í 1930 árunum fór Christiane
aftur til Danmarkar. Hon fortaldi
seinni, at William Heinesen hjálpti
henni at fáa húspláss og sendi
flytigóðs hennara til Danmarkar.
Tað skuldu ganga meir enn 20
ár frá tí, Christiane hesa ferð flutti
til Danmarkar, til hon kom aftur til
Føroyar at vitja. Lítið var ferðast
tá, og kríggið sleit øll bond ímillum
Føroyar og Danmark í árunum 1939-
1945.
Ikki fyrr enn eftir kríggið fekk
Christiane deyðsboðini av beiggja
sínum, Finni, sum doyði í 1940.
Boðini komu ógvuliga óvart og vóru
tí ein stórur skelkur fyri Christiane.
Sambært Connie Søager, dóttir
Christiane, visti mamman ikki, at
Finnur var sjúkur.
Christiane giftist við Niels
Holmer í 1933. Tey búsettust í Kgs.
Lyngby og fingu børnini: Bjørn
(1933-1982), Sigvard (1937-2007) og
Connie (f. 1946). Niels doyði í 1974.
Niels Holmer var hálvur svii og
hálvur sveitsari. Hann var arbeiðs
maður og arbeiddi seinnu mongu
árini sum ketilpassari. Christiane
var um familjuna í íbúðini í Lyngby
og gjørdi annars fyrifallandi arbeiði,
m.a. við servering og vasking.
Seinnu árini var Christiane í
Føroyum fleiri ferðir. Hon vitjaði
í Havn, hjá vinkonuni Karlu hjá
Vægtaranum, og í Lamba, hjá svigar
innuni Elisabeth Mariu og børnum
hennara.
Tá Christiane var í Havn var hon
altíð í Bringsnagøtu og hugdi eftir
barndómsheiminum, sum var selt,
tá hon flutti til Danmarkar. Mynd
er av henni á eldri árum, standandi
á trappuni uttanfyri barndóms
heimið.
Gott
samband
var
ímillum
Christiane og familjuna í Føroyum.
Bróðurdótturin,
Signhild,
sendi
henni í nógv ár á jólum pakka við
føroyskum mati.
Meir enn so kom eisini fyri,
at hon fekk vitjan úr Føroyum,
vinkonum í Havn og børnunum hjá
Finni, Signhild, Bjørn og Óla.
Børnini hjá Christiane
og Niels:
Elsti sonurin Bjørn var tónleikari
og hevði seinni egið vertshús.
Sigvard var pressufotografur
og arbeiddi nógv ár hjá AP-tíðinda
stovuni og hjá Aller-press.
Connie býr í Greve, saman við
manninum Henrik. Tey eru bæði
pensjóneraði bankafólk og vóru
seinast í Føroyum og vitjaði í 2009.
Kelda: Bergmann Finnsson
Bjørn Finnsson:
Systkinabarn oddamann í Eimskip
Í seinasta parti vórðu umrødd Johanne, sum var úr Havn, og Bjørn
Finnsson, sum var úr Íslandi. Hesa ferð verður greitt frá teirra børnum
Komandi partur verður um
Ingu og Johannes Johanne
sen, skipara, úr Leynum.
Hetta er eisini ein partur av
Holm-søguni í Leynum
Finnur og konan, Elisabeth Maria f. Johannesen úr Lamba,
við børnunum Signhild og Bjørn. Myndin er tikin í 1928.
Yngsti sonurin, Óli, er ikki føddur, tá myndin var tikin
Christiane og Niels á silvurbrúðleypsdegi teirra í 1958
Pétur A. Ólafsson í 1928
Finnur og Elisabeth Maria fingu trý børn:
F. v. Signhild (1926-1989), Bjørn (f. 1928) og Óli (f. 1930)