Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. oktober 2011 · Nr. 116 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Nú nógvir spælarar eru burtur­ staddir við U21-landsliðnum, eru flestu dystir í Vodafone-deildini út­ settir til mikukvøldið, tá lands­liðið skuldi verið komið væl og virðiliga heimaftur. Kortini er ein dystur á skránni, og hann verður á Sandi sunnudagin klokkan 15, tá B71 tekur ímóti KÍ. Heimaliðið er longu fokið, tí 14 stig eru upp til bjargingina, nú bara níggju stig eru eftir at spæla um. Og KÍ man hinvegin í veru­ leikanum hava bjargað sær, hóast tað teoretiskt ikki er heilt upp á pláss enn. Úrtøkan hjá sandoyingum hevur verið serstakliga soltin, tí av teimum higartil 24 spældu dystunum, hevur B71 bara vunnið tríggjar og spælt tveir javnar. Kappingarárið byrjaði við einum B71-heimadysti á Argjum, tí vøllurin á Sandi var ikki klárur, men har gjørdi KÍ rættiliga bart og vann ein »tennissigur«. Við til søguna hoyrir, at B71 fekk tveir mans útvístar, men 6-0 talaði allíkavæl fyri seg. Hinvegin, so er ein av teimum trimum sigrunum hjá B71 í ár vunn­in í Klaksvík, tí fyrst í august vunnu sandoyingar 2-1. Tiltikið er, at KÍ vinnur ongantíð, tá nakað serligt er á vási í Klaksvík, og hesin dysturin var spældur leygardagin á Summar­festivalinum… hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Landsdysturin hesa ferð verður í svimjihøllini í Klaksvík í annaðkvøld frá klokkan 18.30 til umleið klokkan 20.30. Byrjað verður við innmarsji og setan, har Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaks­ vík, halda røður, og síðani fer sjálv kappingin í gongd. Talan er um tilsamans 15 svimj­ ingar, harav tríggjar eru stafettir, og reglurnar eru soleiðis, at tveir svimjarar frá hvørjum landi kapp­ ast í hvørjari grein, so øll svimja minst eina og í mesta lagi tríggjar ein­staklingakappingar. Fyrsti svimjari fær fýra stig, næsti trý, triði tvey og fjórði eitt stig. Í liðsvimjingum fær fyrsta lið átta stig, næsta seks, triðja fýra og fjórða tvey stig. Vinnari av lands­ dystinum er tað av londunum, sum hevur flest stig tilsamans, tá ið alt er svomið. Føroyar og Ísland svumu fyrsta landsdystin í Havn í 2009, tá Før­ oyar vunnu 101-79, og í fjør vann Ísland í Reykjavík 98-80 á Føroyum. Nú dystast verður triðju ferð, hev­ ur so annað landið møguleika at leggja seg fram um hitt, og tí er spenn­ingurin stórur undan hesum dyst­inum. Ókeypis atgongd Føroyska liðið, sum skal kappast í morgin, var tikið út á stevnu í Havn fyri trimum vikum síðani, og er fyri stóran part talan um sama lið sum í fjør. Svimjararnir eru Kristina Eliasen, Markus Joensen, Óli Mortensen, Bartal Hestoy, Magnus Jákupsson og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð, Cecilia W. Eysturdal, Birita Debes og Heðin L. Olsen úr Ægir, Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Jón Hofgaard og Pál Joensen úr Suður­ oyar Svimjifelag, og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag. Venjarar hjá liðnum eru Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimji­ felag, Petur Heðin á Fløtti úr Ægir og Jón Bjarnason úr Suðuroyar Svimji­felag, og liðleiðarar eru Sørin S. Djurhuus og Jórun Eið. Tey, sum vilja síggja kappingina í svimjihøllini í Klaksvík, kunnu tryggja sær gott pláss frá klokkan 18.15, tá svimjararnir eru lidnir at hita upp, og tað er ókeypis at síggja tiltakið. Svimjilandsdysturin verð­ur eisini sendur beinleiðis í Kring­varp­ inum, umframt at fylgjast kann við á internetinum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Flogbóltskappingin byrjaði spak­uliga fyri viku síðani, og með­an øll kvinnuliðini vóru í gongd tá, byrja menninir eitt sindur spakuligari. Fyri viku síðani vóru tað SÍ og ÍF, sum spældu ein fimm­ settara í fyrsta mans­dyst­ inum henda veturin, men sunnu­dagin verða tað Fleyr og Mjølnir, sum skulu dystast í Gunda­dals­høllini. Tá hesin dyst­urin er spældur, er tað bara TB av liðunum í Eik-liguni hjá monn­um, sum enn ikki hevur verið í dysti. Hjá kvinnunum eru tveir dystir í morgin og ein sunnu­ dagin. Felags fyri øll heimaliðini um vikuskiftið er, at tey vunnu sínar dystir í fyrsta umfari. Í morgin tekur ÍF, sum vann úti á Drátti, ímóti TB, sum heima tapti fyri Fleyr, og SÍ, sum heima vann á Ternuni, hev­ur hesa ferð heimavøll ímóti KÍF, sum tapti heima fyri Mjølnir. Sunnudagin tekur Fleyr, sum vann úti á TB, í Gunda­ dalshøllini ímóti Drátti, sum heima tapti fyri ÍF. Fjórði kvinnudysturin verður miku­ kvøldið, tá Mjølnir og Ternan spæla í Klaksvík – og so kann viðmerkjast, at heimaliði eisini her vann í fyrsta umfari. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Eftir at øll hini liðini longu eru byrjað, spælir Tjaldur sunnu­ dagin sín fyrsta dyst í Sunset- kappingini, tá Stjørnan kem­ur á vitjan í ítróttarhøllini í Runa­ vík at spæla sín triðja dyst. Undanfarin ár hevur tal­an verið um toppdyst, men spurn­ ingurin er, um nakað av hesum báðum liðunum ordiliga fer at liva upp til tað í vetur. Stjørnan eigur enn fyrstu stigini til góðar eftir tveir dystir, og Tjaldur man vera líka skert sum Stjørnan, tá hópurin skal sam­metast við undanfarnu ár­ini. Sunnudagin fær VB í Vági vitjan av VÍF, og mánakvøldið verð­ur so grannauppgerð mill­ um Neistan og Kyndil. Í Atlantic Airwys-kapp­ing­ini hjá monnum er sama granna­ uppgerð, altso Neistin ímóti Kyndli, longu sunnudagin, tá ein annar forvitnisligur dystur verður spældur í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti VÍF. Vestmenningar hava dubb­ að seg til kappingina, so spenn­ andi verður at síggja, hvussu teir standa seg ímóti koll­firð­ ingum, sum í fjør vóru størstu av­bjóðarin í toppinum. Flog á bóltinum Tjaldur roynir flogið Fótbóltur B71, sum síðsta sunnudag helt oddaliðnum, B36, á pínibonkinum til tað seinasta, tekur sunnudagin ímóti KÍ í einasta Vodafone-dystinum um vikuskiftið Bara dystur á Sandi Svimjing Fyri triðju ferð svimja Føroyar og Ísland í annaðkvøld landsdyst ímóti hvørjumøðrum, og av tí at londini hava vunnið hvør sína ferð, er spenningurin stórur undan hesum landsdystinum Svimja ímóti Íslandi TRIÐJA TAKIÐ Føroyar vunnu landsdystin í fyrraárið og Ísland í fjør, so tí verður spennandi at síggja, hvør fer avstað við sigrinum, nú triði svimjilandsdysturin verður millum londini bæði Mynd: Álvur Haraldsen Vodafone-deildin 09/10 15.00 B71 - KÍ 1. deild menn 09/10 14.30 AB - EB/Streymur II 09/10 14.30 HB II - TB 09/10 14.30 NSÍ II - 07 Vestur II 09/10 14.30 FC Suðuroy - FC Hoyvík 09/10 14.30 Skála - Víkingur II 1. deild kvinnur 08/10 13.00 HB - KÍ 08/10 15.30 B36 - AB 08/10 Skála - Víkingur Sunset-kappingin 09/10 15.00 Tjaldur - Stjørnan 09/10 15.00 VB - VÍF 10/10 19.15 Neistin - Kyndil Atlantic Airways-kappingin 09/10 16.00 Neistin - Kyndil 09/10 16.00 KÍF - VÍF Eik-ligan kvinnur 08/10 14.00 ÍF - TB 08/10 14.00 SÍ - KÍF 09/10 14.00 Fleyr - Dráttur Eik-ligan menn 09/10 16.00 Fleyr - Mjølnir Dystir um vikuskiftið: