Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 112 - 15. juni 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo HEINI Í SKORINI Mánadagin var næstseinasta umfar í innleiðandi kapp- ingini hjá kvinnunum leikt. Í bólki A er langt síðani av- gjørt, at HB og VB fara víð- ari til endaspælið, meðan tað eftir dystirnar mánadag- in er líkt til, at Skála verður triðja liðið úr bólki A, sum kemur í endaspælið. Tær hava vunnið flestu dystirnar móti hinum veikaru liðu- num í bólki A í ár, og tær hava til tíðir spælt góðan fótbólt. Mánadagin leiktu tær móti botnliðnum Sumba og vunnu dystin sannfør- andi, hóast nakað tepurt, 2- 0. Hálvleiksstøðan var 1-0, og týdningarmiklu málini hjá Skála skutu Elin Jacob- sen og Anna Olsen. HB spældi í vindi og reg- ni úti á Argjum móti AB, og tær vunnu heili 9-0. Veg- na ringt veður varð sera tor- ført at leika, og tí kom tað vakra fótbóltsspælið ongan- tíð til sjóndar. Tá avtornaði vunnu HB kvinnurnar sum sagt heili 9-0. Eitt navn sum vit mest kenna frá hond- bóltinum, Lotte Sørensen, er eisini farin at gera um seg í fótbóltinum, og hon skeyt tvey av HB málunum. Ann- ika Godtfred skeyt heili fýra mál, meðan Gunn Muller, Maria Johnsson og Eyðfríð Christiansen allar fingu hvør sítt. HB skorar nógv mál í ár, tað er so heilt víst, men ein orsøk til góðu HB úrslitini í ár er, at tær hava eina sera góðu verju, har serliga Liljan Jespersen og Silja á Borg eru tveir sera góðir verjuleikarar. VB var í Gøtu og leikti móti GÍ, og tær vunnu ikki serliga óvæntað 6-2. Tað hevði verið sera gott fyri GÍ at fingið stig burtur úr hes- um dysti, men tað megnaðu tær ikki. Hjá GÍ skeyt ein sera vælleikandi leikari gjøgnum hetta árið, Heidi Jacobsen, bæði málini. Hjá VB fingu Guðrun í Lágabø og Rannvá Augustinussen tvey mál hvør, meðan topp- skjúttin Halltóra Joensen og síðani Rini Mørk skutu eitt mál í part. Av tí at Skála vann á Sumba, er møguleik- in hjá GÍ at koma víðari lítil, men næsta vikuskiftið skulu hesi bæði liðini møtast, og tá fellur avgerðin um triðja plássið í bólki A. Við einum sigri tekur GÍ seg framum Skála, meðan tað er nóg mikið hjá Skála við einum javnleiki. KÍ vann týdningarleysan toppdyst Í Havn var toppdystur í bólki B millum KÍ og B36. Hóast hesin dystur var spennandi og áhugaverdur, hevði hann í roynd og veru ongan týdning fyri bæði lið- ini og heldur ikki fyri kapp- ingina. KÍ og B36 eru nevn- iliga langt síðani komin til endaspælið á ávikavist fyr- sta og øðrum plássi. Men hóast tað høvdu B36 kvinn- urnar so avgjørt nakað at prógva mánadagin, av tí at seinast tær møttu KÍ í lands- kappingini, endaði dysturin heili 9-0 til KÍ. KÍ var betra liðið mánadagin, og tær fin- gu tvey skjót mál, soleiðis at støðan var 2-0 til KÍ í hálvleikinum. Málini hjá KÍ skutu Viviann Bjartalíð og Malena Josephsen. Síðani høvdu bæði liðini møgu- leikar at fáa mál, og her var tað einamest KÍ, sum var nærri við at økja um leið- sluna, hóast B36 eisini hev- ði okkurt boðið. Men heilt seint í dystinum eydnaðist tað B36 at minka um mun- in, soleiðis at endaliga úr- sliti gjørdist 2-1 til KÍ. Málið hjá B36 skeyt Guðrið Dam . Á Sandi leiktu B71 og NSÍ, og hesin dysturin end- aði 5-2 til runavíkingar. Harvið styrktu tær seg nógv um støðuna á týdningarmik- la triðja plássi, sum jú gevur atgongd til endaspælið. Málini hjá B71 gjørdu Ger- da Magnussen og Rannvá Sørensen, og síðstnevnda hevur ikki verið á vøllinum í tvey ár. Tað er sera illa statt við fólki suðuri á Sandi í løtuni vegna skaðar, og tað gjørdist ikki betri, tá mál- verjin hjá sandoyingum eis- ini mátti fara út við skaða. Hálvleikstøðan í dyst- Endaumfarið hómast Næstseinastu dystir í innleiðandi umfarinum hjá kvinnunum vóru leiktir mánadagin. VB, HB, KÍ og B36 eru tryggj- aðir luttakarar í endaspælinum, meðan NSÍ og Skála styrktu sær um støðuna a triðja plássi, sum gevur atgongd til endaspælið Bólkur A: HB-AB 9-0 HB: Lotte Sørensen 2, Ann- ika Godtfred 4, Eyðfríð Christiansen 1, Gunn Mull- er 1, Maria Johnsson 1. GÍ-VB 2-6 GÍ: Heidi Jacobsen 2. VB: Halltóra Joensen 1, Guðrun í Lágabø 2, Rannvá Augustinussen 2, Rini Mørk 1. Skála-Sumba 2-0 Skála: Elin Jacobsen 1, Anna Olsen 1. Bólkur B: B36-KÍ 1-2 B36: Guðrið Dam KÍ: Malena Josephsen 1, Vi- viann Bjartalíð 1. B71-NSÍ 2-5 B71: Gerda Magnussen 1, Rannvá Sørensen 1. NSÍ: Irdi Hansen 2, Elin- bjørg Hammer 2, Maibritt Olsen 1. inum var 3-1 til NSÍ, so tað var næstan avgjørt í hálv- leikinum, hvør fór avstað við sigrinum. Maibritt Ol- sen skeyt eitt mál fyri NSÍ, og síðani skutu Irdi Hansen og Elinbjørg Hammer tvey mál í part. Sostatt er næstan víst, nú bert eitt umfar er eftir, at liðini ið koma at mynda endaspælið vera HB, VB og Skála úr bólki A, og úr bólki B vera tað KÍ, B36 og NSÍ. Hini liðini fara til endaum- farið fyri tey lið sum ikki komu víðari, og tað verður kallað 2. deild kvinnur. vunnin tapt mál- d v - j - t mál mál munur stig 1 HB 8 8 - 0 - 0 44 2 42 24 2 VB 8 7 - 0 - 1 58 7 51 21 3 Skála 8 4 - 0 - 4 14 44 -30 12 4 GÍ 8 2 - 1 - 5 15 29 -14 7 5 AB 7 1 - 2 - 4 12 41 -29 5 6 Sumba 9 0 - 1 - 8 6 26 -20 1 Máltindurin Halltóra Joensen VB 21 Annika Godtfred HB 15 Rannvá Andreasen KÍ 13 Rakul N. Joensen B36 10 Eyðfríð Christiansen HB 10 Malena Josephsen KÍ 9 Guðrun í Lágabø VB 9 Laila Jespersen VB 8 Maria Johnson HB 7 Irdi Hansen NSÍ 7 Rannvá Augustinusen VB 6 Elin Kathrina Haraldsen AB 5 Heidi Jacobsen GÍ 5 Borglis Fagradal Skála 5 Maria Mikkelsen AB 4 Elin Højsted B71 4 Kristbjørg Isaksen GÍ 4 Vivian Thorleifsson HB 4 Mariann Joensen KÍ 4 Gurið Mortensen VB 4 Arnbjørg Danielsen B36 3 Elsebeth Jónsson B36 3 Laila Enghamar B36 3 Sólvá Joensen B36 3 Súsanna Hansen B36 3 Vivian Bjartalíð KÍ 3 Maibritt Olsen NSÍ 3 vunnin tapt mál- d v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 6 6 - 0 - 0 36 8 28 18 2 B36 7 5 - 0 - 2 36 13 23 15 3 NSÍ 7 3 - 1 - 3 17 24 -7 10 5 EB/Str. 7 1 - 1 - 5 4 29 -25 4 4 B71 7 1 - 0 - 6 11 30 -19 3 Kvinnurnar hjá HB og VB hava longu tryggjað sær sess í endaumfarinum. Væntandi verður Skála triðja liðið úr bólki A Nr. 112 - 15. juni 2000 20 Hesin litfagri svenski kvinnubólkur gjørdi fyrst vart vi› seg undir navninum Star, tá i› tær á heysti í fjør góvu út á stakfløgu eina útgávu av gamla Kiss travaranum Heaven´s On Fire sum amerikonsku glamrockararnir uppruna- liga høvdu eitt hit vi› í 1984. Stutt eftir hótti ein amerikanskur bólkur, sum eis- ini nevndi seg Star, vi› at stevna svensku sprundini, sum orsaka› av hesum hava avgjørt at nevna seg Starz!? Stílurin á fløguni peikar meiri aftur í áttatiárini enn inn í n‡ggja ártúsundi. Løgini eru frek og kroppslig og fløgan er væl framleidd. Ljó›myndin minnir í stø›um um forritarnir hjá t.d. Aqua og Britney Spears, bara her eru ullunti bass- urin og svamputu trummurnar tilsettar eitt sindur av elementerum 80´ara fuzz- guitar rytmuspæli. Ta› er greitt líka frá byrjan at her er líka so nógv talan um eitt koncept sum um ein bólk sum handfer ljó›førini sjálvur tá i› tær standa á palli. Einasti limurin í Starz!? sum spælir naka› ljó›- føri á hesi fløguni er guitarleikarin Mia. Útsjóndin á gentunum er í trá› vi› tón- leikin, ta› vil siga, litfagur og í stø›um flamboyant yvirdrivi›. Eitt anna› gamalt 80´ara hit er eisini sloppi› vi› á hesa fløguna og hesufer› sn‡r ta› seg um lagi› I Remember You, sum amerikansku Skid Row úr New Jer- sey høvdu eitt stórt hit vi› í 1989. Bæ›i coverløgini eru í trá› vi› restina av fløg- uni, sum av sonnum livir upp til heiti› á sjálvari fløguni, Party. Fyrsta lagi› The Good, The Bad And The Ugly leggur stílin fyri fylgjandi løgunum : Ljó›i› pumpar avsta› vi› saftigum og kjøtiligum ósmædni og ein- um framlei›sluljó›i sum klárt og t‡›i- liga signalerar at konufólki saktans eru før fyri at rocka mediumhart vi› løttum og einfaldum poppmelodium. Onnur løg sum eisini halda sama lætta og hedonistiska stíl eru m.a. Girls They Like To Party, Wig Wam Bam, This Is My Life og tann erpni partyrockarin I Got The Look, sum nærum kókar yvir av hør›um og bringuspentum sjálvsáliti. Sostatt kann sigast at fløgan sum heild kann uppsummerast sum lættuppfatilig- ur veitslurockur. Ni›urstø›an er at Starz!? ikki hava ta› stóra uppá hjarta, tær vilja bara so fegnar sleppa at spæla og ta› skullu tær eisini vera vælkomnar til. Hetta er 2. útgávan sum henda t‡ska rockkvartettin hevur lati› úr hondum. Tann fyrra, Proud Like A God, kom út í 1997 og rúma›i solid og hartsláandi rockløg so sum Open Your Eyes og tann máttmiki› og buldrandi Loards Of The Boards, har forsanginnan Sandra veru- liga lat síni muskuløsu stemmubond seta dagsskránna. N‡ggja fløgan, sum kom út í fyrru helvt av mai mána›a, tekur trá›in upp har Proud Lika A God slepti. Løgini eru gjøgnumgangandi tung og larmandi, tó mest í ni›urløgunum. Versini eru eitt sindur meiri eksperimenterandi har ele- mentir úr bæ›i pop og funk genruni vera vavd saman vi› vanligari rocktyngd. Fyrsta stakfløgan av fløguni er tó ikki skriva› av teimum f‡ra t‡skarunum sum manna Guano Apes, men er haraftur- ímóti eitt av kendastu hittunum hjá ein- um ø›rum t‡skum bólki, nevniliga Alphaville. Lagi› nevnist Big In Japan og er í útsetingini hjá Guano Apes nær- um ikki til at kenna aftur. Líka frá fyrstu skering, Innocent Greed, er greitt at Guano Apes eru væl nøgd vi› ljó›i› av teirra fyrru fløgu, tí í produktiónini er onki broytt í mun til fyrru útgávuna. Lag nummar tvey, No Speech, er í nøkurlunda sama stíli sum eitt av kendu løgunum úr fyrru fløguni, nevniliga Open Your Eyes, vi› relativt hóvligum og afturhildnum spæli í versu- num, fyri so at brøla fyri fullum útblástri í ni›urlagnum. Ein tílíkur uppbygna›ur í útsetingini krevur í hesum føri ein veruliga sterkan melodi fyri at bólkurin kann gera sær vónir um at koma so nøkurlunda sann- førandi gjøgnum blendaran. Hetta eydn- ast tó til fulnar, men eftirfylgjandi lagi›, ta› fyrr umrødda Big In Japan sum er einasta coverlagi› á fløguni, tekur eitt sindur av glansinum vekk av Don´t Give Me Names sum heildarmynd. Ta› er púrasta óskilligt at tey f‡ra hava valt at innspæla júst hetta lagi› ; av teim 13 løgunum sum eru at finna á hesi fløguni er Big In Japan eftir mínum tykki so nógv ta› veikasta. Restin av fløguni vísir ein bólk í fullum blóma, vi› einum sterkum og sannførandi savni av sjálvgjørdum løgum og sum eisini er vælsigna›ur vi› einum av uttan iva bestu og mest fleksiblu sangarunum á dagsins tónleikapalli. Ein bólkur sum rættiliga er koman fram hesar seinastu mána›arnar, er Him úr Helsinki í Finnlandi. Serliga er ta› í T‡sklandi at teir hava veri› væl móttikn- ir - kanska av tí at teir vi› eitt sindur av gó›um vilja kunnu síggjast sum eitt slag av lættvektarútgávu av Rammstein. Stíl- urin er eisini metalliskur og myrkur, vi› einum serligum gotiskum dámi og vi› einum ljó›i sum í stø›um er uppbloytt vi› 80´ara kendum keyboardfladum. Júst vi› hesum í tonkunum ber til at samanbera teir vi› keyboardrockarar úr áttatiárunum sum til dømis House Of Lords, Dare og Alien. Men Him eru tó munandi meiri nútímans, serliga vi› væl umhugsna›ari n‡tslu av akustiskum ljó›førum og útsetingum sum hava meiri vi› 90´ini at gera enn vi› 80´ini. Oddama›urin og sangarin nevnir seg bert Valo og hann er ein harri av tí meiri karismatiska slagnum ; eisini røddin hjá honum er sermerkt, sum t.d. á lagnum Join Me In Death har hann skiftir mill- um luftiga falset, autoriteran bass og til tí›ir samantvinnar hesar mótsetningar vi› einum insisterandi millumli›i. Sum sangari tykjist hann ávirka›ur av serliga Iggy Pop og Bono úr U2. Eitt anna› lag sum eisini skarar fram úr er gamla Chris Isaak lagi› Wicked Game. Ta› hev›i veri› meiningsleyst at framført lagi› á sama hátt sum Chris Isaak sjálvur gjørdi ta› - hansara egna útgávu er jú fullkom- in - so ísta›in hava Him avgjørt at ganga eina heilt a›ra lei› og hava lati› sangin í ein tungan búna av metalliskum guitar- spæli, bleytum keyboardakkordum og omaná á alt frambori› av myrka sang- stílinum hjá Valo. Ùrsliti› er djarvt og ø›rvísi, uttan at røkka somu hæddir sum upprunaliga útgávan av sanginum, men sum eksperiment er ta› tó bæ›i flott og fascinerandi. À fyrsta lagnum Your Sweet 666 eydnast ta› hjá bólkinum at sameina eina gó›a balancu vi› eini har›ari intro og bleytari versum fyri sí›ani at f‡ra ni›urlagi› á lagnum av í kongenialum samspæli sum váttar ta› sum byrjanin á lagnum lova›i. Fyrimyndarligt balancu- kynstur. Næsta lagi›, Poison Girl, er í sama stíli og stendur ikki aftan fyri Your Sweet 666 hvat vi›víkur gó›sku og framfør›slu. Saman vi› ø›rum framúr- skarandi løgum so sum Gone With The Sin, Razorblade Kiss og I Love You eru hesar framfør›slur imponerandi brot- partar av eini flottari og vælstoyptari heild, har løgini Right Here In My Arms, Bury Me Deep Inside Your Heart, Wick- ed Game og tann serliga hugtakandi Join Me In Death eru hæddarpunktini. HIM Guano Apes Starz!? Razorblade Romance Don’t give me names Party EIVIND NICLASEN