fríggjadagur 7. oktober 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 7. oktober 2011
10
VIKUSKIFTI
Ein ferð inn í
føroyskt
– enn eina ferð
Bókin Ein ferð inn í føroyskt varð upprunaliga skrivað
sum ein fyribils útgáva til royndarflokk í Hoydølum fyri
knappliga tjúgu árum síðan. Nú er bókin endurskoðað
mál
Randi Kúrberg
post@sosialurin.fo
Kári Davidsen og Jonhard Mikkelsen
hava enn eina ferð lagt aftur at føroyska
mállæruvarðanum. Hesa ferð er tað ein
endurskoðað útgáva av Eini ferð inn í
føroyskt, sum upprunaliga varð skrivað
sum ein fyribils útgáva til royndarflokk
í Hoydølum fyri knappliga tjúgu árum
síðan.
Ábøtur, nýgerðir og nýhugsan taka
lógvatak við siðvenju og hugmynd
um alskyns frágreiðingar um føroyskt
á føroyskum fyri næmingar á miðnámi
og tey, ið skulu undirvísa og læra at
undirvísa hesum ungu í føroyskum.
Bókin kann fyri ein part eisini verða
nýtt í eldri fólkaskúlaflokkunum, eins
og hugsandi er, at áhugað leikfólk
munnu fáa væl burturúr at fara í holt
við Ferðina.
Broytingar og ábøtur
Síðan fyrra Ferðin (1993) kom út, hava
fólk sum vera man havt uppskot um
ábøtur og broytingar, og mangt av tí er
tikið til eftirtektar, eins og málbólkurin
er broyttur. Gamla Ferðin vendi sær til
fólkaskúla og miðnámsskúla, meðan
nýggja stílar hægri og vendir sær
serliga til miðnám og setursstig. Á
setursstigi er hon væl egnað sum bæði
grundbók og námsfrøðiligur íblástur til
teirra, ið skulu undirvísa í føroyskum í
fólkaskúla og á miðnámi.
Nýggja Ferðin er góðar 100 síður
longri enn hin fyrra, og verður hugt
í innihaldsyvirlitið og samanborið við
gomlu bókina, sæst alt fyri eitt, at um
fatandi broytingar eru gjørdar, tó at
miðið og beinagrindin eru óbroytt. Bók
mentalistin er somuleiðis vorðin longri
og bendir eisini á eina meir víðfevnda
og fjølbroytta mállæru. Bókin hevur
eisini ein leitorðalista aftast, sum er
ógvuliga hentur, tá ein vil fáa okkurt
ávíst uppspurt, og eftir hvønn serstakan
part eru verkevni, ið hava til endamáls
at fáa tann lesandi at gruna og grunda
um umrødda evnið, so tað verður skilt
betur. Til dømis endar parturin, ið
snýr seg um myndamál (s. 27-38), við
spurningum um orðatøk og lýsingar og
myndamálið í teimum.
Nýggja Ferðin viðger m.a.:
• Hvat mál og myndamál er
• Málskyldskap, og hvussu indo
evropeiskt broyttist til norrønt
• Málrøkt og málreinsing og
ymiskan hugburð til hesi
viðurskifti
• Málnýtslu, mun millum talað og
skrivað mál og fjølbroyttar sam
skiftisumstøður
• Sjálvljóð og hjáljóð og fyribrigdi
sum umljóð, einljóðan, tvíljóðan
og palatalisering
Eins og í gomlu Ferðini verða føroysk
mállæruhugtøk nýtt javnsett við
latínsku heitini. Hetta er víðskygt og
átti at gjørt tað lættari fyri næmingin at
gera javnsetingar millum móðurmálið
og tað fremmandamál, hann er í ferð
við at læra.
Orðaflokkar og setningsbygnaður
eru væl og virðiliga viðgjørdir, men
í teirri nýggju er lítli orðaflokkurin
miðalvarpingar lagdur burturúr, eins
og kenniorðini heldur ikki eru við í
endurskoðaðu útgávuni. Orsøkin er
helst, sum sagt verður á s. 325 undir
fornøvnum, at tey eru tey somu sum
nøkur av ávísingarfornøvnunum, og
munurin valdast áherðslu.
Upprunaligt og
varðveitt endamál
Bókin var ætlað sum ein prátingarsom
mállæra, sum við einum krøkjandi og
kunnandi máli skuldi geva lesaranum
innlit í hugtøk og fyribrigdi. Hetta mið
er varðveitt í nýggju Ferðini eins og
skorður framvegis eru settar undir frá
greiðingar við dømum og verkevnum,
so fólk fáa seg roynd. Hetta at ogna sær
royndir í sambandi við at hugsa um
mállæru og ástøði man mangan vera
júst tað, ið manglar í hjá teimum, sum
siga seg ikki vera stinn í føroyskum.
Eitt eyðkenni við siðvandum mál
lærum er talvur og reglur, ið vit stutt
um allýsingum greiða frá ymsum fyri
brigdum og hugtøkum. Endamálið er
sjálvsagt at einfalda og geva lesaranum
eitt greitt yvirlit yvir evnið, men trupul
leikin er, at fólk, sum frammanundan
ikki hava ein brennandi áhuga fyri máli
og mállæru, lúgvast og fáa staðfest, at
mállæra er júst so kavfúgvandi rotin,
sum tey altíð hava hildið! Hetta er stórur
og álvarsligur missur, tí nær fæst høvi
at kveikja forvitnið hjá hesum fólkum
aftur? Mest sannlíkt: ALDRIN!
Ein ferð inn í føroyskt vil byggja
brúgv millum góða og einfalda fólka
skúlalærdómin og samansetta og
avbjóðandi skúlalærdómin á setursstigi.
Hon er ikki ætlað sum ein fullfíggjað
mállæra í føroyskum, men vil heldur
vera hondin, ið leiðir yvirum og vísir
á tær avbjóðingar, ið eru fyri framman,
sum ein kann fara í holt við, um
bragdarhugurin er til tess.
Lærubók og nýggir miðlar
við møguleikum fyri dag
føringum og fjølbroytni
Nýggja Ferðin verður ivaleyst endur
skoðað eitt sindur fyrr enn uppruna
útgávan, men eitt hugskot við henni er,
at hon skal samvirka við støðugt dagført
arbeiðstilfar á útbúgvingarstevnuni á
heimasíðu Sprotans. Mangur lærari
man hava sannað, at tað oftani eru
uppgávur og verkevni í teimum ymsu
mállærunum, ið fyrna heldur enn sjálv
mállæran. Tað er millum annað hetta, ið
er orsøkin til stevnuna við dagførdum
og fjølbroyttum tilfari, eins og tað er
ótíðarhóskandi við bókum, sum eru á
stødd við tuflutrø.
Hetta er nýbrot í føroyskum skúla
høpi, men verður í veruleikanum bara
gjørt fyri at ganga nútíðar skúlakrøvum
og frálæruháttum á møti. Við hesum
átaki verður vónað og væntað, at fleiri
lærarar sýna stevnuni áhuga og ans og
nøra og bøta um hana við fjølbroyttum
tilfari og uppskotum um, hvussu arbeitt
kann vera við teimum ymsu evnunum,
ið bókin nertur við. Taka lærarar og
skúlar væl ímóti nýggjum tøkniligum
arbeiðsháttum, menna og búgva teir
eisini síni lesandi til framtíðina – ikki
bara í føroyskum.
Jonhard
Mikkelsen
Føddur 1953 í Vestmanna.
Útbúgvin cand. mag. í
enskum og føroyskum.
Starvast sum lektari á
Føroya læraraskúla.
Kári Davidsen
Føddur í 1946. Útbúgvin
cand. mag í týskum og
føroyskum. Starvast
sum lektari á Føroya
Studentaskúla.