fríggjadagur 7. oktober 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 7. oktober 2011
9
VIKUSKIFTI
Til seinasta løgtingsval setti Heidi Petersen
í Vestmanna sær fyri, at tað var seinastu ferð
hon stillaði upp á hesum sinni.
Hon fekk so gott val, at hon var nummar
tvey varalimur og kom tí í tingið undir CHE-
samgonguni. Aftaná hevur hon onkuntíð
verið inni sum eykafólk.
– Eg stillaði upp tá, tí at eg helt meg
enn hava nakað at geva, men eg helt fast
i avgerðina, at hetta valskeiðið var mítt
seinasta, sigur Heidi Petersen.
Tað vóru helst fleiri orsøkir til, at hon tók
avgerðina.
– Ikki tí, mær dámdi væl, og tað var
eitt spennandi arbeiði. Eg haldi, at sjálvt í
andstøðu bar væl til at hava ávirkan og at
seta fokus á mál, sum eg helt hava stóran
týdning í samfelagnum.
Men tingarbeiðið er strævið og krevur
nógv bæði av politikaranm sjálvum og
familjuni. Tað fer við nógvari tíð og ein missir
nógvar løtur saman við familju og vinum.
– Eg haldi, at tað gongur ov seint. Tað átti
at borið til at gjørt semjur um týdningarmikil
mál, sigur Heidi Petersen, sum hevur sínar
hugsanir um, hví alt gongur so seint.
– Tað eru alt ov nógv persónlig áhugamál.
Politikarar ganga í síni egnu verð, og tað ger
arbeiðið lítið áhugavert. Fólk gloyma, hvi tey
eru í tinginum. Tað endar við, at tú sjálv ger
tað sama, tí tað ræður um at vera sjónlig.
Fokusið flytur frá málunum til persónar,
og tað er alt annað enn gott, sigur Heidi
Petersen.
Henni dámar væl regluna hjá danska
Eindarlistanum um, at eingin skal sita í
tinginum meira enn tvær setur á rað.
– Tað hevði verið sunt við eini slíkari reglu
í Føroyum, tí so vistu fólkini, hvat tey høvdu
at gera. Eg havi eisini nevnt hetta í mínum
egna flokki.
Heidi Petersen sigur, at fyri tað um hon
ikki stillar upp hesa ferð, hevur hon ikki sagt,
at hon ikki kanska roynir aftur eina aðra ferð.
Seinastu 10 árini hevur Heðin
Zachariasen umboðað Fólkaflokkin
í tinginum, men hann er ikki millum
teirra, sum bjóðar seg fram til
komandi fólkatingsval.
– Eg kann ikki, tí eg havi eina
bussfyritøku við 11 bussum og 18
fólkum í arbeiði, og tað er arbeiði
gerandis og heilsgt, frá morgni til
myrkurs. Haraftrat eigi eg í Atlantic
Pane, sum hevur 12 fólk í arbeiði,
sigur Heðin Zachariasen.
Hann hevur verið í landspolitikki í
10 ár. Tað hava verið góð ár, og Heðin
Zachariasen veit bara at siga frá
góðum samstarvi við floksfelagar og
yvir um floksmørk.
– Nei, eg eri ikki misnøgdur við
flokkin, og eg veit bara eitt, at tann,
sum er fornermaður i politikki, verður
raktur av tí sjálvur og eingin annar.
Heðin Zachariasen vísir ikki aftur
spurninginum, um hann vendir aftur
til kommunalpolitikk. Tað kann væl
henda.
Í dag sigur hann, at hann er liðug
ur í landspolitikki, men tað ber altíð
til at broyta hugsan, sigur hann.
Katrin Dahl Jacobsen ivaðist eitt
sindur, um hon skuldi stilla upp ella
ikki til hetta valið.
Hon valdi at lata vera. Hon
hevur verið í politikki síðan 1998, í
tinginum og inn ímillum í býráðnum.
– At eg gevist, hevur nakað at
gera við, at míni børn búgva øll
í Danmark, og tá ið eg havi frí úr
skúlanum vil eg fegin hava frælsi til
at vitja tey.
Katrin Dahl Jacobsen heldur,
at árini í politikki hava verið sera
stuttlig og spennandi serliga tey
fyrstu árini.
– Men eg haldi tað vera nokkso
keðiligt, at floksloyaliteturin kki
er so góður longur. Fólk eri ikki
longur líka loyal móti flokkinum og
tingbólkinum, og hetta er nakað, sum
er hent í fleiri av flokkunum.
Tað er so troyttandi og darvar
politiska arbeiðinum, tá ið fólk hugsa
mest um at profilera seg sjálvi, sigur
Katrin Dahl Jakobsen.
Henni dámdi betur arbeiðslagið,
tá ið tingbólkarnir hildu fund um
málini, áðrenn tey komu fyri í
tinginum. Avtalað var, hvør skuldi
vera frásøgufólk, og var onkur ikki
heilt samdur, tagdi viðkomandi
undir viðgerðini i tinginum. Tá ráddi
loyaliteturin móti flokkinum og
floksins politikki. Nú er alt meira
kaotiskt, og illa ber til at flyta seg
frameftir.
– Vit mugu eisini læra okkum
betur at gera breiðar semjur, men
tað er ikki lætt, tá ið semja illa
fæst innanfloks, sigur Katrin Dahl
Jakobsen.
Andrias Petersen í Gøtu kom inn í politikk
í 1994. Hann hevur verið landsstýrismaður,
virkin i kommunalpolitikki og sitið í
løgtinginum.
Nú er hann 64 ára gamal og hevur valt
at leggja frá sær. Hann stillar ikki uppaftur.
Andrias Petersen er kommunulækni,
og hann hevur javnan havt farloyvi úr tí
starvinum fyri at røkja tingarbeiðið.
– Eg var so heppin í fleiri ár at hava
fastan avloysara, men tað havi eg ikki
longur. Tað vísir seg at vera torførari
og torførari at fáa avloysara fyri stutt
tíðarskeið, og tí kendi eg meg noyddan at
velja. Eg ætli mær at vera lækni í trý ár
aftrat, sigur Andrias Petersen.
Tað er í øllum góðum, at hann nú fer úr
politikki.
Hann hevur havt áhuga fyri politikki,
líka síðan hann var stórur smádrongur, og
áhugin er hin sami.
– Tað er útrúligt, so nógv samfelagið
er síðan 50-árini, og tað er útrúliga stórur
munur á, hvussu nógv betri øll hava tað nú,
sigur Andrias Petersen.
– Nú kunnu yngri kreftir taka yvir, og tað
fara tey eisini at klára væl.
Hann heldur, at politiskt eru bæði
fyrimunir og vansar við at vera eitt so lítið
samfelag. Tað tekur ikki langa tíð frá tí, at
ein trupulleiki verður staðfestur, til hann
verður loystur. Hin vegin kann tað eisini
ganga í so skjótt. Ein politikari fær eitt
hugskot, og bara tríggjar seinni viku er lógin
samtykt. Hetta ber ikki til aðrastaðni.
Okkara landsumsiting er so mikið ung
enn, at henni vantar royndir, men hon
mennist í hvørjum, tí tað koma alla tíðina
dugnalig fólk heim við royndum úr øðrum
londum, sigur Andrias Petersen.
Eg royni
kanska aftur
Eg noyddist
at velja
Floks-
loyaliteturin
haltar
Ikki stundir
til politikk
Fyri at fingið politikararnar at hugsa meira um samfelagið enn seg
sjálvar, átti eingin at sitið í løgtinginum longur enn átta ár á rað, sigur
Heidi Petersen, sum ikki stillar upp til løgtingið hesa ferð
Katrin Dahl Jakobsen stillar ikki uppaftur, tí hon vil vera meira
leys, og haraftrat er politiska arbeiðið ikki tað sama, nú tað í fleiri
tingbólkum eru tingfólk, sum hugsa mest um at sæta sær
Stóra bussfyritøkan gevur arbeiði frá morgni til myrkurs. Tað er orsøkin
til, at Heðin Zachariasen í Streymnesi ikki stillar upp til løgtingsvalið
Tað verður torførari og torførari at fáa avloysara
hjá kommunulæknum, og haraftrat heldur Andrias
Petersen, at nú eiga yngri kreftir at taka yvir