fríggjadagur 7. oktober 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 7. oktober 2011
8
VIKUSKIFTI
Tey hava fylt sera nógv í politiska
landslagnum seinastu mongu árini. Hava
røkt týðandi uppgávur, verið í front í
egnum flokkum og í politisku skipanini.
Men nú gevast tey.
Tríggir fyrrverandi løgmenn eru
millum teirra, sum nú takka fyri seg í
føroyskum politikki. Edmund Joensen,
sum bert skal verða fólktingslimur,
Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg
fara nú heim. Teir hava allir verið
floksformenn, løgmenn og løgtingsmenn
– og tveir teirra hava eisini røkt uppgávur
sum landsstýrismenn, men nú skulu
frameftir fylgja politikki av síðulinjuni.
Royndir politikarar sum Andrias
Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Marjus
Dam, Magni Laksáfoss og onnur gevast
eisini nú, og tí eru nógv tøk pláss í
løtinginum hjá nýggjum politikarum at
seta seg í.
Tað eru túsundtals atkvøður, sum nú
eru leysar hjá øðrum politikararum og
valevnum at kappast um, og fleiri fara at
fáa kjansin í løgtinginum eftir valið.
Vit hava tosað við nøkur av teimum,
sum nú gevast í politikki. Vit hava spurt
tey, hví tey hava tikið avgerðina, og
hvussu tað kennist, nú endin á politiska
lívinum er fyri framman.
Anfinn Kallsberg hevur ikki nakra
langa frágreiðing um orsøkina til, at
hann gevst í landspolitikki.
– Eftir meira enn 30 ár í politikki er tíð
at gevast, og eg kendi á mær, at nú var
stundin komin og lata yngri fólk sleppa
framat, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann ber ongan ótta fyri, at hann fer
at keða seg, eftir at hann er leysur av tí
politiska arbeiðinum, tí hann hevur nógv
áhugamál.
– Og serliga hesa árstíðina røkkur tíðin
ikki, sigur Anfinn Kallsberg.
Herfyri boðaði Magni Laksáfoss
frá, at hann gavst sum politikari,
og tað er ein avgerð, hann stendur
við.
– Eg síggi, at politikkurin er
heilt galin og fer at koyra sam
felagið um koll, og tí vil eg ikki
longur vera partur av grundar
lagnum. Eg royndi at ávirka fyrst
sum landsstýrismaður og síðan
sum løgtingsmaður í fýra ár, men
tað hjálpti einki, sigur Magni
Laksáfoss.
Hann hevur í fleiri ár ávarað
móti, at fólkatalið fer at minka.
– Tað er ikki fólkatalið, sum er
trupulleikin. Minkandi fólkatalið
endurspeglar bara politikkin. Eingi
útlit eru til, at nakar ætlar at føra
annan politikk eftir valið.
Magni Laksáfoss ivast ikki í,
at fólkatalið hevur toppað ella
ger tað um stutta tíð, og tá fer
at ganga heilt galið, um fólk ikki
hava hug at búgva í Føroyum
longur.
Samfelagsreformarnir, sum
tosað verður um at gera, muna
einki.
– Neyðugt er at gera nógv
meira umfatandi reformar. Um
talið á kommunum er 30 ella
níggju ger tað sama. Vit mugu
koyra kommunubygnaðin burtur
og broyta samfelagsstrukturin
fullkomiliga, sigur Magni
Laksáfoss.
Hann dugdi ikki at síggja nakra
meining i longur at vera í politikki.
Summi gevast í politikki, tí tey
eru farin at møðast.
– Eg havi eisini verið móður,
men ikki havi eg verið móður av tí
politiska arbeiðinum, men meira
tí, at einki gjørdi mun. Onkur vil
helst kalla meg dómadagsprofet,
men tað fara tey ikki at gera um
eini 10 ár, tá ið tey fáa at síggja,
at eg hevði rætt, sigur Magni
Laksáfoss.
Tímir ikki
meira
Vil ikki vera
við longur
Tey siga
politikkinum
farvæl
lagt til rættis: Randi Jacobsen og Eyðun Klakstein
– Um eini 10 ár fara fólk at skilja, at eg ikki eri nakar dómadags
profetur, tá ið eg nú sigi, at førdi politikkurin tekur búskaparliga
grundarlagið undir Føroyum, sigur Magni Laksáfoss
Fleiri royndir politikarar
takka nú fyri seg í politikki.
Tey hava nógvar royndir og
hava fingið nógvar atkvøður,
men nú skulu onnur taka við