Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 7. oktober 2011 7 VIKUSKIFTI »Ikki í leið« stendur viðhvørt á bussunum. Har átti at staðið »Á ongari leið.« Tað góða, ja, tað einasta jaliga, sum er at siga um føroyska fólka­ræðið, er, at tað loypur ikki fram­av. Tað skundar sær ikki. Tað ger líkasum einki í óðum verkum. Tað fer ikki fram eftir fummum. Ikki undir normalum umstøðum. Bara seinasta dagin í ting­ setuni. Ella dagin, tá løgmaður heldur eitt lyfti, lyftið um at skriva út val, tí hann hevur ikki annað val enn at skriva út val. Men annars krevja tingmálini ta tíð, tey krevja. Og einki er lið­ ugt og so framvegis. Nú ganga aftur tíggju ár, áðrenn kommunusamanvavstur aftur nærkast løgtinginum. Og pensjónsnýskipanin verður eisini ein nýskipan um 15 ár, hóast hon tá verður farin at nærkast pensjónsaldrinum og Samhaldsfasta. Stjórnarnýskipanin kemur ongantíð aftur. Hon doyr av elli. Men so viðhvørt bragdar, og ferð kemur á. Seinasta dagin, hvør hann so er, kemur veruliga glið á og alt fer á glið. Frávik frá frávikum frá frávikum frá frávikum. Nú hava nøkur øgiligan skund. Atkvøtt verður eftir bestu sannføring um rossahandlar. Men tað gongur ikki betur enn væl, tí stundir vóru ikki at temja rossini, áðrenn tey vórðu handlað á loyniligum tvingsilsuppboði og goldin við neyðsemjum við landskassaveðhaldi. Nýggja pensjónin er ikki fyri­ tíðarpensjón, so hon hevur ongan skund. Um 15 ár er hon aftur í tingsalinum. Og so kæra fakfeløg og pensjónistafeløg sína neyð, tey eru hvørki spurd ella hoyrd. Pensjónsnýskipanin er ikki búgvin, hóast hon skjótt er eldri enn nógv tingfólk, sum veljarin heldur eru búgvin at vera har. Og kommunurnar kunnu uttan nakran váða fáa prentað bræv­pappír og brævbjálvar við gamla búmerkinum til næstu tíggju árini. Tað eitur fólkaræði, tí fólkið velur fólk í løgtingið fyri at ráða fólksins vegna. Tað fáa tey úrvaldu sína góðu løn fyri. Tað heldur fólkið. Men ting­ fólk taka avgerðir eftir egnu, bestu sannføring, egnu bestu sann­føring. Ikki veljarans bestu sann­føring. Tað skilur veljarin sjálvandi væl. Hon krevur ikki, at tingfólk, sum ikki tora at taka avgerðir, fara úr tinginum og røkja síni hjástørv fulla tíð ella skriva seg inn í ALS. Hon velur tey bara aftur. Nú verður aftur val. Ein leygar­dag, tí tað er so hugnaligt. Ein leygardag, so veljaranum ikki nýtist at fara úr arbeiði fyri at velja. Tað vil veljarin sjálvandi helst ikki. Annar hugni má útsetast, og Lagnusynfoniin verður ikki fram­ førd tað kvøldið. Dagurin 29.oktober eitur Narcissus. Tilvild sjálvandi. Og summ­ar­tíðin endar sunnunáttina, so ein tími meira verður at fagna fagn­aða fólkaræðinum. Løgtingið er 99 prosent gaman og eitt prosent álvari. Val­stríðið er 200 prosent tvætl. Og fjøl­miðlarnir spæla við. Teirra fremsta endamál er at undirhalda. Fjøldin krevur og fær undirhald fyri allar pengarnar. Valstríðið er funnin fressur. Undirhaldið kem­ ur av sær sjálvum í fimm vikur. Er eitt sirkus í nánd, er fjórð­ings statsvaldið altíð til reiðar. So má annað bíða. Og so sigur onkur, at politikk­ ur er keðiligur. Nú eru sjey flokkar ella átta. Flestu atkvøðurnar fær sundur­ lyndið. 43 sleppa á hvønn lista. Átta ferðir 43, sum halda seg duga at stýra landinum. Og dupult so nógv tilboð koma í postkassan. Valið stendur mill­um tíggju litrar av kemiskum sukurvatni og sodavælferð. Nú eigi eg skjótt so nógv val­kort, at eg fái spælt kort við teim­um. Svartaper. Umafturafturum høgni djurhuus Eyðstein Jacobsen lagt til rættis: Leo Poulsen Hvat nýtir tú tíðina til, nú tú ert pensjóneraður? Eingin trupulleikki at fáa tíðina at ganga. Eri nógv úti í náttúruni og havi bát og seyð. Nei, eg fái ikki tíðina at røkka. Tú ert íðin traðarmaður, hvat er so gott við tí? Seyðirnir eru í hvussu er glaðir fyri at síggja meg hvønn dag. Telist tann matur, tú fær av trøðni, millum lívrættirnar? Ja, avgjørt. Ræst kjøt og so blóðpylsan, sum konan ger. Haraftrat er ræstur speril høgt í metum heima hjá okkum. Er tú í fjørðinum við hvørt? Av og á, men alt ov sjáldan. Mær dámar tað sera væl, men eg havi ringa sjónáttúr. Tú hevur verið ítróttamaður alt títt lív, fylgir tú væl við Kyndli og B36 í dag? Ja, tað geri eg. Hjá B36 royni eg at síggja í øllum førum allar heimadystirnar, og Kyndli fylgi eg eisini væl við. Nú er abbasonurin eisini byrjaður at spæla við Kyndli. Hvat ger tú fyri at halda teg í form? Nei, alt ov lítið, og eri eg úti í náttúruni verður matarlysturin alt ov góður. Men eg eri ofta ymsastaðni við tráðuni. Kanst tú brúkast í køkinum? Nei, avgjørt ikki – men eg eri giftur við Føroya besta kokki! Er saknur í, at Norröna ikki longur siglir til Hetlands? Ja, stórur saknur. Næst aftan á Føroyar dámar mær Hetland og Skotland best, og í báðum støðum havi eg nógvar vinir. Tú ferðast nógv uttanlands, men ferðast tú eisini nógv í Føroyum? Ja, tað royni eg at gera. Havi ferðast alt ov lítið í Suðuroy, ið kanska er vakrasta oyggj í Føroyum, men har er vend við at koma í. Hvussu bjarga vit lundanum? Hevði eg vitað, skuldi eg svara beint nú. Men eg geri so mín part. Havi ikki verið á fleyg í nógv tey seinastu árini, men havi roynt at hjálpt uppá teir fáu, ið eru. Havi eitt nú gjørt fleiri holur vestan til á Nólsoynni. Fylgir tú væl við í miðlunum? Ja, tað geri eg. Eri haldari av Sosialinum og lurti annars eftir báðum vørpunum. Hvør bók liggur á náttborðinum? Í løtuni er tað báðar bøkurnar um Nólsoynna hjá Egon Hansen. Dugi lítið í køkinum – men eri giftur Føroya besta kokki Hann var í nógv ár mettur at vera Føroya besti hondbólta málmaður, men royndi seg eisini innan fótbólt og borðtennis. Men í dag ger hann alt ov lítið fyri at halda seg í form. Hann er á trøðni hvønn dag og vildi fegin verið oftari í fjørðinum – var tað ikki fyri ringu sjónáttúruna Á ongari leið myndir: Álvur Haraldsen