Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 7. oktober 2011 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Oktober PINK Keyp ljósareytt í oktober. Helst teir lutir, har partur av peninginum fer til Krabbameinsfeløg ella insavningar. Men óansæð hvar peningurin fer, so er ljósareyði liturin í oktober ein áheitan og áminning um at ikki gloyma herviligu sjúkuna bróstkrabba Mango klokka frá Nomi Smykkur og Ur. Vælkenda »Bodybutter« frá Body Shop er nú býtt í tvey – eitt til tey turrastu støðini á kroppinum og eitt til normalu húðina. Fakta Bróstkrabbi • Ein av hvørjum 10 kvinnum og ein av hvørjum 100 monnum, kunnu rokna við einaferð í lívinum at fáa bróstkrabba. • Seinastu 20 árini er talið tvífaldað og tað veksur alsamt. • Hormonávirkan, lívsstílur, dálking og arvur kunnu ávirka vandan fyri at fáa bróstkrabba. • Jú fyrr krabbamein í bróstinum verður funnið, tess fleiri lív verða bjargað Kelda: Krabbameinsfelagið Vakrar smúkkur frá Mikkalina glas eru við at savna pening saman til Krabbameinsfelagið. Háls- og armbondini kosta 100 krónur fyri hvørja, og inntøkan frá søluni fer til gransking í bróstkrabba. Heiðra boppunum við hesi stuttligu plakatini. Ber til at bíleggja frá www.idaform.se og fæst í fimm ymiskum støddum Mavala hevur gjørt seks ljósareyð neglalakk, har partur av søluni fer til krabbameinsgransking. Lekra ljósareyða GHD slættijarnið verður selt til frama fyri krabbameinsgransking. Glitrandi eyeliner frá Make Up Store Mango klokka frá Nomi Smykkur og Ur.